Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 59

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 15. JUNI 2015 27 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sandoyarstevna í Skálavík Sandoyarstevna verður í Skálavík Sandoyarstevna verður í Skálavík um vikuskiftið, og nógv ymiskt er á skránni bæði fríggjadagin, leygardagin og sunnudaginSandoyarstevna verður í Skálavík um vikuskiftið, og nógv ymiskt er á skránni bæði fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin Vilmund Jacobsen Fríggjadagin, leygardagin og sunnu­dagin verður skipað fyri sandoyar­stevnu í Skálavík. Skráin fyri stevnuna byrjar fríggja­dagin, 19. juni klokkan 10, tá Klædna­búðin hjá Brynju letur upp. Um middagsleitið fríggjadagin letur eisini Hotel Skálavík upp, sum sambært skránni fyri stevnuna verður opið í tveimum umførum henda dagin, ávikavist frá klokkan 12-14 og frá klokkan 18-21. Tivoli letur upp í Skálavík klokkan 20, og tá letur eisini “køkurin” í sølu­tjaldinum upp, har ymiskt lætt kann keypast til matna. Dansur og røður Dansur verður í Skálavík bæði fríggja­kvøldið og leygarkvøldið, sum vit fara at hoyra meira um í aðrari grein. Sandoyarstevnan verður sett leygardagin klokkan 15, og leygar­kvøldið verður eisini mid­náttarrøða og mangt annað á skránni, sum Viku­blaðið eisini fer at venda aftur til í øðrum greinum.