Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN oyggjaleikir 8 1939 27. juni - 3. juli 2015 Vantandi umstøður ein forðing Tennis við nýggjum íblástri Umstøðurnar at spæla golf í Føroyum eru vánaligar. Føroyar er einasta landið í oyggjaleikahøpi, sum ikki hevur nøktandi umstøður til golf, og tað merkist. Málið á oyggjaleikunum er at fáa onkran spælara at enda fram ímóti miðjuni Føroysku tennisspælararnir hava tað trupult á oyggjaleikunum, har støðið er sera gott, men hesaferð hava teir føroysku spælararnir fingið viðleikara úr Danmark og hava teir harumframt fingið góða hjálp frá venjara úr Argentina Golf er ein sera kend og vird ítróttargrein kring allan heim, men av tí at tað kostar nógvar milliónir at gera ein nútímans golfvøll og politiski hug­urin er tað, sum minnir um null, so eru Føroyar eftirbátur í hesum ítróttinum. Eisini á oyggja­leikum, har leikararnir mugu rinda fyri at um­støður­nar eru somikið vánaligar, sum tær eru í Føroyum. Golf í Føroyum var eitt tíðarskeið nógv uppi at venda í miðlunum, men var tað einans av nógv umtalaða nýggja golfvøllinum, sum er størsti mein­bogin fyri at Føroyar kunnu bjóða seg fram at hava oyggjaleikirnar. Ferðavinnufremjandi Ein av eldsálunum innan golf í Føroyum, Janus Norðberg, harmast um, at umstøðurnar í Føroyum eru somikið svikaligar. Hóast tað, so fara hann og liðfelagar hansara til Jersey at gera sítt besta. – Allir leikararnir halda tað vera stuttligt at vera við, og sum ein kendur venjari segði: vit eru við fyri at læra. Vit fáa tær royndir, sum skulu til, og vit vóna at málið um nýggjan golfvøll verður loyst, soleiðis at vit ikki bara halda fram við at gera gestir aðrastaðni, men eisini kunnu bjóða hinum til okkum, sigur Janus, sum eisini heldur tað hevði givið ein síðuvinning til landið. – Golf er ferðavinnufremjandi. Nógv fólk koma til, og tey koma eisini gjarna aftur. Serliga um tað er væl fyriskipað. Golf er ein ítróttargrein, sum gagnar øllum aldursbólkum – eisini eldra partinum, sigur Janus. Hann leggur afturat, at teir á oyggjaleikunum ætla at vísa Merkið fram, og at teir vóna, at golf skjótt kemur til sín rætt í Føroyum. Eftir miðjuni Janus Norðberg er í løtuni í Hollandi og venur golf, eins og hini á landsliðnum eisini hava verið á venjingarlegum uttanlands. Hann vísir á, at støðið í golf á oyggjaleikum er sera høgt, og at fleiri av spælarunum eru ávegis at gerast fulltíðar golfspælarar. – Tað er ein fragd hjá okkum at síggja hvussu teir spæla og hvussu tað ber til at blíva til nakað. Tað er mennandi hjá okkum at síggja teir vera í sving, sigur Janus. Hann sigur, at málið hjá teimum í sjálvari kappingini er at fáa onkran at enda frammi ímóti miðjuni. Tennis er ein av teimum ítróttargreinunum á oyggjaleikum, har støðið er sera gott og langt er ímillum tey sterkastu og veikastu londini. Seinastu árini hevur tað ikki eydnast føroysku spælarunum at koma langt í kappingunum, og vónirnar um at fáa gott úrslit hesaferð er treytað av hvussu leikur ferst í lutakastinum og styrkis­ metingunum. Hópurin hesaferð er styrktur við Nicholas Petersson, sum er búsitandi í Danmark, men er ættaður úr Hvannasundi. Harumframt hava tennis­spælararnir her heima fingið góða hjálp frá argentinska venjaranum, Pablo Merin, sum í løtuni er í Føroyum. Fyrireikingar Martin N. Simonsen er ein av teimum royndu tennis­spælarunum í Føroyum, og saman við føroya­meistaranum Pæturi M. Dahl og Hjalta M. Jacobsen hevur hann fyrireikað seg til oyggja­ leikirnar. – Vit hava gjørt vanligu fysisku venjingina um veturin, og síðani eitt bland av innandura og uttandura tennisvenjing frá mars og til nú. Hetta hava vit gjørt umleið fýra ferðirnar um vikuna, tó at vánaliga veðrið hevur tarnað nøkrum venj­ ingum. Tað hevur verið teknisk venjing í vikuni og dystarvenjing um vikuskiftini, greiðir Martin frá. Hann leggur afturat, at Pablo Merin hevur verið teimum til góða hjálp. Vónir Nicholas Petersson gevur føroyingunum eitt nýtt kort at spæla við, og saman við eitt nú Pæturi M. Dahl, føroyameistaranum, eru vónirnar rímiligar. – Nicholas er á rættiliga høgum støði og Pætur vann rættiliga nógvar dystir við seinastu leikirnar. Vit hava tó fingið Bermuda í 1. umfari av liðkappingini. Teir hava vunnið fleiri heiðurs­ merki og tað er eitt torført lutakast. Í ein­stak­ lingum liggja tríggir av fýra føroysku spælarum eisini ovast og niðast í cup-kappingini, sum merkir, at vit í øðrum ella triðja umfari skulu møta teimum teimum bestu leikarunum í kappingini, sigur Martin. – Sum aðrar greinir á oyggjaleikunum, so er langt millum bestu og veikastu oyggjarnar, men tá støðið blívur rímiliga høgt í tennis, so fylgja eisini nógvir pengar við, og tí hava betru liðini góðar umstøður at optimera við góðum venjarum, venjingarviðurskiftum, útgerð og øðrum, greiðir Martin at enda frá. Golf Kvinnur: Finngerð Sólbjørg Clark Menn: Bo Knudsen Janus Norðberg Ragnar Isaksen Óskar Eiríksson Tennis Nicholas Petersson Pætur M. Dahl Martin N. Simonsen Hjalti M. Jacobsen