mikudagur 24. juni 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
2
1939
27. juni - 3. juli 2015
Oyggjaleikir á Jersey
Sekstandu oyggjaleikinir fara nú av bakkastokki. Oyggjaleikirnir í
ár eru á Jersey. Ein oyggj, beint uttanfyri Frakland, sum samanlagt
er minni í stødd enn Sandoyggin.
Jersey er saman við Guernsey, Sarc, Herm og Alderney tær
sokallaðu kanaloyggirnar, ið liggja millum suður Ongland og
Frakland. Fólkatalið á Jersey liggur umleið um 90.000 íbúgvarar.
Kurvabóltur fyri fyrstu ferð
Føroyingar skulu kappast í 12 ítróttargreinum á Jersey í summar.
Tað verður í bogaskjóting, frælsum ítrótti, badminton, kurvabólti,
súkkling – MBT og road, skjóting, borðtennis, tennis, golf, flog
bólti, strandarflogbólti, triathlon og súkkling.
Á leið 280 fólk vera við í føroyska ferðalagnum, sum hósdagin
setur kósina móti Jersey.
Merkisvert í ár, er at kurvabóltur á fyrsta sinni er við føroyskari
umboðan. Harafturat er eisini vert at hava í geyma, at Føroyar nú
aftur luttekur í svimjing. Tað gjørdi Føroyar ikki á oyggjaleikunum
á Bermuda í 2013.
Byrjaði í 1985
Alt byrjaði á Isle of Man í 1985, tá ið skipað varð fyri eini ítróttar
kapping fyri oyggjalond. Hetta skuldi verða ein ítróttarhátíð, sum
skuldi vera einaferð.
Tað eydnaðist tó so væl í 1985, at tað nú eru sekstandu
oyggjaleikirnir, ið eru á skránni. Samstundis verður eisini hildið, at
oyggjarnar hava brúk fyri eini kapping av hesum slag.
Føroyar hava einaferð verið vertir fyri oyggjaleikunum – tað
var í 1989, tá ið triðju oyggjaleikirnir vóru hildnir.
Gott summarveður
Sambært forsøgnunum, so kunnu vit vænta okkum oyggjaleikir
við góðum summarveðrið. Á Jersey plagar tað at vera heitast í Juli
mánað, tá miðal hitin liggur um 17 stig, og hesa ferðina verður
einki undantak. Veðurmaðurin lovar fleiri dagar, har hitin liggur
omanfyri 20 stig, so alt talar fyri at okkara ítróttarfólk, fáa bestu
umstøður at virka undir.
Sekstandu oyggjaleikirnar fara nú av bakkastokki. Føroyar fara
at kappast í 12 ítróttargreinum. Merkisvert er, at Føroyar nú
aftur fer at luttaka í svimjing. Svimjing var ikki við á seinasta
oyggjaleikunum, sum vóru á Bermuda fyri tveimum árum síðani
Oyggjaleikablaðið 2015
Redaktørur: André Olsen Blaðfólk: Pætur Albinus, Neli Heldarskarð, Hilmar Jan Hansen og Heri Árnason Simonsen
Myndir: Álvur Haraldsen, Eydbii Myndir og jersey pressmyndir Layout og umbróting: Pætur eyðunsson Jensen
1985: Isle of Man
1987: Guernsey
1989: Føroyar
1991: Áland
1993: Isle of Wight
1995: Gibraltar
1997: Jersey
1999: Gotland
2001: Isle of Man
2003: Guernsey
2005: Hetland
2007: Rhodos
2009: Áland
2011: Isle of Wight
2013: Bermuda
2015: Jersey
Oyggjaleikarvertir síðani 1985: