Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN oyggjaleikir 10 1939 27. juni - 3. juli 2015 Týdningarmikil íðkari fall frá Sjey íðkarar umboða Føroyar í frælsum ítrótti á hesum oyggjaleikunum. Tað var annars meiningin, at tað skuldu vera átta Tað eru bara tveir av íðkarunum frá Bermuda 2013, ið ganga aftur í frælsum ítrótti. Teir eru Rúni Seloy og Rebekka Fuglø, ið bæði renna miðteinar. Vælkendi langteinarennarin, Bjørk Herup Olsen var ikki við í Bermuda fyri tveimum árum síðani, men kortini hevur hon royndir frá øðrum oyggjaleikum. Síðani eru tað Hanus Bergsson, Hallur Simonsen, Tórur Mortensen og Marna Egholm, ið øll royna seg í oyggjaleikum á fyrsta sinni. Hetta eru teir sjey luttakararnir, ið skulu umboða Føroyar í frælsum ítrótti. Fleiri aðrir íðkarar vóru nær við at klára minstakrav í tíð/longd/hædd í síni ítróttargrein, men gjørdust akkurát ov stutt.   Valborg givið avboð Fyri tveimum árum síðani vóru tað átta íðkarar, sum tóku lut í frælsum ítrótti. Tað var eisini meiningin, at átta íðkarar skuldu luttaka í ár, men ein skaði forðaði hesum. Sosialurin hevur tosað við Niels Jákup Jakobsen, ið er úttøkuleiðari í frælsum ítrótti. – Valborg Heinesen, sum er langteinarennari, ið stóð seg sera væl í Bermuda, er ikki við á hesum sinni vegna ein skaða. Tað ber ikki til at seta annan íðkara inn ístaðin, tí at freistin at skráseta íðkarar í frælsum ítrótti á oyggjaleikum var 27. apríl. Tað er ein smeitur, at Valborg ikki er við hesa­ferð, tí at hon henni væntaðu vit okkum nógv av, sigur Niels Jákup Jakobsen.   Ongin ávís mál Niels Jákup Jakobsen er ikki heilt sannførdur um, hvat væntast kann av føroysku luttakarunum í frælsum ítrótti. Hann vónar sjálvandi tað besta. – Vit hava eitt sindur blandaðar vónir til úrslitini, tí at tað hevur verið so stór útskifting. Ein skal ansa eftir við at leggja trýst á nakran, men Marna Egholm er í einum klassa fyri seg, og hana hava vit góðar vónir til. Rúni Seloy og Rebekka Fuglø, ið luttaka í miðteinarenningum, eru eisini sera væl fyri, men í teirra kappingum er kappingin ógvuliga hørð. Hanus Bergsson hevur eisini tikið seg nógv fram seinastu tíðina, og hevur hann sett fleiri met í spjótkasti. Hann er eisini ein luttakari, sum eg havi góðar vónir til. Vit vóna sjálvandi eisini, at onkrir av hinum luttakarunum taka øll á bóli og skara framúr, greiðir Niels Jákup frá.   Sama styrki Manningin, ið umboðar Føroyar í frælsum ítrótti, er sera ung. Bert ein luttakari, Marna Egholm, er yvir 30. Restin av luttakarunum liggja um 20 ára aldur. Tórur Mortensen er yngsti luttakari, og er hann 16 ára gamal. Hóast nógvu útskiftingina vísir Niels Jákup tó á, at manningin ikki er blivin veikari. Tó væntar hann, at kappingin verður harðari. Manningin hevur umleið somu styrki sum tann, ið fór til Bermuda í 2013. Men kappingar­ nar í Bermuda vóru á einum lægri støði, tí at tá vóru nógv færri luttakarar. Hesa ferð eru nógv fleiri luttakarar, og tí verður kappingin eisini harðari av tí sama, sigur Niels Jákup Jakobsen at enda. Frælsur ítróttur Hanus Bergsson, Hvirlan – spjótkast Hallur Simonsen, Hvirlan – klingrukast Tórur Mortensen, Hvirlan – longdarl. / trístøkk Rúni Seloy, Bragdið – miðteinar Rebekka Fuglø, Treysti – miðteinar Bjørk Herup Olsen, Bragdið – langteinar Marna Egholm, Bragdið – langteinar Badminton fer eftir metinum Ikki einans fer føroyska landsliðið í badminton eftir at fáa fleiri heiðursmerki enn á seinastu oyggjaleikum – nei, tey vilja hava fleiri enn nakrantíð. – Tað verður ringt at taka, men tað er so tað sum vit royna, sigur hjálparvenjarin, Magnus Gaard Badminton er ein av teimum væl dámdu ítróttar­ greinunum á oyggjaleikum og er so at siga altíð við. Føroyar, sum er ein badmintontjóð í vøkstri, hevur áður fingið fingið fleiri heiðursmerki við aftur av leikunum. Soleiðis var eisini á Bermuda fyri tveimum árum síðani, har úrtøkan var ein gull, ein silvur og tvær bronsur. Gullmerkið vunnu Rannvá D. Carlsson og Niclas Eysturoy í blandaðum tvímansleiki. Manningin hesaferð er áleið tann sama. Benjamin Gunnarstein, Aksel Poulsen og Niclas Eysturoy ganga á odda hjá monnunum saman við teimum ungu Bartal Poulsen og Magnus Dal-Christiansen, meðan sama søgan er hjá kvinnunum, har systrarnar Brynhild og Rannvá D. Carlsson eru tær mest royndu og hava Kristinu Eriksen, Gunnvu Jacobsen og Sólfríð Hjørleifsdóttir afturat sær. Vilja hava met Badminton plagar sum nevnt at vinna Føroyum fleiri heiðursmerki, og tað er eisini ætlanin hesaferð. Magnus Gaard, sum er hjálparvenjari á lands­liðnum, vónar at fáa fleiri heiðursmerki hesa­ferð enn seinast. – Heiðursmerkjavónirnar eru góðar. Vit vænta okkum betri úrslit enn seinast í liðkappingini, og helst fleiri heiðursmerki í individuellu kappingunum eisini, sigur hann. Seinast fekk føroyska badmintonlandsliðið bronsu í liðkappingini, og tað er ikki bara tað, sum skal gerast betri hesaferð. Tey fara nevniliga eftir at gera tað betri enn nakrantíð áður. – Besta úrslit nakrantíð hjá badminton­lands­ liðnum var í Álandi í 2009. Tað metið við trimum gullmedaljum verður ringt at taka, men tað er so tað sum vit royna, sigur Magnus. Útlitini fyri góðum úrslitum skuldi verið góð, tí spælararnir á landsliðnum eru í góðari venjing. – Vit hava vant miðvíst alt farna kappingárið við meira skipaðari fysiskari venjing síðani á jólum, sigur Magnus Gaard, hjálparvenjari hjá indiska Aritra Nandi, sum er høvuðsvenjari. Badminton Kvinnur: Rannvá D. Carlsson Brynhild D. Carlsson Kristina Eriksen Gunnva Jacobsen Sólfríð Hjørleifsdóttir Menn: Benjamin Gunnarstein Aksel Poulsen Niclas H. Eysturoy Bartal Poulsen Magnus Dal-Christiansen