Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71 6 Sosialurin Árni Gregersen Tvær ferðir hevur løgtings­ formaðurin kallað tingið inn, síðani tað fór í summarfrí fyrst í mei. Í báðum førum hevur or­ søk­in verið, at tann grinda­ lóg, sum var endaliga sam­ tykt áðrenn tingið fór heim, hevði nakrar orðingar, sum løgfrøðiliga ikki vóru nóg greiðar og tí onkrar broyt­ ingar eru gjørdar, har lógin í øðrum førum ikki er lagað til broytingarnar. Hetta er fyrstu ferð Før­oy­ ar hava fingið eina grindalóg. Fyrr hevur so at siga alt bygt á siðvenju oggamlar regl­ur, sum ongatíð eru grundfestar í lógartekstum. Men ein onnur orsøk er til, at grindalógin kom júst nú. Ágangurin frá ávísum út­lendskum felagsskapum, sum mótmæla grindadrápi, er herdur hesi seinnu árini og felgsskapirnir senda fólk hendanvegin hvørt ár at mót­mæla grinddrápi. Serliga ein hending í eini grind á Sanfdi í fjør gjørdi, at myndugleikarnir hildu, at neyðugt er at gera eina lóg, sum gevur heimild til at taka sær av fólki, sum royna at forða fyri grindadrápi í Før­oyum. Hendingin á Sandi í fjør og eftirspælið gjørdi, at myndugleikarnir vóru var­ ugir við, at heimildirnar í lógunum at forða fyri, at fólk leggja seg uppí grindadráp ikki eru nóg víðar og ger at myndugleikarnir ikki kunnu gera, sum teir halda vera neyð­ugt. Nýggjar heimildir Grindalógin er nýggj og bygg­ir ikki á nakra gamla lóg, men heldur á siðvenju, sum er elligomul. Í sambandi við, at heim­ ildir verða givnar at taka og forða fólki at leggja seg útí grindadráp, fær løgreglan heimild at afturhalda fólki í 12 tímar og løgreglan fær eisini møguleika at leggja hald á lutir, sum kunnu brúk­ ast at forða fyri grindadrápi. Høvuðsorsøkin til, at mett verður neyðugt at út­ vega víðkaðar heimildir at aft­ur­halda persónar og at fremja lóghald á lutir, sum hesir persónar hava brúkt at órógva, darva ella forða grindadrápi, er tann uppí­ bland­ing, sum í nýggjari tíð við millumbilum hev­ur tikið seg upp ímóti grinda­drápi, og tær eftir­met­ingar og roynd­ir, sum mynd­ug­leik­ ar­nir í Føroyum hava gjørt sær í mun til at handhevja lóg og landaskil í sambandi við grindadráp, var sagt í viðmerkingunum til lógar­ uppskotið. Eitt grundsjónarmið aft­anfyri nýggju lógina er, at tey sum skipa fyri grindadrápi: grindaformenn, sýslumenn og løgreglan fáa víðari heimildir at forða óvið­komandi at leggja uppí og royna at forða fyri at grind og smáhvalur annars verður dripin. Avleiðingarnar Tað er fiskimálaráðið sum hevur gjørt uppskotið og ráðið heldur ikki, at lógin fer at broyta nakað hjá teimum, sum vanliga drepa grind eftir gomlu siðvenjuni. Hinvegin fær uppskotið avleiðingar fyri teir fe­lags­ skap­ir, sum ætla at órógva, darva ella forða fyri grinda­ drápi, tí mynd­ug­leika­per­ són­ar fáa fríari heimildir at gera inntriv mótvegis slík­ um persónum og lutum, sum brúktir verða at fremja lógar­ brot við. Tí verður mett, at hesir per­sónar í størri mun fara at vera hildnir aftur og hand­tiknir, um persónarnir við gerðum, inntrivum ella óvirkni órógva, darva ella forða fyri, at grindadrápið kann ganga sína vanligu gongd. Eisini verða lutir, tað veri seg hjálpitól, amboð ella før, sum hesir brúka at fremja lógarbrot við, tiknir av teim­ um við víðkaðu heimildini at fremja skyldubundið lóg­ hald. Sambært stk. 2 er grinda­ lógin eisini beinleiðis gald­ andi fyri onnur, sum ikki eru við í sjálvum grinda­dráp­in­ um, um hesi við gerðum ella óvirkni órógva, darva ella forða fyri, at grind verður hildin til. Tað er uttan týdning, um gerðirnar ella óvirknið verð­ur framt á landi ella sjógvi, um tað verður framt av persónum, sum eru í báti, sjóskutara ella sum brúka seg sjálvi sum am­boð, ella onnur amboð ella hjálpi­tól at útinna sínar gerð­ir ella sítt óvirkni fyri at leggja forð­ ingar fyri, at grinda­drápið kann ganga sína vanligu gongd. Tað hevur var upp á tal at áseta reglur í lógina, sum geva sýslumonnum og øðrum av teimum heim­ilað­ um fólki, heimildir at hand­ taka fólk, sum við gerðum ella óvirkni royna at forða fyri, at grind verður hildin til. Fútin frámælti slíkum víðkaðum heimildum við til­ vísing til, at tað longu finn­ ast reglur um borgarliga hand­tøku sambært § 755, stk. 2 í rættargangslógini, og at víðkaðar heimildir sambært eini serlóg sum grindalógini kunnu økja um vandan fyri óneyðugari valdsnýtslu. Harafturat kemur, at løg­ reglan oftast er hjástødd í sambandi við grind, og er tað ein vanlig uppgáva hjá løg­regl­uni at halda lóg og landa­skil, eitt nú tá ein størri fólka­mongd savnast, og er hetta eisini gald­andi, tá grinda­boð eru. Harumframt verður løg­ reglan sambært § 10 heim­ ilað til at fremja ávís inn­ triv í sambandi við, at roynt verður at órógva grinda­ drápið. Alt á einum stað Ófriðurin í samband við grinda­dráp í seianstuni er ein orsøk til at lógin er sam­ tykt nú, men vert er at leggja til merkis, at tað sum áður bert var siðvenja nú er felt niður í eina grindlóg. Ein lóg, sum gevur lands­ stýris­manninum heimildir at gera regugerðir í smband við grindadráp. Ein avleiðing av nýggju lógini er, at tey, sum skulu drepa hval, skulu hava verið á skeiðum, har slíkt verður lært. Millum manna verður hetta nevnt, at tey millum 2000 og 3000 fólkini, sum hava verið á skeiðum hava fingið »license to kill« – loyvi at drepa hval, sjálvandi. Grindalógin kemur í gildi beinanvegin. politikkur Nú er grindalógin endaliga samtykt Greið semja er millum tingfólk um, at tað eigur at verða bannað at forða fyri grindadrápi í Føroyum Felagsskapurin Sea Shepherd hevur boðað frá, at tey aftur koma til Føroyar í summar at forða fyri grindadrápi. Fleiri teirra eru longu komin higar Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jakob Vestergaard, fær heimild at gera kunngerðir í samband við grindadráp