mikudagur 24. juni 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss
í eini fyritøku í menning? Hug til skrivstovu-
arbeiði, kundarøkt og sølu? So hava vit møguliga
rætta starvið til tín. Vit leita eftir einum lærlingi
til útflutningsdeildina hjá Smyril Line Cargo,
Eystara Bryggja í Tórshavn.
Um starvið:
Starvið er fjølbroytt, avbjóðandi og til tíðir
krevjandi. Tú lærir nógv, og tú verður partur av
einum royndum toymi á útflutningsdeildini.
Starvið fevnir millum annað um at:
» Samskipa útflutning
» Avgreiða útflutningsskjøl
» Kundasamskifti / sølu
» Fakturering
Førleika krøv:
Tú mást hava miðnámsprógv. Vit vænta eisini, at
tú ert fleksibul, dámar sølu, hevur stóran áhugað
í flutningsvinnuni, dámar at samskifta, møta fólki
og at selja. Tað er eisini neyðugt, at tú dugir væl at
orða teg í skrift og talu á føroyskum. Eisini vænta
vit, at tú dugir væl danskt og enskt.
Setanarviðurskifti:
Lærutíðin er 2 ella 3 ár og starvið verður lønt
sambært sáttmála.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til
Ivan Fossabrúgv, søluleiðara, Smyril Line Cargo á
telefon 239611.
Umsókn
Send tína umsókn og avrit av møguligum
prógvum í seinasta lagi tann 1. juli 2015,
umvegis t-post til: ifo@cargo.fo
Smyril Line | Yviri við Strond 1 | P.O.Box 370 | 110 Tórshavn | Faroe Islands | Tlf 34 59 00 | Fax 34 59 01 | cargo@cargo.fo | www.cargo.fo
SKRIVSTOVULÆRLINGUR
TIL ÚTFLUTNINGSDEILDINA
Um Smyril Line
Í dag er Pf. Smyril Line eitt reiðaravirki, ið hevur gott orð
á sær. Smyril Line rekur farleiðuna ímillum Danmark,
Føroyar og Ísland við bæði ferðafólki og farmi. Felagið
hevur bygt upp eitt gott umdømi bæði tá ið tað snýr seg um
ferðafólka flutning og farm. Í 2014 var Norröna eisini kosin
at vera ársins skip. Í alt starvast umleið 250 fólk hjá Smyril
Line samtakinum.
Skrivstovulærlingur