Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN oyggjaleikir 24 1939 27. juni - 3. juli 2015 Jersey-kúgvin er eitt kent neytaslag, sum er at finna kring allan heimin. Jersey-kúgvin er lítil av vøkstri, sammett við onnur mjólkineyt. Jersey- kúgvin er eisini kend fyri síni stóru eygu. Mjólkin frá einari Jersey-kúgv er øðrvísi enn mjólkin hjá øðrum mjólkineytum. Mjólkin hjá einari Jersey- kúgv inniheldur fleiri mineralir og vitaminir, m.a. meiri kalsium og fosfor, mett í mun til onnur mjólkineyt. Mjólk frá einari Jersey-kúgv er tiltikin góð til ostaframleiðslu. Í dag sæst neytaslagið í so fjarskotnum londum, sum í Ný Sælandi. Tað mest vanliga er, at ein Jersey-kúgv er gul á liti. Í Danmark er Jersey-kúgvin sera vælumtókt, og sæst nógvastaðni. Bretskar kriminal-sjónvarpsrøðir eru sera væl­ umtóktar í norðurlondum. Ein hin best umtókta framleiðslan hjá BBC nakrantíð innan hetta slagið av sjónvarpsrøðum varð tikin upp á Jersey. Í heili 10 ár framleiddi BBC kriminal-sjónvarpsrøðina »Bergerac«, sum var sera vælumtókt í Stóra­ bretlandi og í øðrum ensktmæltum londum. Røðin var eisini vælumtókt í serliga Noregi, og í Danmark. Fyrsti parturin varð sendur á BBC tann 18. oktober í 1981, og seinasti parturin varð sendur á BBC 2. jóladag í 1991. Høvuðsleiklutin, sum Bergerac hevði vælumtókti sjónleikarin, John Nettles, sum nógvir føroyskir sjónvarpshyggjarar eisini kenna frá einari aðrari kriminal-sjónvarps­ røð, nevnliga »Midsomer Murders«. Tað er neyvan nakað annað, sum hevur givið vøkru og hugnaligu oynni Jersey so nógva umtalu og PR, sum júst kriminal-sjónvarpsrøðin »Bergerac«. BBC og DR hava eisini endursent sjónvarpsrøðina nakrar ferðir hesa farnu fjórðingsøldina. Øll, sum bara hava tann minsta áhugan fyri Formel 1 koyring kenna tann enska Formel 1 koyraran, Nigel Mansell. Nigel Mansell er ein av mongum bretskum ríkfólkum, sum hevur búsett seg á Jersey, takkað verið lagaligu persóns- og partafelagsskattaskipanini, sum er á Jersey. Ein skipan, sum er púrasta leys av tí bretsku skattaskipanini. Nigel Mansell tók lut í Formel 1 koyring í 1980-unum, og í fyrru helvt av 1990-unum. Hetta var árini 1980 til 1992, og árini 1994 til 1995. Sum Formel 1 koyrari vann Nigel Mansell heilar 31 sigrar á koyribreytini. Nigel Mansel er nummar sjey á tí søguliga listanum yvir teir, sum hava vunnið flest Formel 1 sigrar.  Tað eru bara Michael Schumacher, Alain Prost, Ayrton Senna, Sebastian Vettel, Fernando Alonso og Lewis Hamilton, sum hava vunnið fleiri Formel 1 sigrar enn Nigel Mansell. Jersey-kúgvin – eitt kent neytaslag Besti spælarin hjá Jersey í League One Sjónvarpsrøð gekk fyri seg á Jersey Meðan tað er eitt serligt rossaslag, sum ger Hetland kent kring heimin , The Shetland Pony, so er tað eitt neytaslag, sum ger Jersey kent kring heimin Jersey er ikki limur í hvørki UEFA og FIFA, og tí kann landsliðið hjá teimum bara síggja fram til tann árliga landsdystin ímóti arva­fígginda­num, Guernsey, umframt avbjóð­ingina at royna seg á oyggjaleikunum annaðhvørt ár. Besti spælarin hjá Jersey er vongurin Peter Vincenti. Peter Vincenti spælir í League One í Onglandi, sum er triðbesta deildin. Seinastu tvey árini hevur Peter Vincenti spælt 79 dystir fyri Rochdale í League One, og í hesum 79 dystunum hevur Peter Vincenti skotið 22 mál. Peter Vincenti hevur áður spælt við øðrum liðum í lægri enskum deildum. Hann hevur m.a spælt við Aldershot, Mansfield Town og Stevenage. Arvafíggindin, Guernsey kann reypa sær av einari veruligari fótbóltslegendu, nevnliga Matthew le Tissier, sum skeyt mál uppá samliband fyri Southampton í Premier League á sinni. Formel 1 legenda