Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68 12 Sosialurin KJAK Góði Jógvan Heini Reinert føroyskur borgari og »sokallaður« gudloysingur gudloysi.fo Eg skilji á lagnum, at mín til­vera aleina hevur skakað teg inn á bein. Tú skrivar (í tínum lesarabrævi 10. juni) um títt máttloysi og tína undran á, hvat tað er, sum hendir í okkara samfelagi, millum annað tí at útvarpið gav mær høvi at siga meg ikki trúgva á tín Guð. Eg kann ímynda mær, hvussu tú hevur tað. Eg var sjálvur kristin einaferð, og tá ræddi tað meg, at onn­ ur menniskju kundu finna upp á at venda Guði bak­ið. Eg óttaðist teirra vegna, tí í mínum hástóra for­dóms­ sinni ímyndaði eg mær, at tað ikki bar til at liva eitt gott og lukkuligt lív utt­an Guð – fyri ikki at tala um tað, eg ímyndaði mær mundi henda eftir lívið! Eg var, tá eg hugsi aftur, í grund­ini ikki ein serliga sømi­ligur ella moralskur per­sónur, tá eg hevði slíkar van­virð­ andi tankar um mín næsta, einans tí hansara trúgv víkti frá míni egnu. Eg var ov stór­látin at halda meg hava einka­rætt upp á sann­leik­an um al­heimsins ytstu duldar­ mál og at halda, at øll, ið vóru ósamd við mær, tískil mundu liva fá­tæks­lig og lítis­verd lív. Mín broyting í átrúnaði førdi tískil eisini við sær eina broyting í hugburði. Eg haldi meg ikki longur vita betri enn øll onnur, og eg haldi ikki, at fólk, ið eru ósamd við mær um aldargamlar ósvar­aðar spurn­ingar, eru óhugna­lig undir­menn­iskju. Eg trúgvi ikki longur upp á Guð, men eg haldi meg kort­ini ikki vita við vissu, at Guð ikki er til. Tá eg enn var kristin kendi eg meg hin­ vegin full­vissan í, at Guð var til. So hóast eg við besta skyn­semi meti mína nú­ver­ andi støðu vera rætta, so kann hetta broytast, um eg í morgin renni meg í eina haldgóða próvførslu fyri, at Guð er til. Eg kundi tí ikki longur droymt um at noyða míni sjónarmið niður yvir onnur. Tær meiningarnar, eg havi, hevði eg ikki havt, um eg ikki helt tær vera rættar, men eg viðurkenni nú – í mun til tá eg var kristin – at eg ikki eri nakar lýtaleysur gudur. Eg eri einans eitt menniskja, ið – sum øll onnur menniskju – kann taka feil. Tá eg greiði frá mínum sjónar­miðum, royni eg tí altíð at vera frynt­ligur, høv­ isk­ur, sakligur og, ja, en­ntá sømu­ligur. Eg veit sostatt ikki, hvat í allari verð­ini eg kann hava sagt í útvarp­in­ um, sum gjørdi, at sjálvur løg­tings­formaðurin kendi seg noydd­an alment at kalla meg ein ágangs­mann ímóti samfelagsins grund­ súl­um, ein vanvirðara av Før­oya tryggleika og virðs­ grund­arlagi og eitt dømi um ósømilig­heit og ósið, sum er við til at rota samfelagið innaní­frá! Álvaratos Jógvan! Um eg í útvarpinum av óvart havi sagt, at eg ætlaði mær at eta títt yndisslips ella at trampa á tínar havarabarbur í píka­ stivlum, skal eg hjart­ans gjarna biðja teg so miri­liga um umbering. Um eg hin­ vegin einans eri sekur í at vera opin um mína vantandi undir­tøku fyri tínum átrún­ aði, haldi eg kanska, at tú átti at mint teg sjálvan á, at hóast eg ikki atkvøddi fyri tær, so ert tú tó eisini mín løg­tingsformaður. Sært tú, eg trúgvi eisini upp á ta moralsku ábyrgd­ina, tú sigur teg standa fyri; og eftir mínum tykki umfatar tann moralska ábyrgdin eisini, at okkara fólkavaldu virða ikki bert sínar veljarar, men allar landsins borgarar. At teir kenna sær eina skyldu fyri øllum íbúgvum í landinum uttan mun til teirra átrún­ aðarligu meiningar ella kyns­liga samleika. Tá tú frá tínum høga politiska sessi velur at spilla før­ oysk­ar minnilutabólkar út við ógrund­aðum ókvæmis­ orðum, síggi eg ikki ein mann, ið gongur inn fyri moralskari ábyrgd; eg síggi einans ein óvita í einum skúla­garði, ið dámar at happa tey veiku. Tú spyrt í tínum lesara­ brævi, hvar vit eru á veg? Tá eg síggi lesarabrøv sum tíni, eri eg stúrin fyri okkara framtíð. Tó livi eg í vónini um, at vit