Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68 18 Sosialurin Pavillonbygningur til sølu Tórshavnar kommuna lýsir við hesum pavillon- bygning til sølu. Bygningurin, sum stendur á leigaðum øki á matr. nr. 763, Tórshavn, er til víddar 9,7x15,90 metrar og er innrættaður í tveimum hæddum. Bygningurin hevur verið brúktur til fyribils skúlastovur, og verður hann seldur við treyt um, at keyparin tekur bygningin niður og flytur hann av økinum í síðsta lagi tríggjar mánaðar eftir at sølusáttmálin er undirskrivaður. Tað kann viðmerkjast at sølan eisini umfatar uttandura stáltrappuna, meðan WC-bingjan ikki er partur av søluni. Kostnaður Prísuppskot. kr. 750.000,00. Bygningurin verður seldur til hægstbjóðandi, men tilskilar kommu- nan sær rætt til at havna øllum boðum. torshavn.fo Freist Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi frá í seinasta lagi mánadagin 6. juli 2015 kl. 12.00 við at senda eini skrivlig boð í afturlætnum brævbjálva, umframt eina váttan frá peninga- stovni um tøka fígging til: Tórshavnar kommunu Postsmoga 32 • Tórshavn Teldupostur torshavn@torshavn.fo Brævbjálvin skal verða merktur uttaná: Boð uppá keyp av pavillonbygningi, umframt navn á boðgevara. Fleiri upplýsingar um bygningin fáast við at venda sær til løgdeildina. Søguligir bygningar í hugnaligum umhvørvi til leigu til spennandi verkætlan Hevur tú ein dreym um at skipa fyri onkrum spennandi tiltaki av mentanarligum ella trivnaðarligum slag? So hevur tú nú høvi at leiga faktorhúsini, pakkhúsini og hjallin hjá Kongaliga handlinum í Vestmanna. Útboðið verður skipað við tilboðum. Tey, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við tíðarætlan, og hvat ætlanin ítøkiliga er at brúka bygningarnar til. Loyvt verður ikki at brúka bygningarnar til fastan bústað, men kømur kunna leigast gestum í styttri tíðarskeið. Nærri lýsing av treytum og øðrum viðurskiftum sæst á vestmanna.fo Áhugað, ið ynskja at síggja bygningarnar, kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 770 100. Skrivligt tilboð skal latast Vestmanna Kommunu í seinasta lagi tann 15. september 2015, kl. 12.00. Vestmanna Kommuna Bakkavegur 8 350 Vestmanna