mikudagur 24. juni 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
6
1939
27. juni - 3. juli 2015
Fjallasúkkling hevur góðar vónir
Torkil er betri enn nakrantíð
Seinastu oyggjaleikir eydnaðist tað ein av smærri og minni kendu ítróttargreinunum
í Føroyum, fjallasúkkling, at fáa eitt bronsuheiðursmerki heim við. Tað er
vón um tað sama hesaferð, og heiðursmerki í liðkappingini er eitt mál
– Formurin hevur ongantíð verið betri, sigur Torkil Veyhe, sum er stóra
heiðursmerkjavónin hjá súkklingini, sum sendir fimm mans til Jersey
Ein av teimum smærri og minni kendu ítróttar
greinunum á oyggjaleikunum, er fjallasúkkling.
Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð í 2007, og síðani
tá hava teir verið við hvørja ferð fjallasúkkling
hevur verið við á leikunum. Fyrstu ferð var Høgni
R. Øster einsamallur við, men síðani tá hevur tað
vundið upp á seg og á seinastu oyggjaleikum
eydnaðist tað Helga Winther Olsen at vinna
bronsu í cross country.
Tvær kappingar
Føroyski hópurin, sum telur fimm súkklarar, skal
kappast tveir ymiskar dagar í tveimum ymiskum
greinum. Cross country er ein teimum meiri
krevjandi greinunum, har teinurin er áleið 3km og
súkklað verður fleiri umfør og samanlagt gevur
ein tein, ið tekur umleið hálvan annan tíma at
súkkla. Hesin teinurin er helst tann sum liggur
næst tað, sum vit kenna fjallasúkkling fyri – tað
eru nógvar forðingar og teinurin er tekniskt
krevjandi.
Hin greinin er criterium. Hesin teinurin er
900m til longdar, trillrundur og er samanlagt
styttri enn hin – hann tekur undir ein tíma. Á
hesum teininum eru einans smærri forðingar og
annars er tað fulldrøn á kassan, sum tikið verður
til.
Góðar vónir
Fjallasúkkling er ikki serliga kent í Føroyum.
Vit hava spurt ein av teimum royndastu
fjallasúkklarunum, Høgna R. Øster, sum verður
ferðaleiðari á Jersey, hvussu støðan er hjá hesum
ítróttinum í Føroyum.
– Umstøðurnar eru í lagi, um man er kreativur.
Fyri tað mesta súkkla vit á grús-gongugøtum,
tí tað er bannað at súkkla ímillum trøð, sigur
Høgni, sum má viðganga, at tað er teimum ein
meinbogi tá ið súkkla verður uttanlands.
Annars eru vónirnar góðar til oyggjaleikir.
Danski Kenneth Ellefsen hevur lagt súkklarunum
lag á seinasta árið, meðan Kári Brattaberg og
Helgi Winter Olsen hava vant í Danmark, har
teir búgva. Eisini hava allir verið við í kapping á
Bornholm.
– Helgi vann bronsu í cross country seinast og
vit vóru tætt við bronsu í liðkappingini. Helgi er
okkara størsta individiella heiðursmerkjavón, og
at fáa heiðursmerki í liðkappingini er heilt klárt
eitt mál, sigur Høgni R. Olsen.
Hóast tað eru teir gulu súkklararnir frá Team
Rynkeby, sum fylla mest í landslagnum í løtuni,
so eru tað eisini nakrir inn ímillum, sum súkkla
á allarhægsta støði. Fimm mans fara seinni í
vikuni til Jersey, har teir skulu royna at súkkla
heiðursmerki heim til Føroya.
Torkil er við
Avgjørdi profilurin á føroyska súkklulandsliðnum
er aftur hesaferð Torkil Veyhe. Á seinastu
oyggjaleikunum vann hann tvær silvur, og útlitini
fyri at hann endurtekur bragdið eru til staðar, tí –
sum hann sjálvur sigur – so hevur hann ongantíð
verið betur fyri enn nú.
- Formurin hevur ongantíð verið betri. Eg
byrjaði fyrireikingarnar longu eftir seinastu leikir,
tá eg bleiv nummar tvey í einkultstartinum og
á landavegnum. Eg hugsaði longu tá, at hetta
kundi eg gera betri. Eg havi lagt stóran dent á
venjingarstrukturin frá vetur til nú, soleiðis at eg
skal toppa á oyggjaleikunum, sigur Torkil, sum
fyri stuttari tíð síðani hevur súkkað seg til triðja
og annað pláss í tveimum stórum kappingum í
Danmark, har hann býr.
Eingin Guðmundur
Í úttøkukappingunum her heima smurdi
Guðmundur Joensen alla mótstøðu av. Hann
hevði tískil verið úttikin, men av tí at hann íðkar
triathlon og valdi tað framum, so loyva reglurnar
honum ikki at súkkla eisini. Hann hevði uttan iva
verið ein góður hjálpari hjá Torkili - og meir enn
tað.
– Eg havi ikki koyrt so nógv við Guðmundi
seinastu tvey árini av tí at hann hevur koyrt
øgiliga spesifikt triathlon, men tað er einki at
ivast í, at hann er ein knasandi góður og sterkur
súkklari, og hann hevði heilt sikkurt verið ein
góð hjálp. Serliga hevði hann styrkt okkum
um møguleikan at vinna liðmedalju á einkult
startinum, sigur Torkil.
Rætta liðið
- Men tá tað er sagt, so hava vit heilt klárt tikið
rætta hópin út eftir teimum umstøðum, sum vit
koyra undir á Jersey, er Torkil skjótur at leggja
afturat.
Hann nevnir, at Bogi Kristiansen og Gunnar
Dahl-Olsen sum altíð koma við nógvari vitan
og taktiskum ráðum. Eisini rósar hann Dávi
Magnussen og Jóanis Albert Nielsen, sum hann
heldur vera væl koyrandi í løtuni.
Fjallasúkkling
Helgi Winter Olsen
Jógvan Højgaard
Hilmar Hansen
Kári Brattaberg
Sigmund Olsson
Súkkling
Torkil Veyhe
Dávur Magnussen
Bogi Kristiansen
Gunnar Dahl-Olsen
Jóanis Albert Nielsen