Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juni 2015 sosialurin 72 27 Sum dagligur leiðari á Hotel Skálavík, fært tú ábyrgdina av dagliga rakstrinum av hotellinum og starvsfólkunum, ið har eru. Tað tú dugir best, er at arbeiða skipa, leiða, selja og geva eina góða tænastu. Saman við einum sterkum toymi av sølufólki hjá Smyril Line og sølu- og tænastufólki á Hotel Skálavík, skalt tú seta í verk og føra víðari ætlanir, ið eru lagdar fyri hotellið. Í tínum starvi vísir tú til Svein í Heiðunum, ið er tænastuleiðari á Smyril Line og virkandi leiðari á Hotel Skálavík. Á Hotel Skálavík er kundin altíð fremstur í huga. Tí skalt tú lættliga kunna seta teg inn í tað, ið kundanum tørvar. Tú skalt vera væl skipað/ur og duga væl at leggja tilrættis og gera langtíðarætlanir. Tú mást duga at hugsa nýtt og tú mást skilja og duga sølu og tænastu. Arbeiðsøkið hjá tær er vítt. Tað umfatar, millum annað, at: » Hava dagligu leiðsluna av hotellinum og starvsfólkunum » Samskipa ráðstevnur, fundir v.m. » Leggja arbeiðið til rættis, leiða og vegleiða » Samskipa sølu- og marknaðarføring saman við starvsfólki á Smyril Line Umframt omanfyri standandi eru tað altíð fleiri uppgávur, ið koma aftrat. Tískil er umráðandi, at tú kann umstilla teg og taka ímóti avbjóðingum við opnum sinni. Arbeiðstíðin er vanliga 40 tímar um vikuna, og talan er um skiftandi arbeiðstíðir. Tú mást eisini vera til reiðar at taka longri arbeiðsdagar. Persónlig førleikakrøv: » Tú dugir væl at samskifta á føroyskum, enskum og donskum. » Tú dugir og torir at taka avgerðir og at ganga undan » Tú ert ágrýtin og hevur lætt við at skapa nýggj sambond » Tú dugir væl at leggja ætlanir og at taka skjótar avgerðir » At leiða fellir tær lætt » Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir í hotell- ella ferðavinnuni, men eingin treyt Løn og setanartreytir verða ásettar í samrøðu við leiðsluna. Vilt tú hava fleiri upplýsingar, skriva til Henny á Líknargøtu, sølu og marknaðarstjóra á Smyril Line: henny@smyrilline.fo ella ring á telefon 235900. Umsóknin skal sendast til henny@smyrilline.fo áðrenn 19. juli 2015. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Smyril Line · Yviri við Strond 1 · P.O.Box 370 · 110 Tórshavn · Faroe Islands · Tlf 34 59 00 · Fax 34 59 01 · office@smyrilline.fo · www.smyrilline.fo KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR AT VERIÐ PARTUR AV LEIÐSLUTOYMINUM Á HOTEL SKÁLAVÍK? Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss í eini fyritøku í menning? Hug til skrivstovu- arbeiði, kundarøkt og sølu? So hava vit møguliga rætta starvið til tín. Vit leita eftir einum lærlingi til útflutningsdeildina hjá Smyril Line Cargo, Eystara Bryggja í Tórshavn. Um starvið: Starvið er fjølbroytt, avbjóðandi og til tíðir krevjandi. Tú lærir nógv, og tú verður partur av einum royndum toymi á útflutningsdeildini. Starvið fevnir millum annað um at: » Samskipa útflutning » Avgreiða útflutningsskjøl » Kundasamskifti / sølu » Fakturering Førleika krøv: Tú mást hava miðnámsprógv. Vit vænta eisini, at tú ert fleksibul, dámar sølu, hevur stóran áhugað í flutningsvinnuni, dámar at samskifta, møta fólki og at selja. Tað er eisini neyðugt, at tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum. Eisini vænta vit, at tú dugir væl danskt og enskt. Setanarviðurskifti: Lærutíðin er 2 ella 3 ár og starvið verður lønt sambært sáttmála. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til Ivan Fossabrúgv, søluleiðara, Smyril Line Cargo á telefon 239611. Umsókn Send tína umsókn og avrit av møguligum prógvum í seinasta lagi tann 1. juli 2015, umvegis t-post til: ifo@cargo.fo Smyril Line | Yviri við Strond 1 | P.O.Box 370 | 110 Tórshavn | Faroe Islands | Tlf 34 59 00 | Fax 34 59 01 | cargo@cargo.fo | www.cargo.fo SKRIVSTOVULÆRLINGUR TIL ÚTFLUTNINGSDEILDINA Um Smyril Line Í dag er Pf. Smyril Line eitt reiðaravirki, ið hevur gott orð á sær. Smyril Line rekur farleiðuna ímillum Danmark, Føroyar og Ísland við bæði ferðafólki og farmi. Felagið hevur bygt upp eitt gott umdømi bæði tá ið tað snýr seg um ferðafólka flutning og farm. Í 2014 var Norröna eisini kosin at vera ársins skip. Í alt starvast umleið 250 fólk hjá Smyril Line samtakinum.