Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juni 2015 sosialurin 72 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Ein politisk nøs fyri 5,5 milliónir krónur er piparnøtir.« Ikki satt, falskt, rangt Umfatandi kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen varð løgd fram týsdagin, og har var staðfest, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður hevði lógarheimildir til allar avtalur, sum vórðu gjørdar um Eysturoyartunnilin. Staðfest var tó, at Kári P. Højgaard í grovum ósketni hevði borið løgtinginum skeivar upplýsingar í sambandi við ein fyrispurning. Kanningin vísti eisini, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði ósatt fyri løgtinginum, tá ið hann segði, at hann hevði einki við Break- fee avtaluna, ið landstýrið gjørdi við CIP, at gera. Kanningin hjá Gammeltoft staðfestir, at løgmaður viðvirkaði til, at avtalan varð gjørd. Kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen vísir, at bæði Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannensen hava borið løgtinginum skeivar upplýsingar. Kanningarleiðarin mælir til, at løgingið orðar eina kritiska átalu um viðurskiftini. Føroyska ferðalagið til Oyggjaleikirnar á Jersey telur umleið 280 fólk. Flogið verður beinleiðis til Jersey við Atlantsflogi. Klaksvík kommuna boðar frá, at skattaprosentið í kommununi lækkar við 1,25 prosentstigum á nýggjárinum. Skattalættin svarar til 7,5 milliónir krónur. Løgmaður sendir løgtinginum skriv, har hann biður um umbering fyri at hava givið tinginum skeivar upplýsingar. Sjónleikarin Olaf Johannessen vinnur donsku Reumert heiðurslønina fyri síni avrik á palli. Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi fær leik­bann í tveir dystir fyri eina hending í venj­ingar­dysti ímóti HB fyri kapp­ingar­ byrjan. Hans Jørgen var í Føroya rætti funnin sekur í harðskapsatburði fyri tilburðin. Nú verður bíligari at keypa luktilsi í Føroyum. Avgjaldið á luktilsið verður tikið av 1. juli. »Ósatt« Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt fólk vóru fulltíðar arbeiðsleys í mai mánaði í ár. Tað er minking frá 3,8% til 3,0 prosent samanborið við mai í fjør. 825 mangt og hvat Taka 7,5 milliónir burtur av skattinum Skattalækking: Gomlu kvæðini eru mentanarligt DNA í føroyskum siðaarvi. Tey liva enn við sítt fríska lív í dansinum. Kvæðini vóru eisini keldan til nútímans føroyska skriftmálið, tá tað varð endurreist í 1800-árunum. Eisini í listini hava kvæðini og dansurin verið eitt væl umtókt myndevni hjá mongum myndlistafólki. Gitnasta lýsingin av serliga Sjúrðarkvæðunum eru málaðu relieffini hjá Williami Heinesen í Kommunuskúlanum í Havn, kend av ættarliðum av skúlabørnum í høvuðsstaðnum. Á okkara døgum hevur Astri Luihn, sum sjálv hevur granskað kvæðaløgini, givið kvæðunum eina modernaða tulking. Annars er tað mest dansurin, sum hevur givið listini íblástur, frá Emil Krause yvir Sámal Joensen-Mikines og Janus Kamban til Olivur við Neyst, Edward Fuglø og óbeinleiðis Inga Joensen. Álvarsemi, dynamikkur, felagsskapur, kæti og skemt seta dám á hesar lýsingar, sum avspegla, at dansurin gongur fyrr sum nú. Framsýningin á Listasavninum hevur samband við altjóða kvæðaráðstevnu-na, Ballad Conference, sum verður í døgunum 20. – 24. juli í Havn í samstarvi millum H.N. Jacobsens Bókhandil, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið. Tvey av tiltøkunum á ráðstevnuni verða