eru á veg ímóti ein­um samfelagi, har allir borg­arar hava javnrættindi sam­bært lógini uttan mun til húðarlit, kyn, politisk sjónar­mið, átrúnaðarligar mein­ingar ella kynsligan sam­leika. Eg vóni, at vit eru á veg ímóti einum føroyskum sam­ felagi, ið vrakar sítt gamla ótolsemi, sítt snævurskygni og sína vanvirðing fyri øllum føroyingum, ið ikki eru “sum man eigur.” Eg vóni, at vit eru á veg ímóti einum rúmsáttum sam­felagi, ið gevur pláss fyri øllum at liva í frælsi og frið­ sælu, har ongin mismunur vald­ar, og ongin verður van­ virdur ella niðraður av sínum politikarum. Í stuttum vóni eg, at vit eru á veg ímóti sømiligheit og moralskari ábyrgd. Tá sjónarringurin ikki røkkur út um reyvarringin Hergeir Staksberg Tað kann væl vera, at Spiel­ berg hevur avlýst sína ferð til Føroyar, men hvat ger tað, tá vit hava okkara egnu út­ gávu av Ringanna harri? Í Før­oy­um hava vit nemliga ein løg­tingsformann, sum – eins of Frodo – leggur lív og sál í ringin yvir øllum ring­ um. Jógvan hevur nemliga dedikerað sítt lív til at verja reyvarringin hjá føroyskum mannfólki. Meðan Frodo berjist má berj­ast móti orkum, so er fígg­indin hjá Jógvan: Talu­ frælsi, trúar­frælsi og upp­ lýs­ing. »Eg stúri fyri tí ávirkan, hetta hevur á tað yngra ættar­liðið... tá ið eg hugsi um slíkt sum hetta, ið er við til at rota samfelagið innanífrá.« – Jógvan á Lakjuni Nú eri eg nakað væl yngri enn Jógvan, og kann heilsa og siga, at hjá tí yngra ættar­ liðinum verður tað ringt at finna nakran, sum græt­ ur gleðis­tár yvir sensur og forboð. Stutt sagt, so er sen­ surur barnið hjá óttanum og mamman at fávitskuni. Also ikki ein familja, sum mann ikki hevur hug at verða part­ ur av. ... og heilt erligt, so hevur tað yngra ættarliðið annað at gera, enn at taka sær av vaks­num monnum, sum onki betri hava at gera enn at ansa eftir reyvaringinum hjá føroyskum mannfólki. So góði Jógvan og øll tit, sum ikki megna at síggja stjørn­ur uttanfyri reyva­ ring­in: Verið nú ikki so anal­ fikser­að, tí tað finn­ast eisini stjørnur uttan fyri prump­ arin. NØVN 40 ára starvsdag hjá PM Mánadagin 15. juni vóru 40 ár síðan Petur Hermansen kom í starv hjá Poul Michelsen heil­sølu. Petur er 67 ára gamal, sonur Súsonnu, f. Danielsen, dóttir Sofus í Horni í Havn, og Hans Marius Hermansen av Tvøroyri. Familjan búði á Tvøroyri, til tey í 1954 fluttu til Havnar at búgva. Eftir lokna skúlagongd lærdi Petur til timburmann hjá Peturi í Gong, byggi­ meist­ara. Síðan arbeiddi hann í trý ár á heilsøluni hjá Kartna Winther á Eystaru bryggju í Havn. 15. juni 1975 byrjaði Petur sum bilførari hjá P/F Poul Michelsen. Fyritøkan, ið var stovnað árið fyri, helt tá til í Gundadali. Í 1979 varð flutt í nýggjan virkisbygning við Hoyvíksvegin. Petur hevur arbeitt á goymsluni og sum telefonseljari á skrivstovuni. Seinastu mongu árini hevur hann arbeitt sum sølumaður. Petur er eisini kendur fyri síni avgjørdu sjónarmið um píkadekk og dálking, og hev­ur hann verið nógv frammi í fjølmiðjunum hes­ um sambandi. Einaferð hótti bæði løgtingið og lands­stýrið við at saksøkja Petur, tí hann hevði úttal­að seg alment um at ting­fólk ferðaðust við Strandferðsluni uttan at gjalda, meðan øll onnur skuldu gjalda. Sakarmálið bleiv tó av ongum. Eisini er Petur kend­ur innan country- og gospel­ tón­leikin í Føroyum, har hann so meistarliga spælir steel­gittar. Eitt av hansara frí­tíðarítrivum er flúgving við modellflogførum, og er hann ein av virknu lim­un­ um í Tórshavnar R.C. Fe­ lag. Eisini er hann nógv í svimjihylinum. Petur er giftur Marjun, f. Mohr Joensen, úr Sørvági. Tey búgva Norðasta Horni og eiga tveir synir, Jan, og Heina. Abbabørnini eru: Ronja, Sára, Maja og Emilia. Í sambandi við starvs­dag­ in verður móttøka fyri Peturi hjá PM við Hoyvíksvegin fríggja­dagin 19. juni frá kl. 16 til 18, har øll eru vælkomin.