fríggjadagur 19. juni 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juni 2015
sosialurin 69
6
fólkatingsval
Sjúrður setti
persónligt met
Men tað er langt fram til hægstu perónligu atkvøðutølini, sum Finnbogi
Ísakson, Óli Breckmann, Pauli Ellefsen og Jóannes Eidesgaard eiga
Eirikur Lindenskov
F
ólkatingsvalið hjá Sjúrða
Skaale var fantastiska flott.
Javnaðarflokkurin vann
seinna mannin, og Sjúrður
vann tingsessin við nógv hægri
atkvøðutali, enn hann vann fólka
tingssessin fyri næstan fýra árum
síðani.
Í gjár vóru tað 2.495, sum atkvøddu
fyri Sjúrði Skaale. Fyri fýra árum
síðani fekk hann 1.539 perónligar at
kvøður. Tað vóru harvið 956 fleiri, sum
hesaferð valdu fólkatingsmannin
hjá Javnaðarflokkinum. Merkisvert
er tað eisini, at hetta er fyrsta ferðin
síðani 1981, at tað er eydnast Javn
aðarflokkinum at endurvinna fólka
tingsessin.
Undan valinum varð møguleikin
vendur, um tað skuldi eydnast Akseli
V. Johannesen, formanni í Javnaðar
flokkinum, at vinna sessin frá
floksfelaganum. Aksel V. Johannesen
fekk 1.174 atkvøður. Fyri fýra árum
síðani var persónliga atkvøðutalið
hjá Askeli 985.
Næstflestar persónligar atkvøður
á fólkatingsvalinum í gjár fekk
Edmund Joensesn. Persónliga at
kvøðutalið hjá Edmundi Joensen
var í gjár 2.416. Hetta er nógv hægri,
enn Edmund nakrantíð hevur rokkið
áður. Tá ið hann varð valdur fyrstu
ferð í fólkatingið í 1994, fekk hann 663
persónligar atkvøður. Tá ið hann varð
valdur í 2007 var persónliga atkvøðu
talið 931, og fyri fýra árum síðani var
tað 1.578.
Í gjár var persónliga atkvøðutalið
hjá Edmundi 838 hægri enn fyri fýra
árum síðani. Hetta kann ikki annað
enn kennast at vera álitisváttan hjá
Edmundi. Men tað er torført hjá
honum at fegnast um fína persónliga
úrslitið, tí methøga persónliga talið
bar ikki afturval til fólkatingið við
sær.
Færri velja Høgna
Tað kom óvart á Høgna Hoydal, at
hann av nýggjum vann fólkating
sessin. Høgni varð fyrstu ferð valdur
á fólkating í 2001, tá ið persónliga
atkvøðutalið hjá honum var 2.641.
Fýra ár seinni – í 2005 – varð hann
valdur við 2.799 persónligum at
kvøðum. Í 2007 varð hann valdur við
2.557 persónligum atkvøðum, og tá
ið hann fyri fýra árum síðani fall, var
persónliga atkvøðutalið 1605.
Í gjárkvøldið vann Høgni Hoydal
fólkatingsessin aftur. Hesaferð var
persónliga atkvøðutalið 1477. Tað er
lægsta persónliga atkvøðutalið hjá
Høgna Hoydal í teimum fimm fólka
tingsvalunum, har tað hevur verið
møguleiki fyri at atkvøða fyri hon
um. Sjálvandi er tað lætt hjá Høgna
Hoydal at bera afturgongdina í per
sónliga atkvøðutalinum, tí valið bar
við sær, at Tjóðveldi vann sessin frá
Edmundi Joensen og Sambands
flokkinum.
At tað eydnaðist Høgna Hoydal
og tjóðveldinum at vinna umboð í
fólkatinginum komst eisini av, at
nýggja valevnið, Magni Arge, fekk
1.082 perónligar atkvøður.
Eingin skalar Anniku
Eisini hesaferð var Fólkaflokkurin ov
stuttur. Harvið hevur flokkurin ikki
vunnið umboð í danska tinginum,
síðani fyrrverandi formaðurin og
løgmaðurin Anfinn Kallsberg í 2005
vann annan fólkatingsessin. Tá var
persónliga atkvøðutalið hjá honum
3.276 atkvøður.
Hægsta persónliga atkvøðutalið
hjá Fólkaflokkinum hesaferð var
tað hjá Anniku Olsen. 1.754 settu
krossin út fyri henni. Fyri fýra árum
síðani var Annika eisini toppskorari
hjá Fólkaflokkinum. Ta ferðina var
atkvøðutalið 1.193. Talan var harvið
um framgongd upp á 561 atkvøður.
Fyri fýra árum síðani var tað
merkisvert, at persónliga atkvøðu
talið hjá Jørgeni Niclasen, formanni
í Fólkaflokkinum var 343. Tá var hann
á fjórða plássi í Fólkaflokkinum.
Umframt Anniku Olsen fingu
eisini Jacob Vestergaard og Jákup
Mikkelsen fleiri atkvøður enn for
maðurin.
Í gjár royndist tað betri hjá Jørgeni
Niclasen. Persónliga atkvøðutalið
hjá honum var 531, sum var tað
næsthægsta hjá Fólkaflokkinum.
Serliga í Vágum var framgongdin
hjá formanninum í Fólkaflokkinum
merkisverd. Á Giljanesi var fram
gongdin hjá fólkaflokkinum 5,8
prosent, og Jørgen Niclasen fekk 100
atkvøður. Í Sørvági var framgongdin
3,5 prosent, og Jørgen Niclasen fekk
107 persónligar atkvøður.
Langt til hægstu tølini
Hóast bæði Sjúrður Skaale og
Edmund Joensen fingu nógvar per
sónligar atkvøður og settu persónlig
met á valinum í gjár, so er tað langt frá
atkvøðutalinum hjá teimum og fram
til hægstu persónligu atkvøðutølini
nakrantíð.
Hægsta persónliga atkvøðutalið
nakrantíð á fólkatingsvali er tað
hjá Finnboga Ísakson, sála, í 1988. Ta
ferðina var hann einsamallur valevni
fyri Tjóðveldi, og tá atkvøddu 4.434
fyri honum.
Næsthægsta persónliga at
kvøðutalið nakrantíð er tað hjá Óla
Breckmann, tá ið hann í 1998 varð
valdur fyri sættu ferð á rað á fólka
ting. Ta ferðina var persónliga at
kvøðutalið hjá honum 3.980.
Tá ið Jóannes Eidesgaard í 2001
datt úr fólkatinginum, var persónliga
atkvøðutalið hjá honum tað trið
hægsta nakrantíð. Tá vóru tað 3.689,
sum settu krossin fyri Jóannesi
Eidesgaard.
Fjórði hægsta persónliga at
kvøðutalið eiga Pauli Ellefsen og Óli
Breckmann. Á valunum ávikavíst í
1979 og 1987 fingu teir 3.681 perónligar
atkvøður.
Mynd: Álvur Haraldsen