fríggjadagur 19. juni 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
SOSIALURIN 69
4
HÓSDAGUR
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
3-8 m/s
1-6
3-8
3-8 m/s
1-6
3-8
Veðrið hósdag, seinnapart:
Lot til andøvsgul av vestri og
sólglottar,, men kanska okkurt
æli. Hitin millum 8 og 11 stig.
Veðrið fríggjadagin:
Fleyr til gul av vestri, seinnapartin
lækkar hann niður í sunnan.
Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin
millum 10 og 13 stig.
Veðrið leygardagin:
Lot til andøvsgul av suðri og
landsynningi og møguliga regn
av og á. Hitin millum 9 og 12
stig.
Veðrið sunnudagin
og mánadagin:
Lot til andøvsgul av
landnyrðingi og norði og
yvirhøvur turt og sólglottar.
Hitin millum 9 og 13 stig.
Veðrið hósnáttina:
Eitt brúgvalag millum Íslands og
Føroya stendurr mestsum í stað.
Veðrið fríggjanáttina:
Brúgvalagið við Føroyar hvørvur
suðureftir.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Flestu okkara læra fyrst at hava eina sannføring
fyri síðani at leita eftir grundgevingum. Hetta eri eg
púra sannførdur um. Grundgeving kemur seinni.«
Havsins hirði – umhvørvis
felagsskapur
Víðgongdi umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd varð
stovnaður í 1977, eftir at Paul Watson varð koyrdur úr nevnd
ini fyri felagsskapin Greenpeace, tí hann vildi gera aktiv átøk
heldur enn bert at mótmæla og upplýsa.
Watson tók síðani stig til nýggjan felagsskap, sum hann
framvegis er leiðari fyri. Sea Shepherd ger átøk í sambandi
við veiði av hvalum, kópum, fiski, laksi og øðrum.
Her í Føroyum kenna vit væl Sea Shepherd, tí síðani
miðskeiðis í 1980’unum hevur felagsskapurin havt fleiri her
ferðir ímóti grindadrápi. Hesa vikuna byrjaði eitt nýtt átak í
Føroyum, og tað er sættu ferð, at Sea Shepherd setur líknandi
átøk í verk ímóti grindadrápinum. Eftir átøkini í fjør var nýggj
grindalóg gjørd, sum gevur myndugleikunum víðari heimildir
at steðga og revsa eitt nú Sea Shepherd virksemi.
Fyrstu Sea Shepherd
fólkini koma til landið at
mótmæla grindadrápinum.
Løgmaður heitir á
føroyingar um at verða
hóvligir í kjaki og framferð.
Frá 1. apríl í fjør til 1.
apríl í ár vaks fólkatalið
í Føroyum við 531
fólkum. Nú búgva
48.795 fólk í Føroyum.
Í 2000 var talið av
skrásettum ferðsluóhappum
í Føroyum á leið 1.300.
Hetta tal var í 2014
komið niðurum
500, skrivar
Landsverk í
ársfrágreiðingini.
Dagliga
ringja fólk
til løgregluna
fyri at kæra sína
neyð um seyðir,
sum plága urtagarðar
og grasplenur hjá
fólki kring landið.
Løgreglan handtekur
tvey fólk, ið eru ávirkað
av rúsdrekka, tá ið
tey eru í ferð við at
bróta inn í ein hjall í
Havn eftir rúsdrekka.
Havstovan sigur, at
fiskastovnarnir undir
Føroyum eru søguliga
illa fyri og ikki síðani
byrjanina av 1900-talinum
hevur ein sæð eitt so langt
tíðarskeið við svíkjandi
tilgongd sum nú.
Borgarstjórin á Tvøroyri,
Kristin Michelsen, heldur, at
tey, sum hava mist pengar
upp á avlýstu vitjanina hjá
donsku kongshjúnunum,
áttu at fingið endurgjald.
»Sea Shepherd«
hósdagin
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
krónur útfluttu
Føroyar alilaks
fyri frá januar
til apríl í ár
747.000.000
MANGT OG HVAT
Fleiri børn og
færri fráflytarar
Fólkatalið í Føroyum heldur fram við at
vaksa.
Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya
vísir, at frá 1. apríl í fjør til 1. apríl í ár vaks
fólkatalið við 531 fólkum
Tað eru tvey viðurskifti, ið avgera gongd
ina í fólkatalinum í Føroyum.
Annað er burðaravlopið, ið er munurin
millum talið av føddum og deyðum. Her
heldur burðartalið í Føroyum sær á so høgum
støði, at vit ikki enn síggja somu avleiðingar
sum í nógvum evropeiskum londum, har tey
hava eitt negativt burðaravlop.
Hitt er flytingin millum Føroyar og
útlond, og tann stóra broytingin í gongdini
í fólkatalinum er at finna í flytingini millum
Føroyar og útlond.
Síðstu nógvu árini hevur verið munandi
størri flyting úr Føroyum enn til Føroya. Men
tað er júst broytingin í hesum lutfallinum, ið
nú ger so stóran mun.
Tað er sjón fyri søgn,
at stóra broytingin í
fólkatalinum kem
ur av, at fráflyt
ingin úr Føroyum
er minkað nógv
frá 2013 til 2014
og
framvegis
minkar í fyrsta
á r s f j ó r ð i n g i
samanborið
við
sama tíðarskeið í fjør.
GÓÐ GONGD
Paul Watson, leiðari í felagsskapinum Sea
Shepherd, gremur seg óført um, at hann
einki kanadiskt pass hevur havt seinastu
trý árini.
Kanadisku myndugleikarnir tóku passið
frá honum í 2012, og hóast Watson hevur
roynt at fáa passið aftur, hevur hann ikki
fingið tað. Seinastu boðini úr Kanada eru, at
Watson kann søkja av nýggjum, um hann vil
hava pass. Tað sigur hann seg so ætla at gera.
Hetta og tvær eftirlýsingar gera, at tað
er trupult hjá Watson at ferðast vítt
um landamørk. Costa Rica hevur
eftirlýst Watson, og tað sama
hevur Japan gjørt. Hetta hevur
við sær, at Watson stendur á
einm glóðheitum Interpol
lista sum eftirlýstur maður.
Hetta er eisini ein av
orsøkunum til, at Watson
seinastu árini ikki hevur
verið í Føroyum í sambandi
við grindastríðið. Sum
støðan er hjá honum, er lítið
sannlíkt, at føroyingar síggja
nakað til hann hetta summarið.
Watson gremur seg
um manglandi pass
Sea Shepherd leiðarin misti fyri trimum árum síðani sítt kanadiska pass
og hevur ikki fingið tað aftur enn
Tøl hjá Eik vísa,
at meðal sethúsa
prísurin í Havn heldur
sær beint oman fyri 2
milliónir. Prísurin hevur
hildið sær í eini seks
ár.
Færri fólk flyta av landinum, og tað ger serliga góðan
mun í fólkatalinum, sum støðugt veksur