Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ingrid S. Henriksen Tíðargrein síða 11 Alsamt vaksandi fátæ­k­r­a­ dømi Síða 4 Løkke roynir nú smala stjórn – Skipa eina stjórn við Vinstra, Javn­aðarflokkinum og Radikala flokk­inum, so skal eg stuðla henni! Tað vóru boðini, sum Sjúrður Skaale gav Lars Løkke Rasmussen, tá hann var á fundi við hann í gjár at siga sína hugsa um nýggja stjórn í Danmark. Og sum afturvaldi føroyski fólka­tings­maðurin sjálvur segði við út­varpið, so er ein slík stjórn ikki realistisk. Tað ber snøgt sagt ikki til at skipa ein stjórn tvørtur um bloks­mark – tí har liggja alt ov nógv­ar persónligar ósemjur, segði Sjúrður Skaale. Tað er júst hetta við blokk­ politikki, sum skilir føroyskar og danskan politikk. Tí hóast Lars Løkke Rasmussen hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn, so hevur hann fingið ein so dyggan lús­ing á fólkatingsvalinum, at hann heldur átti at farið frá. Danski Fólkaflokkurin vann valið. Men av tí at Danski Fólka­ flokk­ur­in longu áðrenn valið – og so langt áðrenn tað – hevur givið Lars Løkke Rasmussen mandatið at skipa stjórn, so stendur taparin sum vinn­ari eftir fólkatingsvalið. Vinnarin Helle Thorning- Schmidt stendur sum tapari, tí at fel­ag­ar hennara á reyða veingi, tey Rad­i­kalu og SF fingu hvør sín av­smurn­ing og mistu helvtina av fólk­a­tings­manningini. Í síðstu viku hoyrdust tíðindi frá Sam­eindu Tjóðum, at næstan 60 mill­i­ónir fólk í heiminum eru flótt­a­fólk, rýma undan kríggi og yv­ ir­gangi. Bara í fjør øktist talið við 14 mill­i­ón­um. Og helvtin av fólkinum í til døm­is Sýria eru flóttafólk. Og tað er júst stríð um flóttafólk, sum hev­ur verið høvuðstema í val­ stríð­num í Danmark. Og teir flokk­ ar, sum tora at tosa mest nið­ur­set­ andi um hesi flóttafólk, teir vinna mest. Í Danmark er tað vorðið full­komi­liga legalt – púra opið at vísa – at vit ikki eru miskunnsom. Tað er ikki okk­ara trupulleiki, at fólk rýma frá húsi og heimi, og tey koma helst bara fyri at snúlta upp á okk­um. Hetta óhugnaliga rák, sum fyrr bara sást langt úti á høgra­veing­i­ num, er rokkið tvørtur um bloks­ mark í Danmark og heilt inn í Javn­ að­ar­flokkin. Tað er óhugnaligt. Sjálvandi eru flóttafólk ein av­ bjóð­ing. Men at kappast um at háða og spotta og misteinkiliggera hesi fólk, tað er ófrættakent. Onkur mannavirðiligari poli­ tikk­ur mátti verið at bygt land í Danmark – har lægsti felags­nevn­ ar­in, Dansk Folkeparti, nú eigur vald­ið – við Lars Løkke Rasmussen sum kransa­kak­ufiguri. kransakøkufigurur hjá DF Í árs­rokn­skap­i­num fyri 2014 kunn­ger P/F Varð­in, at tað er upp­sjóv­ar­fel­ag­ið í Gøtu, sum eigur í og fíggj­ar portal.fo Tað var beinanvegin, at mis­tanki var um, at tað vóru fólk í uppsjóvarvinnuni, sum stóðu aftan fyri keypið av Port­al.fo, sum Føroya Tele seldi fyri 5,5 milliónir krónur á sumri í 2013. Tá Poul Hansen, ad­vo­kat­ ur, seinni sama árið tók við sum nevnd­arformaður, eftir at 1,7 milliónir krónur vórðu til­førd­ar felagnum uttanífrá, spurdi in.fo Poul Hansen tann 20. desember í 2013, hvør tað var, sum hevði sett peng­ ar í felagið, og hvønn hann umboðaði í nevndini. Poul Hansen vildi einki siga um tað. – Nei, tað