týsdagur 16. juni 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annlis Bjarkhamar
N
Nýggju tølini frá Hag
stovu Føroya fyri fólk
í fátækraváða, vísa, at
4.829 føroyingar høvdu í 2013 eina
inntøku, ið var so lág, at tey vóru í
fátækraváða. Talið av føroyingum
í fátækraváða er frá 2010 til 2013
vaksið við 825 fólkum, og enn eru
1308 børn, sum liva í familjum í
fátækraváða.
Talið av børnum sum liva í
veruligum fátækradømi er vaksið
við 24% í tvey ár. Hetta eru børn,
sum hava livað undir fátækra
markinum í 3 ár ella meira.
Tað er serliga hjá støkum uppi
haldarum, har yngsta barni er
undir 5 ár, at vøksturin er sjónligur
– tølini fyri henda bólk eru vaksin
eftir einum árið úr 59,5% upp í 68,4%.
Gongdin har fleiri kvinnur enn
menn eru í fátækrváða, heldur fram
og veksur. 11,5 % av kvinnunum
eru í fátækraváða, meðan 9,1% av
monnunum eru í fátækraváða.
Parlagsstøðan
hevur
eisini
stóran týdning fyri, um tú endar
í fátækraváða. 68,4 % av støku
uppihaldarunum, har yngsta barni
er yngri enn 5 ár, eru í fátækraváða,
meðan 9,9% av pørum, har yngsta
barni er yngri enn 5 ár, eru í
fátækraváða.
Í tølinum frá hagstovuni síggja
vit somu ábendingar sum undan
farin ár. Støðan hjá teimum bólk
um, sum eru ringast fyri fíggjarliga
stendur við og versnar. Tað sum
avgerð, um tú endar í fátækt er
framvegis aldur, kyn og parlags
støða.
Barnafátækradømi veksur
Tá eitt barn hevur livað undir
fátækramarkinum í 3 ár, er talan
ikki longur um at liva í fátækraváða,
tá er talan um at liva í veruligum
fátækradømi. Tað sum er ógvuliga
álvarsamt er, at talið av hesum
børnum er í vøkstri.
Í 2011 vóru 359 børn, í 2012 386
børn og í nýggjastu tølunum frá
hagstovuni, er talið á børnum,
sum liva í veruligum fátækradømi,
komið uppá 444 børn.
Gransking vísir á, at sjálvt
stuttíðar-fátækradømi hevur nei
liga ávirkan á menningina, upp
vøksturin og framtíðar møguleik
arnir hjá børnum. Longri børnini og
familjurnar liva í fátækradømi,
truplari er at koma burturúr
støðuni, og størri eru avleiðingarnar
fyri bæði børn og vaksin.
Hóast hesa vitan, hevur politiski
myndugleikin í áravís latið staðið
til og bert hugt at, meðan talið
av langtíðarfátøkum børnum er
vaksin við 24%
Um hugt verður at støðuni hjá
børnum í fátækraváða sæst, at tey
skulu hava eitt munandi lyft í hús
arhaldsinntøku, fyri at tey skulu
koma burtur úr fátækraváðanum.
Brekkan er vorðin brattari hjá hes
um børnum í 2013 í mun til árið
frammanundan, tí inntøkugloppið
veksur og tað merkir, at vegurin hjá
teimum at koma uppum fátækra
markið, er vorðin longri. Sama er
galdandi fyri stakar mammur í
fátækraváða, har yngsta barni er
undir 5 ár og pør við børnum.
Hetta er ein ógvuliga neilig
gongd.
Tølini tala
Vit síggja hvørja viku í okkara
arbeiði familjurnar, sum liva hand–
an tølini hjá Hagstovuni.
Familjur sum enda í armóð, tí
sjúka rakar. Sjúkradagpeningina
lógin er als ikki nøktandi fyri
familjur, sum verða raktar av
langtíðarsjúku s.s. krabbamein,
tunglyndi o.s.fr.
Familjur sum verða heimleysar,
tí tey megna ikki høgu húsaleiguna
har tey búgva. Vit hava ongar
bíligar leigubústaðir til familjur við
fleiri børnum.
Familjur sum hvønn mánað ikki
fáa tøka peningin at røkka til mat.
Inntøkan er snøgt sagt so lág, at
hon røkkur ikki til mat í ein heilan
mánaða.
Harðskapsraktar kvinnur, sum
hava trupult við at fóta sær
fíggjarliga. Oftani fáa tær onki við
sær, tá tær mugu rýma við børnum,
og vit hava í seinastuni hjálpt fleiri
kvinnum við gávukortum til mat,
har hjúnarskilnaðurin dregur út og
tær koma tí ómetaliga illa fyri, tí
tær fáa hvørki barnapening, barna
ískoytið ella aðra hjálp. Nógvar av
hesum kvinnum standa púra á berum.
