mánadagur 15. juni 2015síða 61
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 15. JUNI 2015
29
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoyarstevna í Skálavík
Vilmund Jacobsen
U
mframt at skráin fyri stevnuna
er løgd, er eisini nógv gjørt í
bygdini í hesum ári. Nógv er
asfaltterað, og bygdin eigur gott
kommunalt arbeiðsfólk, ið taka sær
av øllum tí dagliga og meira enn tað.
Skálavík var millum fyrstu - fyri
ikki at siga allar fyrsta - kommuna, ið
fekk sína spillivatnsætlan góðkenda,
og her gjørdu fólk hjá kommununi tað
mesta av arbeiðnum sjálvi.
Eigur amboðini
Skálavíkar kommunan eigur amboð
at arbeiða við, og tað merkir, at
kommunan eisini hevur spart nógvan
pening.
Palli L. Olsen er arbeiðsformaður
hjá Skálavíkar kommunu, og hann
tekur sær av tí mesta, sum skal gerast
við vegir, kloakkir og annað í komm
ununi.
Hann hevur eisini breiðka vegir,
eitt nú Hamarsvegin, tey rópa. Hetta
er vegurin norðuri í bygdini, sum bara
hevur verið stívliga tríggjar metrar
breiður, men sum nú er sjey metrar
breiður.
Asfaltarbeiði
Í Skálavík er gjørt nógv í ár fyri at
snøgga um bygdina, og eitt nú hevur
kommunan brúkt nógvan pening upp
á at asfaltera.
Tað er E.M. Asfalt hjá Edvardi
Mikkelsen, sum hevur gjørt asfalt
arbeiði í bygdini.
Skálavík er til reiðar
at taka ímóti gestum
Skálavík er til reiðar at taka ímóti sandoyarstevnu um vikuskiftið
Í Skálavík er nógv gjørt í ár fyri at snøgga um bygdina, og eitt nú hevur kommunan brúkt nógvan pening upp á at asfaltera
Vilmund Jacobsen
Sandoyarstevnan byrjar fríggjadagin
19. juni, og sambært skránni letur
Klædnahandilin hjá Brynju upp klokk
an 10. Handilin verður opin til klokk
an 19 og fer at lata 20% avsláttur av
øllum summarklæðum.
Soleiðis verður eisini leygardagin,
20. juni, tá Brynja fer at hava opið frá
klokkan 10-14.
Klædnahandilin hjá Brynju er um
tóktur handil, ið hevur nógv klædna
merki, sum viðskiftafólk vilja hava.
Klokkan 12 fríggjadagin letur
Hotel Skálavík upp, og opið verður
sambært skránni í fyrsta lagi til
klokkan 14. Síðan letur hotellið upp-
aftur klokkan 18 og fer at hava opið
til klokkan 21 fríggjakvøldið.
Tivoli og dansur
Fríggjakvøldið klokkan 20 letur upp
tivoli í Skálavík upp, og tá letur eisini
»køkurin« í sølutjaldinum upp. Her
kann ymiskt lættari keypast til matna.
Klokkan 21 fríggjakvøldið verður
rodeo-tarvurin klárur og kann roynast,
og á midnátt verður dansur við Signari
í Homrum.
Í samband við dansin í Skálavík
fríggjakvøldið koyrir bussur úr Skopun
til Skálavíkar á midnátt - og heimaftur
til Skopunar eftir dansin hetta kvøldið.
Tað verður Signar í Homrum,
sum fer at spæla til dans í
Skálavík fríggjakvøldið
Dansur við Signari í Homrum í Skálavík
Sandoyarstevnan verður skotin í gongd
fríggjadagin, og fríggjakvøldið spælir eingin
minni enn Signar í Homrum til dansin