Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 15. JUNI 2015 36 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Stuttligast var at vinna á Russlandi LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Ágrýtin, glaður og jaligur HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Citroen Berlingo HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? Samsung HVØR ER TÍN BESTA SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING? Í Turkalandi við familjuni fyri tveimum árum síðan HVAT ORÐ ELLA HVØNAN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Gongur nokk, tað finna vit útav ella Banna well HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Andlitið, eyguni, eitt lekkurt smíl og so annars tað vit mannfólk vanliga leggja merki til HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Tá ting eydnast, og tá børnini og fólk annars eru glað HVAT STRESSAR TEG? Jantulógin sum heild, serliga tá fólk halda at einki ber til, ja og sjálvandi alt tað, sum eg kundi hugsað mær at gjørt, men sum eg ikki nái HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Rugbreyð við skerpikjøti HVAT GLEÐIR TEG? At fáa úrslit, at fáa ting at rigga, at fáa úrslit sum eingin trúði uppá áðrenn. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Vetur fór aftur um bak og várið kom HVAR ARBEIÐIR TÚ? Leiðslufulltrúi á Psykiatriska deplinum, U21 landsliðsvenjari í fótbólti og havi mítt egna venjingartilboð í Mc. Leod Coaching. HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Møguleikin at arbeiða við fólki, skipa menning og hjálpa fólki at realisera seg sjálvan og dreymarnar HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Í U21 starvinum var tað alllir sigrarnir, stuttligast nokk at vinna á Russlandi og Montenegro. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Country, og elski eisini føroyskan tónleik HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Bólturin, fá ting (leikur og amboð) kunnu gleða, menna og stimbra so mong í senn HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Familju, hús og heim HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ?   Steðga á við hvørt og hugsa um lívið, raðfestingar og alt ið er knýtt at hesum HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?  Ja, ein deiligan hund, nevndur Lucky HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN?       Út at ferðast, og so hevði húsalánið fingið rest HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Útgoldið húsalánið, syrgt fyri familju og vinum, og sett rest í eitt fótbóltsakademi og uppraðfest Mc. Leod Coaching HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ?    At so stutt er millum vanliga fólkið og toppin. HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Vónandi eri eg saman við mínum og njóti lívið Bill Mc. Leod Jacobsen Gleðir meg at fáa úrslit sum eingin trúði uppá áðrenn STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA