fríggjadagur 19. juni 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juni 2015
sosialurin 69
34
fólkatingsval
Árni Gregersen
T
að ber illa til at siga,
at Vinstra vann
valið í Danmark.
F l o k k u r i n
gekk nógv aftur og misti
13 sessir í Fólkatinginum,
men afturfyri vann Dansk
Folkeparti 15 nýggjar sessir
og tryggjar harvið Lars Løkke
Rasmussen møguleikan at
skipa nýggja borgarliga stjórn
í Danmark.
Tá ið sessirnir í Grønlandi
og Føroyum verða taldir
við, so hevur Blái blokkurin
90
sessir
í
nývalda
Fólkatinginum, meðan Reyði
blokkurin hevur 90 sessir.
Í Reyða blokkinum eru tá
bæði Høgni Hoydal og Sjúrður
Skaale valdir, men eisini tey
bæði grønlendsku umboðini,
Aaja Chemnitz Larsen úr IA
og Aleqa Hammond, Siumut,
tald við.
Til drotningina
Sitandi forsætisráðharrin,
Helle Thorning, boðaði í gjár
kvøldið frá, at hon í dag fer til
drotningina at boða henni frá,
at núsitandi stjórn leggur frá
sær.
Tað hevur við sær, at allir
flokkar verða kallaðir á fund
við drotningina hvør sær og
verða biðin um at peika á ein
kongaligan kannara.
Uppgávan hjá hesum er at
kanna eftir umt að ber til at
skipa eina stjórn, sum fyrt og
fremst ikki hevur ein meirluta
móti sær í Fólkatinginum.
Liberal Alliance, Konserva
tivu, Dansk Fólkeparti og
Vinstra fær øll at vísa til for
mannin í Vinstra, Lars Løkke.
Tað hevur við sær, at drotn
ingin fer at biðja formannin í
Vinstra royna at skipa eina
nýggja stjórn.
Torfør uppgáva
Eftir at valúrslitið var greitt
savnaðust politisku leiðararnir
til eina formansrundu í donsk
um sjónvarpi.
Lars Løkke Rasmussen var
ómetaliga eyðmjúkur, tá ið
hann segði nakað og segði fleiri
ferðir, at valið í gjár hevur givið
honum møguleikan at flyta
innaftur í forsætismálaráðið.
Hann gjørdi tó greitt, at
hetta bert verður gjørt um
tað eydnaast at gera eitt sam
gonguskjal, sum eisini fer at
reka ein politikk, sum Vinstra
kann góðtaka.
Vinstraformaðurin var
varisligur í sínum orðum. Fyrst
og fremst tí at stóri vinnarin á
borgarliga veinginum gjørdist
Dansk Folkeparti. Flokkurin
fekk 15 nýggjar tingsessir og
hevur tilsamans 37 umboð í
nýggja Fólkatinginum.
Formaðurin,
Kristjan
Thulesen Dahl hevur ferð
eftir ferð sagt, at flokkurin
ikki fer at krevja at sleppa í
stjórn, men heldur fer at seta
seg har, sum Dansk Folkeparti
fær størstu ávirkanina á rikna
politikkin.
Flokkurin er styrktur
ómetaliga nógv og tað fer sjálv
andi at gera, at uttan mun um
hann fær sessir í stjórnini ella
ei, so vil flokkurin áirkna rikna
politikkin sp nógv sum til ber.
Hjá Vinstra-formanninum
er tað tí ein avbjóðing at gera
eitt samgonguskjal, sum allir
fýra borgarligu flokkarnir:
Vinstra, Dansk Fólkeparti,
Liberal Alliance og Konserva
tivu kunnu taka undir við.
Onki er at ivastt í, at sterk
asti politikarin í Bláa blokk
inum er formaðurin í Dansk
Folkeparti.
Kristjan Thulesen Dahl
stóð fyri fyrstu ferð á odda
fyri flokkinum í einum val
stríði. Úrslitið er munandi
betri enn nakar hevði væntað
– eisini mongu donsku veljara
kanningarnar.
