týsdagur 16. juni 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
6
Sosialurin
FÓLKATINGSVAL
Í morgin er tað, sum verður nevnt festdagur fyri fólkalaræðinum. Øll yvir 18 ár hava møguleika at seta
kross fyri tí flokki ella tí valevni, sum viðkomandi vil hava at umboða okkum í danska Fólkatinginum.
FÓLKATINGSVALIÐ
Árni Gregersen
Tað er soleiðis, at sambært
grundlógini, so eiga grøn-
lendingar tvey umboð og
føroyingar tvey av teimum
179, sum manna Fólkatingið.
Grundlógin gevur ikki
hesum umboðum serligan
rætt, men tey arbeiða á
jøvnum føti við hini 175
valdu í tinginum.
Føroysku umboðini í Fólka-
tinginum hava tó gjøgnum
árini átikið sær nógvar aðrar
uppgávur, sum ikki eru knýtt-
ar at fólkatingsarb eið num.
Til valið í morgin eru 62
valevnir at velja ímillum. Tey
umboða teir sjey flokkarnar,
sum frammanundan hava
umboðan
í
Løgtinginum,
men harumframt er ein
uttanflokkalisti, har einasta
valeevni er Zakarias Wang.
Her á síðuni hava vit
gjørt eitt yvirlit yvir nakað
av tí, sum tey uppstillaðu
siga seg fara at arbeeiða fyri
í Fólkatinginum.
Sambandsflokkurin
sigur:
Búskaparliga støðan í før-
oyska samfelagnum er rímu-
liga støðug, men um støð ur-
nar og fortreytirnar í ein um
til feingi sbúskapi
kunnu
broyt t ast skjótt hvønn vegin.
Tað er ikki rætt at eks-
perimentera við lagnuni hjá
fólkinum, við t.d. at skerja
ríkisveitingina ella at fremja
yvirtøkur,
heldur
ikki
í
góðum tíðum.
At skerja Ríkisveitingina
kann gerast ein vanlukka
fyri búskaparliga haldførið.
Fólkatingsvalið hesaferð er
tí m.a. ein spurningur um at
skapa neyðugt støðufesti og
tryggleika, og tað gerst best í
Ríkisfelagsskapinum.
Flokkurin leggur afturat,a
t politisku ætlanirnar skulu
kunna lata seg gera í verki.
Edmund Joensen hevur
umboðað Sambandsflokkin
í Fólkatinginum seiansta
valskeiðið. Flokkurin sam-
starvar vanliga við Vinstra í
dandska Fólkatinginum.
Javnaðarflokkurin
sigur:
Vit í Javnaðarflokkinum lova
úrslit, tí vit vita, at vit kunnu
halda tað lyftið. Tað vita vit,
tí vit seinastu fýra árini hava
fingið eina rúgvu av ítøki-
ligum úrslitum til gagns fyri
meiniga føroyingin, føroyskt
vinnu- og mentanarlív og
føroyska gransking.
Onkur flokkur vil vera
loysingarrøddin á Fólkatingi.
Onkur annar vil vera sam-
bandsrøddin á Fólkatingi.
Men hetta eru bara tóm ar
orðingar og gykl undan vali-
num. Tí vit vita, at loys-
ingarrøddin ongantíð hevur
skapt úrslit á loysingarleið á
Fólkatingi. Og sambands-
røddin hevur ongantíð skapt
úrslit
á
sambandsleið
á
Fólkatingi.
Hetta skrivar formaður
floksins, sum eisini stillar
upp til Fólkatignsvalið.
Javnaðarflokkurin hev ur
hetta valskeiðið, sum farið er
havt eitt umboð í Fólka tingi-
num – nevniliga Sjúrð Skaale,
sum eisini stillar uppaftur.
Tjóðveldi sigur:
Flokkurin slær fast, at tað er
av alstórum týdningi, at vit
gera upp við Danmark, nú
tað aftur seinastu árini hevur
víst seg, at heimastýrislógin
hevur spælt fallitt.
Mest álvarsliga dømi um,
at Danmark og Føroyar fara
hvør sín veg á altjóða palli-
num var, tá ið ES og Dan-
mark stongdu sínar havnir
fyri føroyskum skipum í eitt
ár og haraftrat ákærdu før-
oyingar fyri ránsveiðu í al-
tjóða fjølmiðlum.