Børnini onki trygdarnet
Í øllum hesum familjum eru børn,
sum hvønn gerandisdag merkja og
mugu liva við teimum avleiðingum
og tí ótryggleika, sum ein fíggjarliga
trongstøða hevur við sær.
Hvar er trygdarnetið hjá hesum
børnum, tá sjúka, skilnaður ella
aðrir trupulleikar raka familjuna
og fíggjarstøðuna?
Í Føroyum hava vit onga lóg,
sum tryggjar børnum sømilig kor.
Ongar ásetingar eru, hvørki í
okkara almannalóggávu ella í
okkara barnaverndarlóggávu, sum
heimilar t.d. at hjálpa eini barna
familju, sum vegna sjúku ikki eigur
fyri mat. Tí mugu hesar familjur
liva og yvirliva við hjálpa frá sínum
nærmastu, samkomum og sjálv
bodnum felagsskapum.
Hava rópt varskó
Vit settu okkum í samband við
landsstýriskvinnuna í almanna
málum í 2013, har vit sendu henni
eina frágreiðing um støðuna hjá
hesum børnum og familjum teirra,
og róptu varskó, tí støðan hjá
nógvum av hesum børnum, var út
av lagi vánalig. Men vit frættu
ongantíð nakað aftur og onki er
hent, sum lyftir hesi børn úr
fátækradøminum.
Nú veit eg av royndum, at at
landsstýriskvinnan fer at vísa á, at
hon hevur økt barnaískoytið við 9
kr um dagin til hesi børn, men tað
munar alt, alt ov lítið hjá hesum
familjum. Tí tað skal ein størri
upphædd enn tað til, at lyfta tey úr
fátækradøminum.
Nýggjast átakið frá landsstýris
kvinnuni, við at hækka loftið fyri
frípláss, hjálpur heldur ikki hesum
familjum, tí tær hava so mikið lága
inntøku, at tær longu hava frípláss
til barnaansing.
Hækkingin sum var framd
í
forsorgarveitingunum
til
forsyrgarnir í 2013, sær heldur ikki
út til at muna hjá familjunum í
fátækraváða.
Skal munur verða
á børnum?
Áðrenn løgtingið fór í summarfrí,
feldi samgongan uppskot frá and
støðuni um serligt barnaískoytið
til tey børnini, sum eru harðast
rakt av fátækradømi. Uppskotið
kundi verði ein ómetaliga góð
hjálp, og kundi verði avgerðandi
munurin, um ráð er til eina heita
máltíð hvønn dag, ella um ráð er at
halda ein barnaføðingardag ella
ikki.
Men
samgongan
feldi
uppskotið og tí bíða hesi børn enn.
Løgmaður lovaði í viðgerðini av
uppskotinum, at ein bólkur skuldi
setast. Hesin bólkurin er farin til
verka í vikuni. Hesin bólkur hevði
aldrin sæð dagsins ljós, um ikki
sjónvarpssendingin ”Við hjálp frá
góðum fólki” vísti, hvussu børn í
fíggjarliga sperdum familjum liva.
Ongin ivi er um, at um Miðlahúsið
við átakinum”Meðan vit bíða” ikki
hevði lagt eitt trýst á politisku
skipanina, so var onki hent.
Út frá teimum royndum vit
hava gjørt okkum í okkara arbeiði,
seinatu 6 árini kunnu vit staðfesta.,
at fátækastu børnini í Føroyum
hava ongan góðan átt, millum tey
sum rátt hava fyri borgum seinastu
árini.
Áðrenn hagstovan byrjaði at
framleiða tøl fyri 5 árum síðani,
var undanførslan hjá politisku
skipanini, at tað bar ikki til
at gera nakað. Tí tøl og vitan
manglaðu. Aftur og aftur settu tey
spurnartekin við, um nakar í heila
tikið var fátækur í Føroyum.
Nú hava vit øll tølini og tað
vitan, sum skal til fyri at gera
nakað. Hendir onki eftir Ólavsøku,
so er tað tí at samgongan tilvitað
hevur avgjørt, at í Føroyum SKAL
munur verða á børnum.
Barnafátækradømi:
Stendur við og versnar
TÍÐARGREIN
Talið av børnum í fátækraváða er framvegis yvir 1300, og støðan hjá teimum er versnað seinastu
árini. Tað er eisini sera órógvandi, at talið av børnum í veruligum fátækradømi støðugt er vaksandi.