Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Úrslitð av kanningini, sum fyrrverandi danski umboðsmaðurin hevur gjørt av málinum um Eysturoyartunnilin verður lagt fram í morgin POLITIKKUR Árni Gregersen Úrslitð av kanningini, sum fyrrverandi danski umboðs­ maðurin hevur gjørt av máli­ n­um um Eysturoyar­tunnilin verður lagt fram í morgin Dýra og stóra kanningin, sum fyrrverandi danski um­ boðsmaðurin, Hans Gam­mel­ toft-Hansen hevur gjørt fyri Løgtingið, verður latin tingi­ num fyrrapartin í morgin – og kl. 14 verður kanningar­ úrslitið almannakunngjørt. Kanningin er gjørd við heimild í lógini um Stýris­ skipan Føroya, grein 38, stk. 2, sum sigur: Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmyndugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt.  Tveir fimtingar av løg­ tings­monnunum kunnu skriv­ liga seta fram sama krav. Danski løgfrøðingurin skul­di fyrst og fremst kanna leiklutirnar hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og fyrr­ verandi landsstýris­manni­num við innlendismálum, Kára P. Højgaard. Politiskt hevur Kári P. Høj­gaard, Sjálvstýris­flokkur­ in, merkt politisku avleiðing­ arnar av málinum, tí longu í september 2013 loysti løg­ maður hann úr starvi, sum landsstýrismaður. Hetta viðførdi nakrar dag­ ar seinni, at Sjálvstýris­flokk­ urin fór úr samgonguni, sum situr aftanfyri núverandi landsstýrið Lokalt framtak Málið um at gera ein undir­ sjóvartunnil millum Skála­ fjørðin og Streymoynna tók seg upp á Skálafjørðinum í 2002. Stigtakararnir kannaðu um tað handilsliga fór at loysa seg at gera ein undir­ sjóvartunnil. Tá fyribils kanningarnar vóru gjørdar og tað vísti seg, at hetta kundi lata seg gera, var ein ætlan løgd fram al­ ment fyrst í 2003. Tað vóru fyrst og fremst lokalar kreftir á Skála­fjørði­ num, sums tóðu handan ætaina, men tað vísti seg, at fíggjarstovnar eisini vístu ætlanini áhuga. Partafelagið Skála­fjarðar­ tunnilin gjørdist veruleiki, tá ið íslendski bankin, Kaup­ thing, Eik Grunnurin og LÍV settu partapening í felagið. Sjálvandi gekk nakað av tíð til komið var víðari við málinum, men í 2007 var ein lóg samtykt, sum heimilaði landsstýrismanninum við vinnu­málum at taka upp sam­ráðingar við partafelagið Skálafjarðartunnilin um at gera ein tunnil millum Streym­ oynna og Skálafjørðin og eitt fast samband millum eystara og vestara arm á Skála­fjørði­ num. Broyttar forteytir Hóast tað gekst rímuliga væl fyrstu árini – serliga politiskt, so hendu stórar broytingar, tá ið nýggj samgonga varð gjørd eftir valið í januar 2008. Bjørt Samuelsen, Tjóð­vel­ di, gjørdist nýggj lands­stýris­ kvinna við vinnumálum. Hon avgjørdi skjótt at talan ikki skuldi verða um eina privata ætlan, men fór at arbeiða fyri, at tað almenna skuldi gera tunnilin. Tá ið Annika Olsen, Fólka­ flokkurin, seinni gjørdist landsstýriskvinna við inn­ lendismálum, fekk hon heim­ ild til aftur at fara at sam­ ráðast við partafelagið Skála­fjarðartunnilin um pri­ vatu verkætlanina. Hon fekk heimild í lóg at geva partafelagnum ein tíð­ aravmarkaðan rætt at gera tunnilin. Eftir valið í oktober fyri fýra árum síðani endaðu samgongusamráðingarnar við, at Kári Højgaard, Sjálv­ stýrisflokkurin, fekk inn­ lendismál at umsita. Hann fór beinanvegin undir at arbeiða við tunnils­ ætlanini og tá ið nakað var fráliðið, fekst samband við Copenhagen Infrastructure Partners. Tað endaði við realistets­ samráðingum, sum vóru um at enda í juni 2013. Landsstýrismaðurin hevði heimild at arbeiða við máli­ num, men knappliga var tað sum restin av politisku skip­ anini vaknað og sá, at tunn­ ilin helst fór at gerast veru­ leiki í privatum regi. Alment ella privat Juni 2013 gjørdist ein ógvu­ liga rokaligur mánaði pol­it­ iskt. Andstøðan gjørdi hvat hon kundi fyri at steðga málinum og millum sam­ gongufólk var heldur ikki full semja um, at CIP skuldi gera tunnilin. Tøl ferðaðust í luftini um, hvat var dýrari og hvat var betri: alment ella privat. Nógvir politikarar hildu, at CIP fór at forvinna alt ov nógv burtur úr verkætlanini. Orðaskiftið í Løgtinginum var ógvuliga hvassorðað, serliga um avtaluna við CIP. Løgmaður var lagdur undir at hava verið uppi í samráðingunum, men tað avvísti hann ógvuliga harð­ mælt í tinginum. Endin var, at avtalan við CIP datt niðurfyri. Stutt eftir var Kári P. Højgaard loystur úr starvið sum lands­stýris­ maður, innlendismálaráðið niðurlagt og samferðslu­ útbyggingarnar lagdar undir fíggjarmálaráðið. Jørgen Niclassen, lands­ stýrismaður við fíggjar­mál­ um, yvirtók økiåð og fekk semju við allar flokkar um at tað almenna skal gera tunnil millum Eysturoy og Streym­ oy – og millum Streymoy og Sandoy. Niðurstøðan Í morgin fær tingið so frá­ greiðingina hjá Gammeltoft- Hansen. Í kanningini eru leik­ lutirnir hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, greinaðir. Spurnigurin er um teir báðir eru farnir út um teirra heimildir og um teir annars hava framt brot í sambandi við teirra politska arbeiði. Løgtingið fær frágreið­ing­ ina í morgin klokkan 10 og hon verður almanna­kunn­ gjørd á tíðinafundi klokkan 14 í morgin. Spenningurin er stórur um niðurstøðuna hjá kann­ ing­arstjóranum. Og so um niðurstøðan fer at fáa politiskar ella løg­ frøðiligar avleiðingar fyri løgmann og fyrrverandi lands­stýrismannin. ÚRSLITIÐ HJÁ GAMMELTOFT LATIÐ TINGINUM Í MORGIN Sunnudagin staðfesti Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra, at tað ikki ber til hjá honum at skipa eina meirlutastjórn. Ósemjurnar millum teir fýra flokkarnar, Vinstra, Dansk Folkeparti, Liberal Alliance og Konservativa flokkin, eru so grund­leggj­ andi at hann ikki sá ein møgu­leika at skipa eina meir­lutastjórn. Hendan staðfestingin gjørdi, at hann fyrrapartin í dag mátti aftur til drotn­ing­ ina at fáa mandat til at halda fram við samráðingunum. Eygleiðarar sum heild meta, at hann nú fer at royna at skipa eina smala Vinstra- stjórn. Men fyri at tað kann lata seg gera, so er hann noyddur til, frammanundan at tryggja sær, at meirluti ikki er í Fólkatinnginum móti einari slíkari stjórn frammanund­ an. Tí skulu samráðingar við aðrar flokkar gerast áðrenn ein stjórn kann skipast. Dansk Fólkeparti Aðrir eygleiðarar halda tó, at tað framvegis er ein møgu­ leiki fyri, at Vinstra og Dansk Folkeparti fara saman í eina minnilu tastjórn. Flokkarnir eru ósamdir á fleiri økjum, men hildið verður, at flokkarnir kortini kunnu semjast um ein stjór­ ar­grundarlag. Vinstri-flokkurin hevði stóra afturgongd á danska valinum, so fleiri eygleiðarar halda, at tað er heldur løgið um flokkurin einsamallur ger eina minnilutastjórn. Tí er politiska støðan eitt sindur spent í Danmark. Megnar lars Løkke at skipa eina stjórn ella noyðist hann at lata onkran annan sleppa framat skipa stjórn. Fyribils roynir Vinstra- formaðurin, men stjórn ella samgonga skal helst verða skipað áðrenn Danmark fer í summarfri. Løkke roynir seg við smalari stjórn Formaðurin hjá Vinstra hevur aftur í dag verið hjá drotningini fyri at fáa nýtt mandat at skipa stjórn