Hetta hevði Tjóðveldi ikki
stillisliga latið um seg ganga.
Stundin er komin til,
at vit aftur fáa eitt fólka-
tingsumboð, sum vil verja
áhugamálini hjá føroysku
tjóðini, og sum vil tryggja,
at eingin avgerð verður
tikin yvir høvdið á okkum í
Danmark ella í ES.
Fólkaflokkurin sigur:
Á Fólkatingi vilja vit virka
fyri einum góðum og upp-
byggjandi samstarvi millum
lond okkara. Fólkafloks um-
boð á Fólkatingi fer at virka
óheft at donskum flokkum,
men vil nýta sessin at tryggja
okkara viðurskifti. Vit fara at
føra ein virknan politikk i
Fólkatinginum.
Vit siga nei til ES limaskap
og ja til samstarv.
Okkara umboð á Fólka-
tingi vil verja okkum fyri
ágangi og boykottum frá ES.
Vit vilja taka ábyrgd frá
Danmark, so hvørt Danmark
letur ábyrgd til ES.
Vit vilja við lóg tryggja
skinsamastu lóggávu fyri
okk ara bankakervið, nú dan-
ir umhugsa at lata ES meira
vald á sínum bankakervi.
Framsókn sigur:
Ein týðandi partur av okkara
framtíð verður evnaður til
uttan fyri landoddarnar ella í
samstarvi og samskifti okk-
ara við umheimin.
Framsókn leggur tí stóran
dent á, at vit føroyingar
skulu umboða okkum sjálvar
á støðum, haðani hendan
ávirkanin kemur. Vit skulu
hava ein miðvísan uttan-
ríkispolitikk, sum styrkir
okkara sjálvsfatan og virð-
ing, gevur okkum vitan og
perspektiv og mennir okkara
vinnu, sølu og búskap.
Fyri Framsókn eru sam-
skiftið og samstarvið við
Dan mark uttanríkispolitisk
mál.
Vit halda tí, at vit eiga at
taka føroysku fólkatings-
sessirnar av og í staðin at
lata føroysku sendistovuna í
Keypmannahavn hava dag-
liga samstarvið við Danmark
um hendi.
Miðflokkurin sigur:
Vit fara at taka lut í og
ávirka øll hugsandi mál. Vit
fara at branda Føroyar á
besta pallinum yvirhøvur –
fólkatingspal.
Verður røddin hjá tí ófødda á
fólkatingi!
Fer at tosa ímóti aktivari
deyðs hjálp (leiðarin í Etiska
ráðnum)
Fer at tosa fyri at virða Skap-
anarverkið.
Verður røddin, sum ikki er
har í dag, tí ongin Miðflokkur
er í Danmark.
Stuðla samstarvi millum før-
oyskar og danskar politik ar-
ar og myndugleikar.
Áhaldandi kunna og ávirka
danskar fólkatings politikk-
arar um Føroyar.
Verða virknir viðleikarar í
Útnorðursamstarvinum og
Arktis.
Eggja føroyingum at leita
heimaftur.
Sjálvstýrisflokkurin
sigur:
Fólkatingssessurin
skal
nýtast at upplýsa danir um
føroysk viðuskifti og at um-
boða føroyingar í politisku
skipanini í Danmark.
Sjálvstýrisflokkurin
fer
ikki at blanda seg í donsk
viðurskifti, ið ikki viðvíkja
Føroyum.
Sjálvstýrisflokkurin
fer
at verja føroysk áhugamál á
Fólkatingi.
Vit vilja samstarva við
donsku stjórnina á jøvnum
føti heldur enn at taka í móti
olmussu. Vit vilja samstarva
innan orku-, vinnu-, gransk-
ingar- og heilsuøkið.
Uttanflokkalistin sigur:
Vit fara til Danmarkar at
tosa føroyskt og krevja tann
rætt, sum vit eiga.
Føroyar hoyra ikki saman
við Danmark og vit fara at
vísa til, at føroyska fólkið tók
avgerð um at verða sjálv-
støðugt á fólkaatkvøðuni í
1946.
Vit fara ikki at taka ímóti
donskum pengum – hvørki
fyri atkvøður ella løn fyri
fólkatingsarbeiðið.