Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo krea . tel 60 80 80 HAVNAUMSJÓNARFÓLK Runavíkar havn er eitt vaksandi, spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss. Trý fólk eru í føstum starvi. Árliga vitja ímillum 8 og 9 hundrað skip havnirnar í Runavíkar kommunu. Í eina tíð hava bert tvey starvsfólk verið í føstum starvi – ein havnar- meistari og ein havnaumsjónarmaður. Ætlanin er nú at seta eitt havna- umsjónarfólk í starv afturat hesum báðum. Førleikakrøv o.a. Arbeiðið er burturav skipað í skiftandi vaktum undir leiðslu av havnameist- aranum. Avgerandi førleikar hjá tí, sum settur verður, eru hesir: • viðkomandi skal einaferð á yrkis- leiðini hava havt vinnubræv sum skipsførari sambært manningar- lógini. • viðkomandi skal í minsta lagi hava tvey ára royndir sum skipsførari ella yvirstýrimaður frá viðkomandi sigling. • viðkomandi skal hava gildugt heilsuprógv uttan avmarkingar sambært kunngerð um lækna- kanning fyri sjófólk. • viðkomandi skal hava lokin prógv í øllum teimum skeiðum, sum verða kravd fyri at fáa til vega loðsprógv sambært føroyskari lóggávu og kunngerðum. • viðkomandi skal hava góðar máls- ligar førleikar, bæði í skrift og talu, og serliga í føroyskum, norður- lendskum og enskum máli. • viðkomandi skal hava hóskiligan kunnleika til teldu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í lønarflokki 4, 1.–7. stig. Hartil verður veitt ein føst mánaðarlig viðbót fyri vaktir. Starvið verður at seta 1 juli, ella eftir nærri avtalu. Meiri fæst at vita við at venda sær til havnarmeistaran Tórbjørn Jacobsen, fartlf. 237015. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møgu- ligum viðmælum skulu sendast til: Runavíkar kommuna, Heiðavegur 26, FO-600 Saltangará, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. juni 2015. Runavíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir og eisini rættin til ikki at taka av nakrari av innsendu umsøknunum. Almennur fundur um hóttanir móti vistskipanunum á føroysku firðunum Seinasta summar hoyrdu vit um deyðan hummara og svartan botn á okkara firðum. Var alingin syndarin, ella var talan um natúrligar broytingar? Fríggjadagin 19. juni 2015 kl. 13–17 skipar Føroya Fróðskaparfelag saman við Umhvørvisstovuni fyri almennum fundi um hóttanir móti vistskipanunum á føroysku firðunum. Tiltakið er ókeypis og verður í hølunum hjá iNOVA, Hoyvíksvegur 51 í Havn. Møtið fjølment! Seks framløgur verða, m.a. hesar: »Er tað rætt at heilivágur móti laksalús oyðir rækjur og onnur smádjór?« »Útlát av tøðevnum frá alivirksemi« »Soleiðis verður alivinnan skipað í framtíðini« Fullfíggjað skrá er at finna á www.us.fo Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo