týsdagur 16. juni 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
32
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
T
að var fyrst í hesum árinum, at leigu
sáttmáli varð undirskrivaður millum
Eiðis kommunu og hjúnini, Herthu
og Martin Kúrberg, sum búgva á Eiði.
Tá Martin hevur annað starv, er tað ser
liga konan, Hertha Kúrberg, ið líka sum
stendur á odda fyri Eiði Camping, sum kamp
ingøkið á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini á
Eiði kallast.
Tað er Kúrberg-familjan, ið hevur lagt
nógva orku í at skipa økið á Mølini og sum
eisini hevur umvælt og snøgga um gamla EB-
húsið, sum er partur av økinum.
Tey hava leigað økið frá Eiðis kommunu í
sjey ár, og tey eru ógvuliga spent upp á hesa
avbjóðing, ið Eiðis kommuna eisini tekur fult
undir við og stuðlar.
Bestu umstøður
Martin Kúrberg sigur, at Eiðis kommuna
hevur spælt væl við, eins og kona, børn og
hann sjálvur hava lagt nógva orku í Eiði
Camping.
Nú stórt kampingtreff verður á Eiði
um vikuskiftið, bjóðar Eiði Camping fólki
vælkomnum á økið, og Martin Kúrberg
dylur ikki fyri, at tey hava roynt at gjørt um
støðurnar á økinum so góðar sum tilber, tó at
tey ikki eru komin endaliga á mál enn.
Gamla EB-húsið hevur ikki verið brúkt í
nógv ár, og tí hevur eisini nógv verið at tikið
hond um.
– Nú eru fasilitetirnir á økinum niðri á
Mølini við kampingvognum og kamping
bilum rættiliga góðir, eins og umstøðurnar í
gamla EB-húsinum eru eisini framúr.
– Í EB-húsinum eru brúsur, wc, familju
rúm, køkur við tveimum komfýrum og
bakarovnum, kaffikannu og øðrum. Her
er eisini terassa, har fólk kunnu sita úti og
hugna sær, og á loftinum er stór stova. Í hús
inum er eisini vaskimaskina, turkitrumla og
gott internet.
Martin Kúrberg sigur, at stórur áhugi er
fyri kampingtreffinum, sum verður um viku
skiftið, og longu í síðstu viku var kamping
økið, sum fevnir um gamla fótbóltsvøllin, at
kalla fullteknað.
– Jú, her hevur verið stórur áhugi. Pláss
er fyri umleið 60 vognum, og er tað onkur,
sum enn ikki hevur teknað seg, men sum
kundi hugsað sær at komið við, ber altíð til at
ringja til Eiði Camping á tlf. 717300 og spyrja
seg fyri.
Ymiskir veitarar
Eiði Camping hevur longu havt fleiri kamp
ingvognar inni á økinum, og onkuntíð hevur
talið av vognum verið umleið 30.
Martin sigur, at nú stóra kampingtreffið
verður, fara eisini ymiskar fyritøkur, sum
eru veitarar til kamping og kampingútgerð,
at sýna fram á økinum.
– Hetta verða nakrir hugnaligir dagar, og
so skulu vit bara vóna, at veðrið verður við
okkum. Leygardagin verður eisini høvi at
keypa sær ymiskt á økinum, eitt nú kaffi,
køkur, pylsur og annað.
Hann sigur, at ætlanin eisini er at fáa
onkran at spæla tónleik, soleiðis at leygar
dagurin og leygarkvøldið rættiliga fer at seta
seg í minnið hjá øllum teimum, sum koma á
vitjan.
– Vegna Eiði Camping fari eg at bjóða
øllum hjartaliga vælkomnum til Eiðis um
vikuskiftið, sigur Martin Kúrberg.
Vælkomin til
kamping á Eiði
– Vit hava bestu umstøður til kamping. Í EB-húsinum, sum vit hava
sett í stand, eru allir fasilitetir, sigur Martin Kúrberg, maður Herthu
Kúrberg, ið tekur sær av nýggja kampingøkinum á Mølini á Eiði
Vilmund Jacobsen
V
it hava eitt nú tjøld í øllum støddum,
heilt úr tjøldum til ein persón til
tjøld, sum rúma eini 6-8 fólkum. Vit
hava eisini ymiskar sovipostar til kampistar,
eins og vit hava undirløg.
Tað sigur Ólavur Weihe, stjóri í fyritøkuni,
P/F Jógvan Weihe.
Hann vísir á, at onkur grill eisini er á
goymslu, og handilin hevur smá gassbluss,
sum fólk kunnu hava við sær í hagan ella á
ein tjaldingartúr.
Jógvan Weihe selur eisini wc-pappír, sum
vanligt er at brúka í kampingvognum og
frítíðarbátum, og tey hava ymisk vaskievni,
sum eru ætlaði til endamálið, eins og handilin
hevur fresjara at koyra í drekkivatn.
Um dalar og fjøll
Vørusløgini hjá P/F Jógvani Weihe eru mong
í tali, og størsta einstaka útboðið er helst í
vørubólkinum klæðir.
Her finst næstan alt frá høvur til føtur.
Her eru nógv arbeiðsklæði, sjóklæði og ikki
minst frítíðarklæði, umframt at stórt útboð
er av arbeiðsskóm, stivlum og ymiskum
øðrum skóm at ganga í.
– Vit hava soleiðis hópin av útgerð til fólk,
sum fara á kampingtúrar og annars gongu
túrar um dalar og fjøll, sigur stjórin í Weihe-
fyritøkuni, Ólavur Weihe.
Serstakt fortjald
Í konseptinum hjá Weihe-fyritøkuni er eisini
eitt serstakt fortjald til kampingvognar, sum
er lætt og skjótt at seta upp og taka niður.
– Vit seldu nøkur tjald av hesum slag í
fjør, og afturmeldingarnar hava verið ógvu
liga góðar og positivar. Tað, sum er gott við
nýggja fortjaldinum, er, at tað hevur ikki
stengur, men luftkanalir, sum verða blástar
upp, og tískil verður alt lættari – bæði í vekt,
uppsetan og niðurtøku.
Ólavur Weihe sigur, at tey, sum hava
keypt hetta tjaldið, siga, at tað er ógvuliga
praktiskt, og tað larmar heldur ikki so illa
inni í vindi sum í teimum fortjøldum, vit
annars kenna.
– Ein orsøk er ivaleyst, at nýggja tjaldið
arbeiðir betri í og við vindinum, leggur hann
aftrat.
Jógvan Weihe hevur útgerð til kamping
Handilin hjá Jógvani Weihe í Stiðjagøtu 10 í Havn hevur eisini ymiska útgerð til kampingfólk
Um vikuskiftið verður stórt kampingtreff á økinum hjá Eiði Camping á Mølini á Eiði, og
vegna Eiði Camping bjóðar Martin Kúrberg øllum vælkomnum
Kampingtreff