Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 26. juni 2015 Seinkingartiltakið hjá Sambands­flokk­ i­num kann fáa álvarsligar avleiðingar Eitt seinkingartiltak er nú sett í gongd. Ein til­ gongd, sum skal geva Sambandsflokkinum eitt and­ar­hald. Eitt andarhald, so tingmanningin fær summ­að seg, og soleiðis at serliga løgmaður fær hildið sína summarfrí í friði og náðum uttan at órógvast av innanhýsis órógvi um seg sjálvan. Tá løgmaður sigur, at hann tekur flokkin fram um persónar, so man tað vera ein sann­ leiki við modifikatiónum. Løgmaður hevur í hesi tilgongdini víst, at hann í stóran mun tekur seg sjálv­an fram um flokkin. At hann nýtir fleiri høvi at vísa á, hvussu strævið hetta hevur ver­ið fyri seg sjálvan persónliga og familjuna. Í val­stríðnum til fólkatingsvalið vísti hann eisini, at hann yvirmetti seg sjálvan og undirmetti velj­aran. Men fyri at gera sum løgmaður – og halda okk­um til fótbóltsterminologiina, so hava løg­ maður og nú tingmanning og lands­stýr­is­mann­ ing floksins eisini – sparkað bóltin út til horna við at útseta málið um avleiðingar í einar tveir mán­að­ir. Beint sum niðurstøðan frá Hans Gamm­el­ toft-Hansen var greið – at løgmaður hevði log­ið fyri løg­ting­inum, so var greitt, at hetta fór at verða ein trupulleiki innanhýsis í Sam­bands­ flokk­i­num. Og tað verður tað. Fyri andstøðuna kundi tað ikki verið meira passandi enn tað sama: At ivi verður – ikki reistur, men staðfestur – um trúvirði løgmans og formann Sambandsfloksins Eitt kent polit­iskt snildi er tað, ella vit kunnu kalla tað eina »avleidningsmanøvru« – á føroyskum eitt »burt­ur­bragd« – er tað at seinka og forhála ymisk mál. Í hesum føri er tað so týðuligt, at Sambandsflokkurin roynir at forhála hetta málið til august – í vón um, at rokið hevur lagt seg, og at flokkurin tá við at taka eina umbering til eftirtektar kann liva víðari við Kaj Leo Holm Johannesen sum bæði formanni og løgmanni. Men trupulleikin loysist ikki við hesi seink­ ing­ar­til­gongd. Vit kunnu bara ímynda okkum re­tor­ikk­in, sum fyrst andstøðuflokkarnir, men í val­stríðnum eisini Fólkaflokkurin og Mið­flokk­ ur­in fara at nýta, um tað ongar avleiðingar fær, at løgmaður hevur logið fyri løgtinginum. Trupulleikin er avmarkaður til Sam­bands­ flokk­in, sum soleiðis kann steikjast í sínum egna feitti. Men tað er eisini ein trupulleiki fyri løg­ mans­em­bætið, um einki fær av­leiðingar. Sea Shepherd í øðini um vána uppmøting á tíðindafundi Sea Shepherd skipaðu fyri tíðindafundi í hós­morg­unin, men synd er at siga, at før­ oyskir fjølmiðlar vóru áhugaðir. Sambært Sea Shepherd møtti eitt umboð fyri Kringvarp Føroya upp, men viðkomandi hevði ongar spurningar at seta umboðunum fyri Sea Shepherd. – Føroyskir miðlar háðaðu møguleikan fyri opn­um samskifti við umboð hjá Sea Shep­herd í Tórshavn í dag, skrivar Sea Shep­ herd í tíðindaskrivi. Eftir øllum at døma var Sea Shepherd væl fyrireikað til fundin við ikki færri enn fýra um­boðum, sum skuldu greiða frá sínum ætl­ anum her í Føroyum. – Vit góvu fjølmiðlunum ein møguleika fyri opn­um samskifti við Sea Shepherd. Eyð­ sæð er tað greitt, hvat vit ynskja við her­ferð­ ini, og eingin orsøk er at gera nakað greiðari, segði Alex Cornelissen, stjóri í Sea Shepherd Global. Og rætt hevur hann. Øll vita, hvørji ørindini eru her. Herferðin hjá Sea Shepherd er ein glantrileikur hjá ávísum persónum, sum gera sær dælt av ríkum sponsorum fyri at liva eina ævintýratilveru á heimsins høvum. Uttan iva spennandi, men fyrilitaleys eru tey – og vilja tey soleiðis gera seg upp, so kunnu tey gera tað uttan okkara hjálp. Tey lurta ikki eftir okkum kortini – og vit lurta heldur ikki eftir teimum. Krígssavnið í Vágum hevur fingið ognirar hjá Føroyskum Bretskum felag –Tað var við sorgblídni, at Føroyskt Bretskt Felag var avtikið 5. Juni 2015 aftaná 40 ár. Tað sigur nevndin í felagnum, sum hevur latið Krígssavninum í Vágum ognir felagsins. Myndin er av handanini av lutum og gávukekki til Karl Johan Nielsen frá Krígssavninum. Mynd av fráfarðandi nevnd, formaður Knút Gray, nevndarlimir Mary Southerland Stenberg, Eyrith Guttesen Leyni, Fanny Joensen, Anna Christiansen. Burturbragd Sambandsfloksins Føroyskt-bretskt felag avtikið sdfsfsdfsdf Eftir 40 ár løgmaður í tvístøðu? Les eisini blaðið á telefonini Petur Skeel – okkara veður­ maður 90 ár Siðsøga síða 16-17 Avbjóðingar bíða toppinum Ítróttur síða 30-31 Visti tú? At Sambandsflokk­ ur­in misti 526 a­t­ kvøð­ur – 10,1% – í Havn til fólka­tings­ valið? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Løgmaður 23. juni 2015 »Eg vil hervið biðja Føroya Løgting um umbering fyri at geva løgtinginum skeivar upplýsingar...« Tímdu ikki Sea Shepherd »Tað var og er fram­ veg­is mín fatan, at eg ikki gjørdi av­tal­ una við CIP...« Løgmaður 24. juni 2015