mikudagur 24. juni 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
18
1939
27. juni - 3. juli 2015
Møðgur skulu umboða Føroyar
Hava góðar vónir
Móðir og dóttir skulu umboða kvinnusíðuna hjá Føroyum í strandarflogbólti,
meðan tveir fyrrverandi landsliðsveteranar skulu umboða liðið hjá monnum
Sjúrður Knudsen, formaður í Skjótisambandinum, sigur at vónirnar
eru góðar fyri góðum føroyskum úrslitum á Oyggjaleikum
Tá Oyggjaleikir vóru á Bermuda fyri tveimum
árum síðani, var tað fyrsta ferðin, at Føroyar lut
tóku í strandarflogbólti.
Tá umboðaðu Jens Heri Bolstad Mortensen og
Alex Troleis liðið hjá monnum, meðan Lena í Buð
og Guðrið Syderbø vóru á kvinnuliðnum.
Menninir, Jens Heri Bolstad Mortensen og
Alex Troleis komu tá í fjórðingsfinaluna, har teir
tíverri vóru ov stuttir til at vinna ímóti Saaremaa,
meðan kvinnurnar, Guðrið Syderbø og Lena í Buð
komu í áttandapartsfinaluna, har tær taptu móti
Cayman Islands.
Hava vunnið
úttøkukappingar
Til oyggjaleikirnar í ár, eru nýggj umboð á bæði
mannfólka og kvinnusíðuni.
Sum nakað nýtt, so skipaði Flogbóltssam
bandið fyri eini úttøku kapping fyrst í apríl í ár,
har vinnararnir spældu seg til at umboða Føroyar
á Oyggjaleikum.
Hjá monnunum vóru tað teir báðir fyrrverandi
landsliðsleikararnir, Jóan Petur á Stongum og
Ólavur Jensen, sum vunnu kappingina, og vunnu
sær rættin til at umboða Føroyar í strandarflog
bólti á Oyggjaleikum. Meðan á kvinnusíðuni vóru
tað tær báðar, møðgurnar, Randi Larsen og Anna
Larsen, sum vunnu.
Hava fyrireika seg væl
Á kvinnusíðuni eru tað tær báðar møðgurnar,
Randi og Anna Larsen, sum skulu umboða
Føroyar. Randi greiðir frá, at tað er eitt sindur
serligt, at hon og dótturin skulu spæla á sama
liðið, serliga tí at hon ikki var so ung, tá hon átti
Annu. Randi er 49 ára gomul, meðan dótturin,
Anna, er 17 ára gomul.
Randi Larsen greiðir eisini frá, at tær av
fyrstan tíð fóru til kappingina í Føroyum fyri at
fylla kappingina. Tó visti hon, at tær sjálvandi
høvdu ein møguleika fyri at vinna kappingina,
sum tað eisini endaði við.
Randi Larsen hevur tó ilt við at siga, hvørjar
vónir tær hava til oyggjaleikirnar, tí at umstøður
nar til strandflogbólt í Føroyum ikki eru millum
tær bestu.
– Vit hava roynt at fyrireika okkum so væl
sum gjørligt, har vit serliga hava lagt dent á at
vera í góðari konditión. Onkur av mótstøðulið
unum hava betri umstøður enn vit, av tí at vit
ongan vøll hava til strandflogbólt í Føroyum,
men vit fara avgjørt eftir at gera okkara besta.
Randi Larsen sigur at enda, at ein vøllur
til strandflogbólt í Føroyum, hevði muna væl
í fyrireikingunum, og hon væntar eisini, at ein
vøllur til strandflogbólt hevði strimba áhugan
fyri flogbólti í Føroyum sum heild. Serliga um
summarið, tá flogbólturin fyri tað mesta liggur
stillur.
Tað eru skjúttar við góðum vónum, sum fara
avstað til Jersey at umboða Føroyar á Oyggja
leikum.
Til skjótingina í skeet, vera tað tey somu um
boðini fyri Føroyar, sum eisini vóru fyri tveimum
árum síðani á Bermuda. Tað eru teir báðir, Marius
F. Joensen og Sámal Debes, sum umboða Føroyar
í skeet. Til kappingina á Bermuda fyri tveimum
árum síðani, fingu Føroyar tvey gull heiðurs
merkir í skeet. Í liðkappingini vunnu teir báðir,
Marius F. Joensen og Sámal Debes gull, umframt
at Marius F. Joensen vann eitt gull heiðursmerki
sjálvur í skjóting.
Í trap skjótingini verða tað tvey nýggj umboð,
sum skulu umboða Føroyar. Tað verða teir báðir,
Finn Ludvig og Alex Johannesen, sum skulu av
loysa Esmar Andreasen og Ragnar við Streym,
sum seinast umboðaðu Føroyar á Bermuda.
Finn Ludvig er gamal í garði, tá tað kemur til
skjóting, meðan hin maðurin, Alex Johannesen, er
eitt meira óskrivað blað innan skjótingina. Alex
Johannesen er einans 20 ára gamal.
Sjúrður Knudsen, formaður í Skjótisam
bandinum sigur, at tey hava góðar vónir til teir
føroysku luttakarnar. Hann sigur at venjingar
úrslitini hava verið góð, og at tað eisini gekk væl
á Bermuda fyri tveimum árum síðani.
Hann sigur tó, at skjúttarnir í ár koma at fáa
størri mótstøðu enn á Bermuda fyri tveimum
árum síðani, tí at fleiri lond hava boðað frá
luttøku í ár, í mun til seinast.
Trap skjúttarnir hava fyri tað mesta vant á
venjingarvøllinum fyri trap skjúttar, sum er á
Sandvíkarhjalla í Havn, men teir hava eisini verið
uttanlands til kappingar.
Sjúrður Knudsen greiðir frá.
– Trap skjúttarnir hava verið niðri í Danmark
til kappingar, har teir millum annað hava verið
til eina kapping í Gilleje, umframt eina kapping
á Amager. Úrslitini hjá teimum hava eisini verið
góð.
Sjúrður Knudsen sigur at enda at umstøðurnar
til skeet skjóting eru eitt vet betri í Føroyum, av
tí at vit hava fleiri banar til skeet skjóting.
– Vit hava fýra banar til skeet skjóting í
Føroyum, og luttakarnir hava vant ymsastaðni.
So fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar hava gingið
væl, og vit hava eisini góðar vónir til okkara
skjúttar.
Strandflogbóltur
Menn:
Jóan Petur á Stongum
og Ólavur Jensen
Kvinnur:
Randi Larsen
og Anna Larsen
Skjóting
Skeet:
Marius F. Joensen
og Sámal Debes
Trap:
Finn Ludvig og
Alex Johannesen
Eykaskjútti:
Sjúrður Knudsen