týsdagur 16. juni 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eingin deyður í
ferðsluni seinasta árið
Sunnudagin 5. juli verður minningardagur teirra deyðu í ferðsluni.
Eirikur Lindenskov
Fyrsta sunnudag í juli, 5. juli,
er minningardagur teirra
deyðu í ferðsluni. Hetta er
dagurin, har vit steðga á og
minnast tey, sum doyðu í
ferðsluni og tey, sum liva
eftir við missinum.
Sum eitt stillført minni
um tey, ið lótu lív á føroysku
vegunum,
verða
blómur
lagdar á støð har ferðslu-
vanlukkur, sum hava kravt
mannalív.
Eisini plagar evnið »deyð í
ferðsluni« at verða tikið upp
í kirkjum og samkomum
hendan sunnudagin.
Endamálið við tiltaki num
er at fyribyrgja ferðsluvan-
lukkur og at fáa okkum øll at
steðga á eina løtu og hugsa
um hesi álvarsomu viður-
skifti, sum henda so nær
okkum, men sum vit ofta
kortini eru skjót at gloyma.
Síðani seinasta minning-
ar dag eingin deyður í ferðsl-
uni.
Síðani
fyrstu
ferðslu-
van lukkuna,
sum
kravdi
mannalív, tann 2. september
í 1928, eru 281 fólk deyð í
ferðsluni í Føroyum. 202
menn og 79 kvinnur.
Hetta eru sjálvandi skak-
andi tøl, og tí er tað ikki so
løgið, at tað kemur fjáltur á
okkum, tá vit koyra framvið
einum blómutyssi við veg
jaðaranum fyrsta sunnudag
í juli.
Vit verða mint á, hvussu
viðbrekin við eru í ferðsluni,
og hvussu lítið skal til.
Fyri summi eru blómu-
tyssini
ikki
ein
ítøkilig
áminning, men ein ímynd av
høpisleysum missi.
At talið á deyðum hevur
verið
lækkandi
seinastu
árini, ger avbjóðingina upp-
aftur størri at vísa á, hvussu
stóran týdning miðvís átøk
fyri tryggari ferðslu, hava.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
stuðlar tiltakinum, og tað
gera fyritøkur og ein stak-
lingar eisini.
Tað er framvegis Ingi
Gunnarsson, sum samskipar
tiltakið í samstarvi við sjálv-
bodna arbeiðsmegi.
Tað var eisini Ingi Gunn-
arsson, sum í 2000 fyrstu
ferð tók stig til at haldadagin
og at leggja blómutyssi við
vegin.