mikudagur 24. juni 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
4
1939
27. juni - 3. juli 2015
So fara vit aftur á oyggjaleikir
Líka síðani tað heila byrjaði á Isle of Man á sumri
í 1985, altso fyri 30 árum síðani, hava Føroyar
verið við, tá oyggjaleikir hava verið á skránni.
Ta fyrstu ferðina vóru um 700 ítróttafólk úr 15
oyggjasamfeløgum við, men við árunum eru
leikirnir støðugt blivnir størri og meira umfatandi.
Hesaferð eru yvir 3.000 ítróttafólk við úr
24 oyggjasamfeløgum, og verður kappast í
tilsamans 14 ítróttagreinum, harav føroysku
ítróttafólkini skulu kappast í bogaskjóting,
frælsari ítrótt, badminton, kurvabólti, súkkling,
fjallasúkkling, skjóting, borðtennis, tennis, golf,
flogbólti, strandarflogbólti, triathlon og svimjing.
Merkisvert er hesaferð, at Føroyar fyri
fyrstu ferð eru við í kurvabólti, og so kunnu vit
eisini fegnast um, at føroysku svimjararnir enn
einaferð fara at kappast um heiðursmerki, tí
svimjingin var ikki við á Bermuda fyri tveimum
árum síðani. Hinvegin er fimleikur, har tað eisini
hevur roynst væl hjá okkum so mangan, ikki við
hesaferð, eins og judo heldur ikki er tað.
Savnast sum tjóð
Samlaða føroyska ferðalagið telur um 275 fólk,
og ferðast vit til Jersey við tveimum flogførum,
sum vit hava leigað frá Atlantsflogi. Hópurin er
av teimum størstu tey síðstu mongu árini, og
tað er ógvuliga hugaligt, tí fyri fleiri av ítrótta
greinunum eru oyggjaleikirnir størsta ítróttaliga
avbjóðingin, tá vit tosa um at kappast uttan
fyri landoddarnar. Og hugaligt er tað eisini, at
oyggjaleikirnir hava hepnast okkum væl millum
ár og dag, tá vit hugsa um vunnin heiðursmerki.
Eisini ger seg galdandi, at meðan onnur lond
hava olympisku leikirnar síggja fram til fjórða
hvørt ár, eru oyggjaleikirnir ein hin størsta
avbjóðingin hjá okkum. Hetta er einasta breiða
ítróttakapping, ið megnar at savna okkum sum
eina tjóð, og sum vit øll standa saman um.
Vit gleðast um góð úrslit á oyggjaleikunum,
og hesir leikir hava í mongum førum verið
avgerandi lopfjølin – bæði hjá dugnaligum ein
staklingum og sum avgerandi royndin hjá heilum
ítróttagreinum.
Fara at kýta seg
Í ár eru leikirnir á eini av bretsku kanaloyggj
unum, Jersey, sum eisini var vertur í 1997, og
her koma vit at kappast á eini oyggj, sum altíð
hevur verið kend fyri eitt sera virkið ítróttalív.
Somuleiðis hava Isle of Man, Guernsey, Áland og
Isle of Wight hýst leikunum tvær ferðir, og næstu
ferð verða leikirnir fyri aðru ferð í Gotlandi.
Føroyar hava ligið framvið meira enn eina ferð
at hýsa leikunum aftur, men enn hevur tað ikki
borið á mál hjá okkum. Okkara vón er sjálvandi,
at vit fáa leikirnar, men áðrenn tað gerst veru
leiki, eru ymisk viðurskifti, ið skulu fáast upp á
pláss. Vit arbeiða miðvíst við at finna føroyskari
ítrótt størri og betri avbjóðingar, og við í teimum
royndunum eru sjálvandi einir komandi oyggja
leikir á føroyskari jørð.
Her og nú snýr tað seg tó fyrst og fremst um,
at okkara ítróttafólk á Jersey fara at kýta seg
fyri at vinna Føroyum heiðursmerki, tí eingin løta
er størri, enn tá vit fagna okkara egnu ítrótta
fólkunum undir einum veittrandi Merki og við
tjóðsanginum rungandi úr hátalarunum. Vit vóna,
at vit fáa nógvar slíkar løtur á Jersey og fara
undir øllum umstøðum at gera okkara besta!
Petur Elias Petersen ÍSF-forseti
Fyri sekstandu ferð eru oyggjaleikir á skránni, og
føroyingar eru – enn sum áður – millum tey mongu
ítróttafólkini úr 24 oyggjasamfeløgum, ið kappast í
14 ymsum ítróttagreinum. Hesaferð fara vit avstað
við einum stórum hópi, ið telur 275 fólk
1 Jersey
418 408 387 1203
2 Isle of Man
343 333 353 1029
3 Guernsey
335 349 363 1047
4 Gotland
208 173 170
551
5 Føroyar
162 155 183
500
6 Åland
153 160 134
447
7 Isle of Wight
150 138 182
470
8 Cayman-oyggj.
65
44
49
158
9 Saaremaa
60
72
71
203
10 Bermuda
56
54
64
174
11 Ísland
50
45
41
136
12 Rhodos
50
43
43
136
13 Gibraltar
44
48
74
166
14 Hetland
37
52
81
170
15 Minorka
28
25
33
86
16 Orknoyggjar
19
31
37
87
17 Ynys Môn
19
30
38
87
18 Grønland
15
19
26
58
19 Prince Edward Isl.
6
6
9
21
20 Malta
6
2
2
10
21 Hebridurnar
3
5
13
21
22 Sark
2
8
6
16
23 Falklandsoyggj.
1
5
11
17
24 Hitra
1
2
0
3
25 Frøya
1
1
2
4
26 Alderney
0
2
3
5
27 Saint Helena
0
0
2
2
G
S
B
Tils.:
Søguligt yvirlit yvir oyggjaleika
heiðursmerki 1985-2013. Ísland og
Malta fóru úr oyggjaleikunum fyri at
taka lut í Small Nations Games. Prince
Edward Island er ikki longur partur av
oyggjaleikunum. Føroyar eru nummar
fimm á tí søguliga yvirlitinum við 500
oyggjaleikaheiðursmerkjum.