havi eg onga við­merk­ing til, segði Poul Han­sen. Hann vildi ikki upplýsa nak­að um ognarskapin í Knass­um og harvið Port­al­i­ num. Heldur ikki hóast tal­an er um ein fjølmiðil, og fjøl­ miðl­ar vanliga byggja á trú­ virði og opinleika. Poul Hansen, advokatur, segði við in.fo, at hann ikki var samdur í, at tað hevur nakra ávirkan á trúvirði hjá Port­al­inum sum fjølmiðil, at ogn­ar­skapurin í felagnum er loyni­ligur. In.fo vísti á millum annað á, at eftir fíggjarkreppuna í Ís­landi fingu fjølmiðlarnir sín part av ábyrgdini, tí teir í stór­an mun vóru keyptir upp av vinnulívinum, sum ikki vildi hava tey at skriva krit­ isk tíðindi um júst vinnu­lív­ið. Og tað var júst í 2013, at Port­al­urin sum einasti før­ oyski miðil sendi fólk við før­ oysku sendinevndini, sum fór til Lond­on at samráðast um makr­el­kvot­una. Tá var gitt, at tað mátti vera onk­ur við á­huga­mál­um í upp­sjóv­ar­ vinn­uni, sum átti í og fíggjaði Port­al­in, hóast Poul Hansen einki vildi siga um tað. – Nei, eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í hes­um. Eru tíðindini sak­lig, so er væl líka mikið, hvør eigur, var stutta svar­ið frá advokatinum og vinnu­lívs­ mann­i­num. Men nú staðfestir P/F Varð­in í Gøtu, sum hevur eina eginogn upp á 760 milli­ ónir krónur, at tað er hetta fel­agið, sum er fíggjarliga grund­ar­lagið undir Portal.fo. Sambært yvirliti í árs­ roknskap­i­num hjá P/F Varða­ num, so eigur felagið 33,3 prosent av felagnum. Sambært árs­rokn­skap­ i­num hjá P/F Knassum, so hev­ur P/F Varðin sett 120.000 krón­ur í partapeningi í fel­ ag­ið til kurs 1388,89. Tað gev­ur 1,67 milliónir krónur. Sam­bært sama roknskapi er »skuld til atknýtt virki« 3,6 milli­ónir krónur, sum kann vera lán frá P/F Varðanum til P/F Knassar. Tað framgongur eis­ini, at felagið ikki rindar nið­ur av hesi skuldi frá at­ knýtta virkinum. Varðin keypti tíðindamiðil Sea Shepherd hevur nú sent skipið Sam Simon til Før­oya. Hesum boðar felags­ skap­ur­in frá í tíðindaskrivi. Felags­skapurin sigur, at skip­ið er farið úr Bremen í Týskandi at vera við í sættu herferðini hjá fel­ ags­skapinum ímóti grinda­ drápi í Føroyum, sum tey kalla »Slepp­ið grindini«. – Vit vænta, at skipið verð­ur í Føroyum fríggj­ a­dag­in – eftir ein stuttan steðg í Hetlandi, skrivar fel­ags­skap­ur­in. Skipari á ferðini er Lock­ hart MacLean úr Kanada. – Við skipi okkara, Sam Sim­on, eru 24 kensluborin sjálv­boð­in úr 11 tjóðum. Vón okkara er, at einki blóð úr klók­um grindahvalum renn­ur á føroysku strond­ u­num, sigur skiparin sam­ bært tíðindaskrivi frá Sea She­p­herd. Annað skip frá Sea Shep­herd, Bob Barker, sum eis­ini er skrásett í Hollandi, kemur eisini til Føroya skjótt. Umframt hesi skip hev­ ur felagsskapurin fólk á landi at steðga grindadrápi í Før­oyum. Sam Símun kemur fríggjadagin Kappast um at vísa, at vit ikki eru miskunnsom Fyrstu tíðina, eft­ ir at Knassar keyptu Portalin, var nógv­ur kritiskur journ­a­l­ istikkur. Men kritiskur journ­ali­st­ar­nir góvust skjótt. Nú er avdúkað, at tað eru markrel­ peng­ar í Gøtu, sum eru fíggj­arliga trygdin und­ir miðlinum »Sam Simon« er næsta skipið, sum Sea Shepherd send­ ir til Føroya at steðga grindadrápi í summar