Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 19. juni 2015 Edmund Joensen vann – men formaður Sambandsfloksins tapti valið Eingin lýsing. Einki lesarabrvæv. Í feriu á Mallorca mitt í valstríðnum. Tað eru kanska tríggjar av orsøkunum til, at Kaj Leo Holm Johannsen tapti fólkatingsvalið hjá Sam­bandsflokkinum. Løgmaður helt eftir øllum at døma, at tað var nóg mikið, at hann einsamallur umboðaði høv­uðs­staðin á vallista Sambandsflokins. Løg­ maður setti seg eisini føran fyri at brúka teir síðstu dagarnar upp undir fólkatingsvalið til at fylgja drotningini og fylgi hennara runt Før­oya land – beint eftir at hava verið ein súkklutúr á Mal­l­orca í eina heila viku mitt í valstríðnum. Á heima­síð­uni hjá Sambandsflokkinum stóð skríggj­andi kontrastin: »Vit fyrireika okkum til val­ið« við mynd av løgmanni. Men løgmaður fyri­reik­aði seg yvirhøvur ikki til valið. Hann fyrireikaði eina súkkluferð úr Danmark til París í summar og helt frí á sóloynni Malorca. Sam­ bands­flokkurin kundi ikki halda sín tíð­inda­ fund fyrr enn eina viku eftir, at hinir flokkarnir høvdu havt sínar fundir, tí løgmaður var á Mallorca. Úrslitið talar fyri seg. Meðan Edmund Jo­en­ sen kundi leggja 824 aftur at sínum persónliga at­kvøðu­tali, so skramlaðu 1.079 atkvøður burt­ ur­av hjá løgmanni, sum bara fekk 462 atkvøður. Edmund Joensen sigur, at tað var veika upp­still­ing­in í høvuðsstaðnum, sum kostaði Sam­bands­flokkinum sessin. Harvið meinar hann, at tað at stilla Føroya løgmann upp var ein veik uppstilling. Í útgangspunktinum var tað ikki tað. Men við vantandi innsatsinum var tað ein skeiv og veik avgerð, at lata Kaj Leo Holm Johannesen umboða høvuðsstaðin, har flokk­urin skramblaði 10 prosent aftur. Í formansumfarinum í sjónvarpinum hevði løg­maður hug at skylda upp á Kringvarpið og miðl­ar­nar, sum hava givið Javnaðarflokkinum og Tjóð­veld­inum meira talitíð. Tað er vrøvl. Katastrofan eitur Kaj Leo Holm Jo­hann­esen. Hann helt, at hann kundi súkkla og sóla sær til valsigur. Tað miseydnaðist totalt. Spurningurin er so bara, hvussu upptakið verður. Um tað fær avleiðingar fyri Kaj Leo holm Johannesen. Um hann sjálvboðin leggur for­mans­sessin frá sær, ella um hetta var dropin. Flokkurin, sum sigur seg leggja mest í rík­is­ fel­ags­skap­in og heita sessin á Christiansborg – klossaði hann burtur – og ábyrgdina hev­ur løgmaður. Tað er ein kata­strofa av teimum heilt stóru. Tapið fær avleiðingar í Danmark Í mun til føroyskan politikk, so er danskur politikkur á mangan hátt øðrvísi. Helle Thorning-Schmidt og flokkur hennara vunnu valið. Hon hevur aftur fingið danska Javnaðarflokkin til størsta flokk í Danmark. Ein støða, sum flokkuri hevði frá 1924 til 2001, tá Vinstri tók leiðsluna. Hesa støðu vann Helle Thorning-Schmidt aftur í gjár. Men kortini legði hon frá sær – tí at tveir av samstarvsflokkunum kláraðu seg so illa, at reyði vongurin manglaði ein tingess, soleiðis at stjórnin kundi halda fram. Tað toldi forkvinnan í Javnaðarflokkinum ikki, og tí legði hon frá sær. Stóri taparin á valinum var kortini Lars Løkke-Rasmussen, sum misti 7,2 prosent av atkvøðunum, og sum nú stjórnar triðstørsta flokki í Danmark. Av tí at Dansk Folkeparti vann so stórt, 8,8 prosent – og gjørdist munandi størri enn Vinstri, so kann Lars Løkke Rasmussen standa sum sigursharri. Soleiðis gjørdist taparin vinnarin og vinnarin taparin. Ein støða, sum í føroyskum politikki hevði verið óhugsandi – at ein floksformaður, sum vinnur, má leggja frá sær, tí samstarvsflokkar missa atkvøður... Úrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum til Fólkatingsvalið var sera vánaligt Tann sum hevur ráð­ givið nýggju leiðsluni í Sjálv­stýr­is­flokkinum við samleika og navni man valla hava pol­ itiskt tev – ella skil fyri pol­itiskari markn­að­ar­ før­ing. Bara navið skríggj­ ar langan veg: »Nýtt Sjálv­stýri...« Hvat nýtt er við Sjálv­stýrinum, sum nú tók sítt egna met við at tapa øll fólka­ tings­val á rað í fleiri enn 100 ár? Við bara at fáa 1,7 prosent av atkvøðunum – og bara 77 atkøvður í høvuðsstaðnum – so er flokk­urin sera langt burtur frá tí eina løg­tings­ sess­inum. So Jógvan góði. Bakka tú heldur aftur til Gamla Sjálvstýri og byrja av nýggjum! Katastrofan Kaj Leo Nú fer Sjálvstýri í søguna Øðrvísi enn í Føroyum illa er rágivið Les eisini blaðið á telefonini Tórbjørn 50 ár hjá Mariu Poulsen Siðsøga síða 26-27 Fekk onga finningarløn Afturhvarv síða 23-25 Visti tú? At 23.576 veljarar – 65,6 prosent – vóru á fólka­tings­vali í Føroyum í gjár? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Vinnarin tapti og taparin vann LØGMAÐUR TAPTI VALIÐ HJÁ SAMBANDSFLOKKINUM: Nei, løgmaður fyrireikaði seg ikki til val­ ið, meðan hendan lýsing í meira enn eina viku blomstraði á heimasíðu Sam­bands­ floksins. Tí løgmaður førdi einki val­stríð – og við at missa 1.100 per­són­ligar atkvøður tapti hann – persónliga – valið hjá Sam­bandsflokkinum