Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá elskaða mamma, omma og langomma okkara Alexandra Michelsen Tvøroyri andaðist og varð jarðað. Takk fyri heilsanir, kransar, blómur og peningagávur til Suðuroyar ellis- og røktarheim. Takk til Jónsvein Bech fyri góð og vøkur orð í kapellinum og kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Takk til tykkum øll, sum vórðu um hana og sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað á hesi fold. Hjartaliga takk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið. Ein serlig tøkk til tykkum á Suðuroyar ellis- og røktarheimi. Familjunnar vegna Jógvan Petur, Chris Jan, Páll og Rebecca Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara høgt elskaða mamma, omma, langomma, vermóðir og systir Marina Petersen f. 08.06.1937 – d. 04.02.2015 andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum øll á Borðanesheiminum og B6, sum vóru um hana. Tøkk til talarar og sangarar fyri góð og troystarrík orð og vakran sang. Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið og til tykkum, ið fylgdu mammu okkara til hennara seinasta hvílarstað. Eisini ein tøkk til tykkum øll, ið mintust mammu við kransum, blómum og peningagávu til Krabbameinsfelagið. Vegna familjuna Kára, Rannvá, Durita v/ familjum og systkini Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermóðir, omma og langomma Hanna Weihe f. 8.10.27 – d. 29.05.15 andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum í Miðstovu á Lágargarði, sum vóru um hana, meðan hon var hjá tykkum. Takk til Ann prest fyri góð og troystarík orð. Takk tit øll, ið hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið, og til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Eisini takk til tykkum øll, ið mintust hana við kransum og blómum. Familjunnar vegna Astrid, Elisaberth, Bergit og Djóni Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður og pápi Jóannes Lindarstein f. 17.12.1950 – d. 06.03.2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til Hera Joensen prest, sangarar, kirkjutænarar, berarar og gravarar. Takk fyri uppmerksemi, blómur og heilsanir. Takk til tykkum øll, sum bakaðu og á annan hátt hjálptu til við ervið. Ein serstøk tøkk til tykkum á B6, sum vóru um Jóannes seinastu tíðina. Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Davida og Marjun Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða, mamma, vermóðir, omma og langomma Ingigerð Poulsen f. 10.01-26 – d.05.05-15 andadist og varð jarðað. Tøkk til Havstein Klein prest fyri góð og troystarík orð í kirkjuni. Takk til Sandoyar manskór fyri vakran sang. Tøkk til tykkum øll, ið á allan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið, og til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til tykkum á sambýlinum, sum vórðu so góð við hana. Eisini ein tøkk til tykkum øll, ið mintust hana við kransum, blómun og peningagávur til Missiónshúsið. Familjunnar vegna Eyðfinn, Eyðun, Marita, Gunnvør og Elin v/ fam. Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum vístu samkenslu, tá okkara elskaða mostir og fasti4‘r Elisabeth Davidsen, Elduvík f. 26.08.24 – d. 25.02.15 doyði og varð jarðað. Takk til Karl fyri góð orð á røktarheiminum, tøkk til Meinhard Bjartalíð og Jónsvein fyri góð orð og vakran sang í kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar, gravarar og kirkjutænarar og øll tit, ið hjálptu til í sambandi við jarðarferð og ervi. Tøkk fyri blómur og gávur til kirkjuna. Eina hjartans tøkk til tykkum, ið hava verið um hana tey tíggju árini, hon búði hjá tykkum, fyrst á heiminum á Mýruni og síðani á demensdeildini á Eysturoyar røktar og ellisheimi, tykkara fløvandi hendur gjørdi henni lívið gott. Tøkk øll tit, ið fylgdu Elisabeth til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jona