á savninum. Sí heimasíðuna hjá ráðstevnuni www. ballads2015.fo Framsýningin heldur fram til 30. august, tó avbrotin í viku 31, tá Ólavsøkuframsýningin sum vant fyllir savnið. Framsýningin letur so upp aftur í viku 32 og heldur fram allan august mánað. Til framsýningina eru 12 dupult postkort givin út við myndum av einum listaverki og umtalu av tí. Av tí at ráðstevnumálið er norðurlendsku málini og enskt, er teksturin á postkortunum enskur. Bæði føroysku kvæðini eins og føroysk list eiga eisini at fáa altjóða uppmerksemi, sigur Listasavn Føroyar. Kvæði og myndlist Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at lækka skattaprosentið á nýggjárinum Sæð á Facebook: »Klokkan er 07:40 og dagsins danskari er í luftini. Góðan morgun Føroyar!« V aksandi skattainntøkur og rakstrar­sparingar eru høvuðs­ orsøkirnar til, at meirilutin í Klaksvíkar býráði hevur tikið avger um at lækka skattaprosentið á nýggjárinum. Í løtuni gjalda borgarar í Klaksvíkar kommunu 22 prosent í kommunuskatti, og seinastu árini er skattaprosentið bæði hækkað og lækkað. Seinast var skatta­ prosentið hækkað við einum hálvum prosentstigi fyri at fíggja byggingina av nýggja kommunuskúlanum. Býráðsmeirilutin sigur nú, at skatta­ inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru vaksandi, og tá tað samstundis er staðfest, at nýggja skipanin við sjóvarhita fyri at spara kommununi rakstrarútreiðslur, eru fortreytir fyri at lækka skattaprosentið. Á nýgg jarínum fer kommunskatturin í Klaksvíkar kommunu so­statt niður við 1,25 pro­senti og verður 20,75%. Ú t r o k n i n ga r v í s a , a t hendan skatta­ lækkingin kostar kommununi 7,5 milliónir krónur í inntøkum. Størsta arbeiðs­loysið er millum kvinnur í aldrinum 25-34 ár. Har er arbeiðs­loysið 5,6% Paris MoU er ein altjóða avtala um skipasýn, fyri at tryggja, at skipini lúka altjóða trygdarkrøv, at tey hava umhvørvisgóðkenning og at skipsmanningin hevur nøktandi livi- og arbeiðs­um­ støður. Myndugleikarnir, ið halda sýnini, hava myndugleika at geva skipum átalu, um krøv­ ini ikki eru møtt og loyvini ikki eru í lagi, og, um heilt illa stendur til, at halda skip­ unum aftur. Føroyska sjóvinnustýrið hevur líka síðani FAS-skip­ anin kom í gildi, arbeitt við at tryggja føroyska flagginum eitt pláss á hvíta listanum hjá Paris MoU. Alt eftir hvussu nógv skip verða afturhildin um árið, verða fløggini sett á listar eftir, hvussu gott umdømi teirra er. Fløggini við best umdømi eru á hvíta listanum, tey við ringasta umdøminum á svarta listanum. Hvørjum lista flaggið er á, avgerð, hvussu ofta skipini verða sýnað. Fyrra hálvár í 2013 vóru tvey FAS-skrásett skip hildin aftur av útlendskum myndugleikum og Sjóvinnu­ stýrið setti sær fyri, at herða eftirlitið við egnum skipum, og hetta letur til at hava borið ávøkst. Á nýggja listanum frá Paris MoU, sum er fyri 2014, er føroyska flaggið flutt 12 pláss upp, upp á 26. pláss á listanum. Einki føroyskt skip varð hildið aftur í 2014, sum er ein av orsøkunum til góða úrslitið. – Eins og undanfarin ár er mál okkara at flyta okkum uppeftir á hvíta listanum hjá Paris MoU. Sostatt fer Sjóvinnustýrið við hesum at áleggja rakstrarfeløgum at trygga sær, at manning eins og innanhýsis eftirlitsfólk syrgja fyri, at viðurskiftini umborð eru í samsvari við ásetingarnar, soleiðis at onki føroyskt skip kann verða afturhildið, boðar Sjó­ vinnustýrið frá. Framgongd á hvítalista