Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71 Sosialurin Uppgávurnar eru m.a. at: • samskifta um og avgreiða kt-viður- skifti • verða partur av Snar toyminum • saman við próvstovuni at hava ábyrgd av svar.fo og talgildum roynd um í fólkaskúlanum • halda skeið fyri lærarum um talgildar royndir • ganga á odda fyri og vísa á gongdar kt-leiðir í skúlaverkinum • ritstjórna talgildar útgávur • og møguliga sita við ábyrgd fyri servarunum hjá Námi. Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur: • útbúgving á økinum – lærari ella viðkomandi kt-útbúgving og royndir í skúlaverkinum • royndir á kt-økinum og kunnleika til talgildar royndir • góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt • góðan kunnleika til kt-skipanir sum heild • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Vit bjóða Eitt ógvuliga spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum í toymum við blandaðum starvsbólkum og millum stovnar og við nógvum samskifti inneftir og úteftir. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógv- um, C.V. o.ø. verður send sum teldu post ur til: nam@nam.fo. Umsóknin skal vera Námi í hendi í seinasta lagi hósdagin 2. juli í 2015, kl. 12.00. Upplýsingar um virksemið í Námi eru at finna á heimasíðu okkara nam.fo og á snar.fo. Er tørvur á fleiri upplýsingum, kanst tú seta teg í samband við Regin Marnersson, stjóra, á tlf. 555150 ella á reginm@nam.fo. Vilt tú vera við til at styrkja og menna kt-økið í Námi? Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, FirstClass og gevur út undirvísingartilfar. Savnið í Námi vendir sær til skúla­ verk ið og dagstovnaøkið og er ein sýnisgluggi, har nýggjasta føroyska og útlendska undirvísingartilfarið verður víst fram til kunningar, íblástur og útlán. Í savninum eru eisini yrkisbókmentir og flokssett við fagurbókmentum á føroyskum, donskum og enskum. Starvsfólk til kt-toymið í Námi Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki frá 15. september í 2015 at rokna ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt farloyvisstarv til 14. september í 2016 við møguleika fyri at leingja til 15. september í 2017. Starvið er fjølbroytt og áhugavert kt-starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning við skiftandi uppgávum. Staravegur 1-3 · Postboks 1039 · 110 Tórshavn Tel: 31 35 35 · info@bm.fo · www.bergmotors.fo Verkstøðini fara í summarfrí frá 20. juli til 16. august 2015 Bilasølan og goymslan hava opið sum vanligt VERKSTØÐINI Í SummaRfRÍ