Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 7 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tað verður Oddvá Nattestad, sum fer at seta ólavsøkuna í ár. – Tað taki eg sum ein stóran heiður, og eg gleði meg nógv til ta løtuna, sigur hon. Oddvá starvast dagliga sum sam- skipari av Listastevnu Føroya, og kann ein tí siga, at hon hevur ein serligan forkærleika fyri, at mentanini skal vera lív lagað í Føroyum. Nógv at tosa um Oddvá Nattestad sigur, at tað er nógv, ein kann tríva í í eini ólavsøkurøðu. Hon er byrjað at spæla sær við nakrar møguleikar, men enn er ikki nakað fest niður á pappír. – Ólavsøkan er endan á øllum summarstevnunum, og samstundis byrjanin á tingsetuni. Ringrásin við byrjan og enda kann verða eitt upplagt evni, nevnir hon. Hon leggur afturat, at hon hevur hugsað nógv um, hvat orðatakið »Sunn sál, sunt likam« man merkja. – Eg haldi, at tað hevur okkurt við javnvág at gera. Javnvág í lívinum, sum vit øll stremba eftir. Íblástur og hugskot finnur hon í fjølmiðlunum. Tíðindum bæði úr Før- oyum og uttan úr heimi, umframt teimum bókunum, hon hevur lisið. – Tað er týdningarmikið at minnast til, at ólavsøkan er ein søguligur veitsludagur, so tað er nógv at taka fyrilit fyri. Mentan í hásætið Sum samskipari av Listastevnu Før- oya hevur Oddvá Nattestad eitt av teimum fáu størvunum í Føroyum, sum eru innanfyri at samskipa ment- anarlig tiltøk. Hon hevur verið virkin bæði í MáF og Havnar Sjónleikarfelag, og bankar hjartað hennara serliga fyri listarligum arbeiði – kanska serliga sjónleiki. – Eg haldi, at tað er ógvuliga týdn- ingarmikið, at eitt land sum Føroyar hevur mentanarlig tiltøk. Tey seta síni fingramerki á eitt land, og vit kunnu bert takka fyri, at vit sjálvi eiga so nógv dugnalig listarfólk. Oddvá heldur, at føroyingar sum heild raðfesta list høgt, og tað sæst eisini aftur á vitjanartølunum hjá Listastevnuni í fjør. Tá vóru eini 8000 fólk til tey tiltøkini, ið skipað varð fyri. Fyrsti spírin Spurd um, hvaðani stóri mentanar- áhugin er, svarar Oddvá: – Eg eri fødd og uppvaksin í Gøtu, og eg ivist ikki í, at tað er har tann fyrsti spírin er komin. Hon minnist, hvussu nógv fólk plagdu at koma á gátt. Bæði úr Gøtu og aðrastaðni frá. Nógv varð eisini sungið úr Songbók Føroya fólks. Harumframt spældi hon eisini sjónleik í Losjuni í Gøtu. Komin til Havnar fór hon á skeið hjá Eyðuni Johannesen. Skjótt fekk hon tilknýti til Havnar Sjónleikarfelag og MáF, umframt at hon hevur sitið í nevndini hjá Nordisk Amatørteater í 10 ár. – Eg havi altíð verið áhugað í ment- an. Kanska serliga sjónleiki, viður- kennir hon og sigur í sama andadrátti, at hon vónar, at tað fer at gangast Tjóðpalli Føroya væl. Áhugavert starv Síðani januar 2001 hevur Oddvá starvast sum samskipari av Lista- stevnu Føroya. Hetta er eitt arbeiði, ið týðiliga hevur hennara stóra áhuga. Nú Oddvá skal samskipa Listastevn- una á fjórða sinni, verður í hesum døgum arbeitt uppá tær fyrireikingar- nar, ið enn vanta. – Hetta er eitt ógvuliga áhugavert starv. Tað er nógv, ið skal hanga sam- an. Bæði viðvíkjandi nøvnum, ið skulu framføra og sjálvandi eisini fíggjarliga. At vera samskipari av Listastevnuni merkir so eisini, at arbeitt verður við henni alt árið. Oddvá sigur, at tað er ógvuliga spennandi at fyrireika Listastevnuna. Sambært henni, so eru føroyingar ógvuliga tilvitaðir um, hvat tað er, teir síggja og hoyra. Harumframt duga teir eisini at vera kritiskir. Og slíkt er við til at menna eitt mentanarligt tiltak sum Listastevnuna. – Eg rokni eisini við, at eg eri vald til at seta ólavsøkuna orsakað av mínum starvi. Og tað gleði meg eisini til, sigur Oddvá Nattestad, sum ólavsøku aftan setir ólavsøkuna 2004. Oddvá setur skjøtil á Hon hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan føroyska mentanarheimin, og í ár skjýtur hon byrjunarskotið til tjóðarhátíð Føroya. Oddvá Nattestad, samskipari av Listastevnu Føroya, setir ólavsøkuna 2004 Navn: Oddvá Nattestad Fødd: 14. mars 1948 í Gøtu Hjúnastøða: Gift við Niels Nattestad Børn: Finnbjørg, Beinta og Ásbjørn Ommubørn: Óluvá, Dánjal, Eyðbjørg, Niels, Jóhan og ein ommudóttir, sum ikki hevur fingið navn enn Útbúgving: Lærari í 1976 Størv: Hevur starvast sum lærari í Eysturskúlanum og Hoyvíkar skúla. Var eitt skifti á kunningardeildini hjá Tórshavnar Býráð: Oddvá hevur eisini gjørt barnaútvarp í sjey ár frá 1982-89, umframt at hon hevur arbeitt í MáF. Harumframt hevur hon sitið í nevndini hjá Sjónleikarafelagnum og NAR (Nordis Amatør Teater) umboðandi Føroyar. Starvast nú uppi í Norðurlandahúsinum sum samskipari av Listastevnu Føroya á fjórða ári. Blá bók Oddvá Nattestad, samskipari av Listastevnu Føroya, setir ólavsøkuna í ár Mynd: Jens Kr. Vang Nora PDf C M Y K 7 6 NORA Norrønt Atlantssamstarv NORA fyriskipar og stuðlar verkætlanar- samstarvi millum Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg NORA vil fegin hava samstarvsfelagar úr øðrum grannalondum eisini NORA kann vera við at fíggja verkætlanum í øðrum programmum NORA mennir og stuðlar vinnuligum netverki í Nordatlantshavi Bryggjubakki 12 ∂ Postboks 259 ∂ 110 Tórshavn Tel +298 35 31 10 ∂ Fax +298 35 31 01 nora@nora.fo ∂ www.nora.fo