Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Svørtklødd Sea Shepherd fólk eru nú aftur at síggja í før­oyska landslagnum. Tey fyrstu fólkini komu til landið sunnu­kvøldið, og tey eru sett á varð­hald ymsastaðni kring landið. Í næstum koma skip frá Sea Shepherd eisini í før­ oyskt sjóøki. Fyrsta skipið – trí­kiljan Brigitte Bardot – er ávegis til Føroya, og seinni koma eisini Bob Barker og Sam Simon, sum seinastu vikur­nar eru umvæld í Bremen. Krígsavbjóðingin ímóti før­oyska grindadrápinum er langt síðani send, og retorikk­ urin frá Sea Shepherd er minst líka harður, sum hann áður hevur verið. Grinda­ dráp um­røða tey sum eitt blóð­ugt brots­verk ímóti nátt­úr­uni og manna­ættini, og tað skal steðgast. Nú herferðin hjá Sea Shepherd byrjar, mæla bæði løg­maður og Grinda­manna­ felagið til, at føroyingar fara hóvliga fram og ikki leypa framav í frusteratión. Løg­ reglan hevur boðsent um­ boð­um frá Sea Shepherd til fund, so at dialogur eisini er millum partarnar. Sleppið grindini Síðani 2002 hevur Sea Shepherd gjørt nógv burtur úr stríð­num ímóti hvalaveiði í Suður­høvum. Serliga hevur stríðið verður við japan­arar, sum eru tann tjóð í heim­ inum, ið veiðir mest hval. Nú hevur Sea Shepherd lagt stríðið ímóti japanarum til viks, tí sagt verður, at stríð­ið er vunnið, eftir at ein rætt­ur hjá Sameindu Tjóða hevur skýrt ein part av hvala­veiðini ólógliga. Sea Shepherd hevur nú sett sjóneykuna á hvalaveiði í Norðuratlantshavinum og ætlar sær í summar undir her­ferðir ímóti norð­monn­ um, íslendingum og føroy­ ing­um. – Túsundtals hvalir eru hvørt ár í vanda fyri at verða dripnir í Norðurhøvum. Nú fara vit at brúka meira orku til stríðið norðanfyri. Har kunnu vit bjarga størsta tal­ inum av hvalum, sigur Alex Cornelissen, sum er leiðari fyri herferðina norðanfyri. Ein av herferðunum hjá Sea Shepherd í nýggju átøk­unum verður »Sleppið grind­ini«, sum er vent ímóti før­oyska grindadrápinum. Hetta er sættu ferð, at Sea Shepherd sendir fólk og út­ gerð til Føroya at steðga grinda­drápinum. Njóta at drepa Ein týðandi partur av stríð­ num hjá Sea Shepherd fer fram á internetinum, har teirra propagandamaskina ar­beið­ir við fullum trykki – bæði umvegis vanligar heima­síður og sosialar miðlar. Paul Watson, sum ikki hev­ur verið á okkara leiðum í longri tíð, gongur undan í við harða retorikkinum. Paul Watson er eftirlýstur av Interpol og má tí ansa eftir, hvagar hann ferðast, men hann kann sita í tryggum av­standi og brúka hørð orð ímóti føroyingum. Nú um dagarnar hug­ leiddi Paul Watson á sínum facebook vanga um sumarið í Føroyum, sum hann roknar við fer at verða áhugavert. Tá nýtti hann enn einaferð høvið at leggja eftir føroysku grinda­monnunum. – Grindadrápið er ikki neyð­ug fyri tilveruna, tí før­ oy­ingar hava eitt tað hægsta livistøðið í heim­inum. Grinda­drápið er heldur ikki handilslig veiða. Grindin verð­ur dripin av bert einari orsøk, og tað er, at menninir, sum eru við í drápinum, njóta at drepa hvalir, sigur Paul Watson. Løgreglan roynir dialog Samstundis sum verjuskip eru komin til Føroya, og løg­ reglan hevur gjørt seg út til veruligt stríð í sambandi við grindadrápið, verður eis­ini roynt at hava dialog koyr­ andi