Dansk Folkeparti hevur
ongantíð ennsitið í nakrari
danskari stjórn, men spurn
ingurin er hesaferð um góða
valúrslitið fer at noyða flokkin
at átaka sær at vera við í kom
andi stjórnini.
Ósemja kann lættliga taka
seg upp í Bláa Blokkinum, men
sum støðan er júst nú, so eru
flokkarnir tilreiðar at gera
eitt samgonguskjal, sum fer
at geva borgarliga partinum í
Fólkatinginum stjórnarvaldið
komandi árini.
Dramatiskt fólkatingsval:
Blái blokkur vann
Blái blokkur vann og Lars Løkke skal skipa nýggja, bláa stjórn
Soleiðis eru sessirnir
býttir millum flokkarnar
í nýggja Fólkatinginum
Socialdemokratarnir: 47 sessir (+3)
Radikalu:
8 sessir (-9)
Konservativu:
6 sessir (-2)
SF:
7 sessir (-9)
Liberal Alliancea:
13 sessir (+4)
Dansk Folkeparti:
37 sessir (+15)
Vinstra:
34 sessir (-13)
Enhedslistin:
14 sessir (+2)
Alternativið:
9 sessir (-)
Tjóðveldið:
1 sess
Javnaðarflokkurin:
1 sess
IA:
1 sess
Siumut:
1 sess
Árni Gregersen
Hon var ikki sørt rørd, 48
ára gamla Helle Thorning-
Schmidt, tá ið hon í gjár
kvøldið boðaði frá, at hon
leggur frá sær sum forsætis
ráðharri og at hon eisini fer
frá sum formaður í danska
Javnaðarflokkinum.
Helle Thorning-Schmidt
hevur seinastu smáu fýra
árini staðið á odda fyri donsku
stjórnini. Stjórnin tók við í 2011,
tá ið búskaparligu tíðirnr vóru
rættuliga vánaligar í Danmark.
Meðan Javnaðarflokkurin
hevur staðið á odda fyri stjórn
ini, sum tey fyrst gjørdu saman
við SF og Radikalu – seinni
bert við teimum Radikalu –
eru tíðirnar broyttar til tað
betra og vøkstur sæst aftur í
búskapinum.
Helle Thorning Schmidt
hevur sitið í Fólkatinginum
síðani 8. Februar 2005, men
longu 12.apríl tók hon við sum
formaður í flokkinum eftir
Mogens Lykketoft.
Frammanundan hevði hon
tó sitið í Evropa-parlament
inum í fimm ár.
Helle Thorning vann í kapp
ingini um at gerast formaður
á Frank Jensen, sum nú er
borgartjóri í Keypmannahavn.
Hart tíðarskeið
Meðan seinasta stjórnin sat,
var ágangurin rættuliga harð
ur.
Stjórnin – og serliga Javn
aðarflokkurin – var lagdur
undir at svíkja vallyftini, sum
flokkurin gav undan seinasta
valið.
SF var við í stjórini eftir at
flokkurin hevði fingið stóra
framgongd, men SF var helst
ikki sum flokkur búgvin at sita
í stjórn.
Í hvussu so er hendi tað,
at flokkurin eftir eina stóra
uppgerð innanflokks, avgjørdi
at siga seg úr stjórnini.
Tað eydnaðist tó Helle
Thorning at halda fram, sum
stjórnarleiðari. Bert Radikalu
vóru eftir í stjórnini saman
við Javnaðarflokkinum, men
stjórnin fekk framvegis stuðul
frá SF og Eindarlistanum.
Helle Thorning er gift
við Stephen Kinnock, sum
herfyri var valdur í bretska
parlamentið fyri Labour.
Helle Thorning lagt frá sær sum forsætisráðharri og formaður
Eftir at valúrslitið var greitt, boðaði sitandi forsætisráðharri og formaður í
Javnaðarflokkinum, Helle Thorning-Schmidt frá, at hon leggur bæði størvini frá sær
Stórsigurin hjá Dansk
Folkeparti ger, at Blái
blokkur sleppur at skipa
nýggja, danska stjórn.
Á myndin formaðurin í DF,
Kristjan Thulesen Dahl,
Helle Thorning Schmidt og
Lars Løkke Rasmussen
Myndir: Polfoto