mikudagur 24. juni 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
16
1939
27. juni - 3. juli 2015
Borðtennis við nýggjum venjara
Tað er ilt at nevna føroyskt borðtennis uttan at nevna Peter H. Niclasen. Nú hevur
16-faldaði føroyameistarin tikið við sum landsliðsvenjari, og málið hjá honum er
púra greitt: – Málið er altíð at vinna heiðursmerki, og er tað eisini í ár, sigur hann
Borðtennis var ikki við á seinastu oyggjaleikunum
á Bermuda, og er hetta tískil fyrstu ferð í fýra
ár, at føroyska landsliðið í borðtennis luttekur á
oyggjaleikunum. Seinast gekk rímiliga væl. Hóast
tað var eitt vónbrot, at spælararnir við battunum
mistu heiðursmerki í liðkappingini á stokkinum,
so kundu tey í hópinum fegnast um, at tað á
kvinnusíðuni eydnaðist at fáa fyrsta heiðursmerki
nakrantíð. Tað vóru tær báðar Henrietta Nielsen
og Rakul Mikkjalsdóttir, sum vunnu bronsu í tví
mansleiki.
Broytingar
Nakrar broytingar eru farnar fram í hópinum
hesaferð í mun til seinastu oyggjaleikir. Tríggir av
teimum fýra spælarunum á manssíðuni eru teir
somu, nevniliga Fróði F. Jensen, Pætur Albinus
og Hallur Thorsteinsson. Ragnar Egilsson spælir
ikki borðtennis longur, og er 14 ára gamla
stórtalentið, Hanus Sørensen, komin í hansara
stað. Tríggjar kvinnur eru við hesaferð. Tær eru
Henrietta Nielsen, Durita F. Jensen og Anna
Mikkjalsdóttir. Henrietta spælir í Týsklandi,
Durita er føroyameistari og Anna er lítlasystir
Rakul Mikkjalsdóttir, sum ikki spælir longur.
Nýggjur venjari
Eisini á venjarabonkinum er ein broyting farin
fram. Svenski Jan Berner, sum hevur verið lands
liðsvenjari seinastu fimm árini, er ikki longur
venjari. Í hansara stað er legendan Peter H.
Niclasen komin. Peter hevur verið við á øllum
oyggjaleikum síðani 1989, men leikluturin sum
landsvenjari er nýggjur.
– Eg havi leingi virkað sum venjari í felagnum
Tór í Havn, men eg má ásanna, at leikluturin sum
landsliðsvenjari er væl meiri umfatandi. Umframt
at hava ábyrgd av tí ítróttarliga, hevur tú ein meir
savnandi og fyriskipanarligan leiklut. Tú skalt
eisini hava í huga, at leikararnir kenna seg væl,
samstundis sum tú skalt hava eina professionella
frástøðu, soleiðis at tú varðveitir ein autoritet,
sigur Peter um nýggja leiklutin og leggur afturat:
– Ein væl tugd kliché er, at tað er nógv verri at
sita uttanfyri, og so er. Tú fært einki gjørt, men
hevur allar loysnirnar.
Støðið hækkar
Peter hevur, sum nevnt, verið við á oyggjaleikum
so at siga øll árini. Hann heldur, at støðið er
hækkandi.
– Eg havi verið við í oyggaleikahøpi síðan
1989 – sum leikari, sum hjálparvenjari og nú
sum venjari. Eg má siga, at støðið ár undan
ári hevur verið hækkandi. Talið av oyggjum, ið
taka lut, hevur ligið støðugt um 12-14 oyggjar.
Harímillum hava kanaloyggjarnar Guernsey,
Jersey og Isle of Wight tikið lut á øllum leikunum,
og hava hesar oyggjar kappingarmøguleika bæði
á bretska og franska meginlandinum. Áland
og Gotland hava sjálvandi somu møguleikar í
Svøríki. Altso kappingarmøguleikar í stórum
borðtennisumhvørvum. Hesar oyggjar hava altíð
fingið góð úrslit, greiðir Peter frá.
Vilja heiðursmerki
Nýggi landsliðsvenjarin er avgjørdur, tá ið hann
verður spurdur um, hvat málið verður á Jersey.
– Málið er altíð at vinna heiðursmerki, og er
tað eisini í ár, sigur hann.
Tó viðgongur hann, at tað als ikki verður lætt.
– Kappingin er hørð, og vit mugu sjálvandi
hava veruleikakend mál. Tey havi eg sjálvandi
í høvdinum, men samanumtikið er tað at vinna
heiðursmerki, sigur hann og heldur fram:
– Eg meti avgjørt, at møguleikarnir eru har.
Borðtennishópurin er samansettur av royndum
leikarum, ið hava verið í mongum kappingum
uttanlands, eins og vit hava ungar leikarar við,
ið eru við fyri fyrstu ferð. Teirra mál er sjálvandi
at royna oyggjaleikir og vinna sær royndir, ið
kunnu bera teir til sigur í framtíðini, sigur Peter
H. Niclasen at enda.
Borðtennis
Menn:
Pætur Albinus
Fróði F. Jensen
Hallur Thorsteinsson
Hanus Sørensen
Kvinnur:
Henrietta Nielsen
Durita F. Jensen
Anna Mikkjalsdóttir