við Sea Shepherd. Løgreglan sendi boð eftir umboðum fyri Sea Shepherd til fund í gjár, og endamálið við hesum fundi var serliga at gera greitt fyri leiðarunum í Sea Shepherd, hvat tey hava loyvi til, og hvat tey ikki hava loyvi til. – Politiið er fyrireikað at taka í móti Sea Shepherd. Vit vænta, at tey fylgja til­ mæl­unum frá politinum, og politiið er longu í prát við tey og hetta heldur áfram, í størri mun, tá øll eru komin til Føroya, sigur sjef­politi­ inspek­tørur Niels Erik Nymark Jensen. Løgreglan ger greitt, at tey fylgja væl við Sea Shepherd – bæði á landi og á sjógvi – og samstundis sum løgreglan skal tryggja teimum rættin at føra fram síni sjónarmið um grindadráp, er løgreglan eisini til reiðar at traðka til, um nýggja og herda grinda­ lógin verður brotin. – Tað skal ikki vera nakar ivi um, at møguleikarnir í nýggju grindalógini verða brúktir, um tað verður neyð­ ugt, sigur Niels Erik Nymark Jensen. Kjakast sum minst Týsdagin sendi Kaj Leo Holm Johannesen út almenna frá­ boðan, har hann mælti føroy­ ingum til at verða hóvligir í sam­skifti og sambandi við Sea Shepherd fólk. – Vit hava rætt at drepa grind. Føroyingar hava dripið grind í øldir. Veiðan er burð­ar­dygg, og hon fer fram undir skipaðum um­støð­um, har djóravælferð er í hásæti. Grindadráp er ein náttúr­ ligur partur av lívinum her á okkara oyggjum og fram­ vegis eitt kærkomið mat­ vøru­ískoyti til húsarhald kring landið. Men eins og rætturin at drepa grind er lógar­festur, er talufrælsi og rætturin at mótmæla grund­ lógar­tryggjað og grund­leggj­ andi partur av fólka­ræð­ inum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. – Seinasta summar komu mót­mælisfólk í hópatali til landið, og Føroyar og grinda­ dráp komu at standa fyri skot­um. Flest allir føroyingar vístu tó fyrimyndarligan at­ burð og vístu í verki, at før­oy­ ingar eru friðarligir og gesta­ blíðir. Tað eiga fólk stórt rós uppi­borið fyri. Mín vón og áheitan er tí, at fólk aftur í ár vísa sama fyrimyndarliga atburð og ikki leypa framav, sigur hann. Eisini Grinda­manna­ felagið mælir føroyingum til at vísa varsemi og gera sum minst burtur úr at kjakast við Sea Shepherd fólk. Er tað í onkrum føri neyðugt at kjakast, skulu føroyingar royna at upplýsa og verða hóvlig í kjakinum. – Vit kunnu býta um­boð­ ini hjá Sea Shepherd í tveir bólkar. Vit hava ung fólk, ið koma hendanvegin í góðari trúgv, men hava fingið lítið at vita. Tey skulu vit tosa við og greiða teimum frá, hvat tað er, vit gera. Eru vit blíð við tey, fara tey kanska av­stað aftur við eini aðrari fatan av, hvussu fólk her í Føroy­um eru, sigur Hans Jacob Hermansen og ávarar staðiliga ímóti, at føroyingar koma í nakað harðskapsmál aftur. eydun@sosialurin.fo sea shepherd Skulu vera hóvlig ímóti teimum svørtkløddu Sea Shepherd brúkar allar snildir fyri at provokera og vinna propagandakríggið ímóti føroyingum, og møguleiki er eisini fyri veruligum samanbrestum í sambandi við grindadráp. Løgmaður mælir føroyingum til at verða hóvligir, og løgreglan roynir seg við dialogi Hørðu orðini og provokatiónirnar frá Sea Shepherd skulu ikki fáa føroyingar at leypa fram av. Løgmaður og Grindamannafelagið mæla til hóvliga framferð Savnsmynd