týsdagur 16. juni 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2015 · Nr. 68
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tann fjórða veljarakanningin á rað
sigur okkum, at tað verður Sam
bandsflokkurin, sum fær annan av
fólkatingsessunum – og tann triða
á rað sigur, at Sambandsflokkurin
fær tað fyrra umboðið, sum annað
hvørt verður – gita vit – Edmund
Joensen, fólkatingsmaður, ella Kaj
Leo Holm Johannesen.
Somuleiðis siga kanningarnar, at
Javnaðarflokkurin fær hitt umboðið.
Í teirri fyrstu kanningini fekk Javn
aðarflokkurin fyrra umboðið, um
teimum trimum seinnu fær hann
seinna umboðið.
Sambært kanningunum er tað
bara Tjóðveldi, sum kann standa
Javnaðarflokkinum kurl. Frástøðan
er kortini sambært síðstu kanning
tann sama, sum á valinm seinast
1,7 prosentstig, men tað er munandi
minni enn í fyrru kanningunum, har
hon hevur verið nógv størri. Tí er tað
ein reellur møguleiki, at Tjóðveldi
kann vinna seg enn longur fram –
ella fyri at siga sum so, at allar súður
eru ikki syftar enn.
Fólkaflokkurin er tiltikin at taka
seg fram í valstríðnum. Hóast hann
liggur lágt eisini í hesi kanningini,
eins og í teimum fleistu, so er hugs
andi, at flokkurin ger eitt hál – sum
hann plagar, tá vit nærkast sjálvm
valdegnum.
Boðskapurin hjá Sambandsflokk
inum um, at Føroyar skulu hava
fleiri pengar úr ríkiskassanum – at
danskir skattaborgarar skulu gjalda
meira av føroysku vælferðini – tyk
ist røkka verljarum í Føroyum. Eins
og seinast er Sambandsflokkurin
farin til val upp á at økja blokkstuð
ulin úr Danmark. Meðan flokkurin
til seinasta val setti krónur á – at
flokkurin ætlaði at hækka ríkisveit
ingina við upp til 200 milliónum ár
liga, so rennur flokkurin sum hund
ur um heitan greyt og vil ikki siga,
hvussu nógvar pengar hann vil hava
hesaferð.
Blokkurin er aftur prístalsvið
gjørdur eftir ynski frá føroyska
landsstýrinum. Fyrsta uppgávan
hjá Jørgen Niclasen sum fíggjar
málaráðharra var at fara niður til
Danmarkar spyrja, um vit kunnu
fáa hægri blokkstuðul – sama
blokkstuðul, sum hann hevði skor
ið niður við 366 milliónum saman
við Tjóðveldinum. Men sum Jørgen
Niclasen so ofta hevur sagt. Hetta
var bara politikkur og eitt gjald,
sum Fólkaflokkurin mátti lata fyri
maktina, hann fekk frá Sambands
flokkinum.
Endaspurturin verður spennandi.
Javnaðarflokkurin stóð til at vinna
stórsigur. Men kanningarnar vísa,
at Javnaðarflokkurin hevur mist sítt
momentum, og at Tjóðveldi otar seg
fram á Javnaðarflokkin.
Atktuella
kanningin
vísir,
at nett samai munur er millum
Javnaðarflokkin og Tjóveldi, sum
tað var á valinum seinast. Einki er
avgjørt, og tí verður spenningur, til
síðsta atkvøðan er tald um 22 tíðina
hóskvøldið.
Serliga stórur spenningur
tykist verða um seinna sessin
Sambandið vinnur valið
Fá
tækra
dømi
versnar
Annlis Bjarkhamar
tíðargrein síða 14
HM í
fimleiki
bestu
skoðsmál
Síða 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– við Lenu á árs
ins longsta degi
Lagt er upp til forkunnuga
løtu,
tá
Lena
Anderssen
sunnukvøldið 21. juni trínur
á pall til fyrstu konsertina
undir egnum navni á Reinsa
rínum í Havn. Føroyska song
kvinnan, sum er á gáttini við
nýggjari fløgu, hevur sjey
tónleikarar aftrat sær. Um
framt
Niclas
Johannesen
á guitar, Finnur Hansen á
klaver og Jóhannus á Rógvu
Joensen á bass er tað mest
forkunnuga helst, at ein
strúkikvartett
verður
við.
Tey, ið manna kvartettina
eru Sámal Petersen, Jona
Jacobsen, Angelika Nielsen
og Tóri Restorff Jacobsen,
sum øll eru fastur partur av
Føroya Symfoniorkestri.
– Vit fara við hesi konsert
ini at leggja dent á tað akkus
tiska og harmoniska í okkara
tónleiki.
Ongar
trummur
eru, men kortini vera onkrar
elektriskar løtur og tað verður
bæði inniligt og temporíkt á
Reinsarínum á ársins longsta
degi, sigur Lena Anderssen.
Lena leggur aftrat, at
strúki arrangement eru gjørd
til fleir hennara løgum gjøgn
um árini – teirra millum løg
sum Stones In My Pocket,
Let Your Scars Dance, Left
With Myself, Waltz Me To
The Wedding og Seasons Will
Change – men at tað sjáldan
er høvi at framføra løgini í
slíkum búna. Hetta verður
einasta framførslan av slíkum
slag hjá Lenu á hesum sinni.
Strúkarar, poppur og poesi
Junimánaður er pisutíð –
tíðin, tá hundrataðtals mið
námsskúlanæmingar
fáa
húgvuna á høvdið.
Í gjár var fyrsta pisan klakt
á Handilsskúlanum á Kambs
dali, og tá kundi Hjalmar
Hansen,
skúlastjóri,
seta
húgvuna á Barbaru Mariu
Lamhauge eftir at hon hevði
verið uppi í føroyskum.
TÝSDAGUR
MIKUDAGUR
HÓSDAGUR
5-10 m/s
3-8
3-8
5-10 m/s
3-8
3-8
Veðrið týsdag, seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av
útsynningi og sólglottar, men
kanska okkurt æli. Hitin millum
11 og 14 stig.
Veðrið mikudagin:
Lot til andøvsgul av vestri og
okkurt æli, men eisini sólglottar.
Hitin millum 7 og 10 stig.
Veðrið hósdagin:
Lot til andøvsgul av vestri og
okkurt æli, men eisini sólglottar.
Hitin millum 9 og 12 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Lot av ymsum ættum ella av
suðri og yvirhøvur turt veður.
Hitin millum 8 og 12 stig.
Veðrið týsmorgunin:
Eitt lágtrýst, 983 hpa. í
útsynning úr Íslandi fer
norðureftir og brúgvaløgini
haðani koma hendavegin.
Veðrið mikunáttina:
Brúgvalagið í landnyrðing úr
Føroyum stendur mestsum í
stað.
Fyrsta pisan á Kambsdali
Hjalmar Hansen, skúlastjóri
á Kambsdali, setir ársins
fyrstu húgvu á høvdið hjá
Barbaru Mariu Lamhauge