týsdagur 16. juni 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
30
Sosialurin
Fólkatingsval 2015
standa vit saman
røkka vit málinum
óluva
klettskarð
høgni
hoydal
sirið
stenberg
magni
arge
jóhann
lÜtzen
tór marni
weihe
kristina
háfoss
pauli
trond petersen
gunvør
balle
páll
á reynatúgvu
tórbjørn
jacobsen
annita
á fríðriksmørk
vit eru øll samd um, at val til danska
fólkatingið er ímyndin av, at vit ikki hava
vunnið okkara hjarta mál um at gerast
sjálvstøðug tjóð í heiminum. Okkara mál
er sjálvsagt, at flyta alt valdið heim til Før
oya fólk og at taka av hesa umboðanina.
men tá ið sessirnir eru har, er fólka
tingsvalið eitt val, ið eisini setur kósina
fyri okkum sum tjóð.
halda vit okkum aftur, lata vit hesar
sessir til aðrar flokkar, ið brúka teir til at
flyta okkum burtur frá okkara málum.
Fólkatingsumboðini verða tá brúkt til
at knýta okkum fastari í skipanir og
peninga ligar veitingar í Danmark og ES, ið
vit onga ávirkan hava á.
undanfarna valskeið hava vit sæð
úrslitini av hesum: vit fingu havna
stongsul fyri føroysk skip og útflutning.
vit fingu hækkaðan blokk stuðul og aðrar
peningaligar veitingar, ið flyta okkum bur
tur frá sjálv bjargni og egnum avgerðum.
vit fingu uttanríkispolitiskar avgerðir,
sum Danmark tekur í ES ímóti føroysk
um áhugamálum. vit fingu uttan ávirkan
lógir og reglur um til dømis avlurting,
fíggjarviðurskifti, vinnu og rættindi hjá tí
einstaka. Og vit fingu boðskap um at fara
upp í ES, sum danskur landslutur.
tað hevur tí sum sjáldan – og eisini
fram ímóti komandi løgtingsvali – veruli
gan týdning, at vit velja eitt tjóðveldisum
boð á fólkating. Har vit við sjálvsvirðing
tala søkina hjá allari tí politisku tjóðska
parrørsluni í Føroyum. Har vit umboða
rættindini hjá føroyskum borgarum,
vinnu og mentan. Og har onki mál fer
aftur við borðinum, ið hevur týdning fyri
Føroyar og okkara fullveldismál.
tí stillar tjóðveldi upp til hetta
fólkatingsvalið við 12 góðum kvinnum og
monnum.
Skal tað eydnast, er í fyrsta lagi neyðugt,
at tjóðveldisfólk fara á val, og ikki sita
heima. Og í øðrum lagi, at vit savnast um
tjóðveldi á lista E. Sita vit heima ella
spjaða atkvøðurnar, vinna sambands
umboðini.
Fari tí vinarliga og inniliga at heita á øll
tjóðveldisfólk og fullveldisáhugað um
at fara á val og velja lista E ella eitt av
teimum góðu valevnunum á listanum.
høgni hoydal, formaður
Skal tað eydnast,
er í fyrsta lagi
neyðugt, at
tjóðveldisfólk
fara á val, og ikki
sita heima. Og
í øðrum lagi, at
vit savnast um
tjóðveldi. sita vit
heima ella spjaða
atkvøðurnar,
vinna sambands
umboðini.