mikudagur 24. juni 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Løgmaður hevur sagt ósatt fyri løg
tinginum, og Kári P. Højgaard, fyrr
verandi landsstýrismaður, hevur
hildið aftur týðandi upplýsingum
fyri løgtinginum.
Tað er kritiska niðurstøðan í frá
greiðingini, sum Hans Gammeltoft-
Hansen legði fram í løgtinginum
seinnapartin týsdagin – beint fyri
evstamark áðrenn hetta blaðið skuldi
sendast í pressuna.
Tí kunnu vit nú spyrja, um ein
løgmaður kann lúgva – og tað fyri
Føroya Løgtingi, sum hevur valt
hann í høga embætið.
Áðrenn Hans Gammeltoft-Han
sen var liðugur at leggja fram frá
greiðingina
fyri
løgtingum
og
fjølmiðlum, sendi løgmaður sína
niðurstøðu – og skrivaði soleiðis til
miðlarnar:
– Ein byrða er lyft av mínum herð
um. Fyrst av øllum fegnist eg um, at
kanningarstjórin staðfestir, at tað
rættarliga ikki er grundarlag fyri at
fara víðari við málinum. Eg eri glaður
um, at hvør steinur er vendur í máli
num. Hetta hevur persónliga verið ein
trupul og tyngjandi tíð, sum nú er av,
sigur hann.
Og sjálvt um kanningarstjórin
staðfestir í frágreiðingini, at løgmað
ur segði ósatt fyri løgtinginum, tá
hann segði seg einki at hava at gjørt
við avtaluna við CIP, so endurtekur
løgmaður í tíðindaskrivinum, sum
hann sendi meðan Hans Gammel
toft-Hansen legði fram frágreiðing
ina í løgtinginum, at hann ikki hevur
gjørt avtaluna við CIP.
Uttan iva verður nógv munnhøgg
arí um hetta mál. Løgmaður fer at
halda uppá, at hann er púra ósekur,
og tí tekur hann ikki avleiðingar av
málinum, sum til dømis at leggja frá
sær.
Hjá Kára P. Højgaard eru allar súð
ir syftar. Hann er koyrdur frá sum
landsstýrismaður og hevur fingið
sína politiksu revsing. Trúvirðið hjá
honum hevur fingið eitt álvarsamt
skot fyri bógvin, og hann kemur
valla upp á tal sum landsstýrismaður
aftur.
Andstøðan kundi farið upp at
garterað við misáliti og kravt av løg
tinginum, at tað sendir løgmann til
hús. Tað ger andstøðan valla. Tí fyri
andstøðuna, sum skal út at fyrireika
valstríð, kundi tað ikki passað betur,
at fremsti mótstøðumaðurin soleiðis
er stemplaður fyri at siga ósatt fyri
løgtinginum. Vit síggja hann aftur
og aftur í sjónvarpinum endurtaka
ósannindini.
Fólkaflokkurin var í miklum stríði
síðsta summar. Tað var um reppið,
at Jørgen Niclasen varð sendur til
hús. Men løgmaður bjargaði honum
og tryggjaði honum sína politisku
framtíð.
Nú er tað Jørgen Niclasen, sum
skal bjarga løgmanni. Og tað ger
hann. Tí er tað nú Sambandsflokk
urin, sum eigur trupulleikan – og sum
má gera upp við seg sjálvan, um løg
maður kann lúgva...
Sambandsflokkurin má gera
av, um løgmaður kann lúgva
Kann ein løgmaður lúgva?
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
MÓTTØKA
Í sambandi við, at Petur Skeel Jacobsen,
veðurmaður í Miðlahúsinum seinastu sløku 20
árini, fyllir 90 ár sunnudagin, bjóðar Miðlahúsið til
almenna móttøku í Miðlahúsinum í Tórsgøtu 1
í Havn, fríggjadagin 26. juni frá
klokkan 15.00 til 17.00
Øll, vinir, familja og kenningar,
eru hjartaliga vælkomin!
MiðlaHúsið