hósdagur 25. juni 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24
Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út masterútbúgving í føroyskum, har tú fært
holla vitan um føroyskt mál og bókmentir søguliga og samtíðarliga. Her fært tú
kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum.
Les meira um útbúgvingina og tak niður umsóknarblað og
leiðbeining á www.setur.fo/føroyskt
… ella vend tær til
Jógvan í Lon Jacobsen, lektara, tlf. 292532, jogvanlj@setur.fo
Berg Djurhuus Hansen, adjunkt, tlf. 292542, bergurdh@setur.fo
a
UMSÓKNARFREIST
1. JULI
MASTERÚTBÚGVING Í
Mál- og bókmentavísindi
FØROYSKUM
MASTERÚTBÚGVING Í
LØGFRØÐI
Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út masterútbúgving í lóg.
Hendan gevur førleikar á høgum stigi í løgfrøði, bæði í mun
til føroysk evni, men eisini altjóða.
Les meira um útbúgvingina og tak niður umsóknarblað og
leiðbeining á www.setur.fo/løgfrøði
… ella set teg í samband við útbúgvingarleiðaran:
Bárð Larsen, adjunkt
Tlf. 292598
bardurl@setur.fo
UMSÓKNARFREIST
1. JULI
Vísindastarvsfólk í
búskaparfrøði
Á Megindeildini fyri hugvísindi,
samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt
vísindastarv sum lektari ella adjunktur í
búskaparfrøði leyst at søkja.
Starvsøki
Starvið fevnir um gransking í
búskaparfrøði og undirvísing í
búskaparfrøði, matematikk og
hagfrøði fyri búskaparfrøðilesandi.
Starvið er liður í menningini av
búskaparfrøði á Fróð skaparsetrinum,
og tann, ið fær starvið verður partur
av toymi, sum skipar fyri B.Sc.-
námi í búskaparfrøði og tekur lut í
arbeiðinum hjá Búskaparráðnum.
Góður kunnleiki til serligu viðurskiftini í
føroyska búskapinum er ein fyrimunur,
eins og royndir við undirvísing á
universitetsstigi er ein fyritreyt. Góður
málkunnleiki krevst í føroyskum,
enskum og donskum ella øðrum
skandinaviskum máli.
Starvslýsing
Sæst á www.setur.fo
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast
avrit av próvskjølum, yvirlit yvir
útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig
avrik og arbeiðsroyndir umframt
lýsing av granskingaráhugamálum og
framtíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu
skjalprógvast við yvirlitum yvir framda
undirvísing saman við viðmæli og
eftirmetingum, um tær eru til taks.
Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 5
vísinda ligar greinir.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast
talgilt.
Freist
Umsóknarfreist er 1.juli 2015. Miðað
verður eftir at seta starvið tann
1.september 2015 ella skjótast til ber.
Umsóknir skulu sendast við telduposti
til umsokn@setur.fo
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda tær til Jóannes Jacobsen,
adjunkt, joannesj@setur.fo, ella
til Maluna Marnersdóttur, dekan,
malanm@setur.fo. Upplýsingar um
virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at
finna á heimasíðuni: www.setur.fo
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo