hósdagur 25. juni 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Dorit Hansen Grafiskt snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin Forsíðumynd: Finnur Justinussen
Meginpartin av nullunum arbeiddi eg sum lærari í Studentaskúlanum í Eysturoy.
Góð og gevandi ár. Hvørji jól høvdu vit jólafrokost, og hvønn jólafrokost fingu
vit smyrjibreyð frá lokalari matstovu. Tað var einki galið við breyðunum, tey
smakkaðu væl, og tað kom mær ongantíð til hugs, at vit kundu etið okkurt annað.
Men eini jól kom ein mentaður filmsmaður sum vikarur á skúlan, og tá komu
aðrir bollar í jólafrokostin. Birgir Enni varð bílagdur at gera matin, og løtan
gjørdist øðrvísi enn allar aðrar løtur. Næstu jól var vikarurin farin, og so vóru
aftur smyrjibreyð á skránni. Síðan havi eg ongantíð kunna etið smyrjibreyð
uttan at fáa ein eftirsmakk av longsli eftir fiskasuppu.
Men eg vil heldur liva við eftirsmakkinum restina av lívinum enn ongantíð at
hava upplivað tann serliga jólafrokostin. Vit avlýsa heldur ikki feriuna av ótta
fyri, at gerandisdagurin skal gerast uppaftur gráari í samanbering. Og vit skulu
sjálvandi ikki vera bangin fyri at dyrka kvaltitetin í yrkislist av ótta fyri ikki
longur at virðismeta ein áhugaleik, eina Lions Club framsýning ella eina bók hjá
óroyndum rithøvunda.
Í hesi Mentan varpa vit ljós á feriu og mat. Og á kvalitet.
Hanus Kamban hevur ferðafrásøgn úr London, har hann millum annað hevur
verið til sjónleik og musical, Helgi Jacobsen skrivar um saltfisk í Spania og
um ymisku matligu sambondini millum Føroyar og Spania, og Lydia Didriksen
skrivar ummæli av nýggjari mentanarferðabók um seks stórbýir í Týsklandi.
Nógv fara uttan iva út um landoddarnar at ferðast í summar, kanska til
Onglands, Týsklands ella Spania. Onnur ætla at ferðast í heimliga vakurleikanum,
og onkur triði ætlar sær kanska mest bara at vera. At halda veriu í staðin fyri
feriu.
At lesa eina bók ella tvær kann vera ein góð veria burtur frá vanliga arbeiðs
degnum. Bæði barnasíðan og bókasavnssíðan eru á tremur við góðum lesihug
skotum. Skaldsøgan, 100 ára einsemi, sum av mongum verður mett at vera besta
suðuramerikanska skaldsøgan yvirhøvur, er nú eisini tøk á føroyskum máli.
Marianna Hoydal hevur týtt, og í hesi Mentan er samrøða við Mariannu um tað
at týða.
Í Norðurlandahúsinum er ein heilt serlig summarframsýning í ár. Eg havi
ongantíð sæð Athøllina so væl útnyttaða, og eg ivist ikki í, at hendan hugtakandi
framsýning fer at oyðileggja mær nógvar framsýningar í næstu framtíð, tí tær
fara at blikna í samanbering. Men ársins summarframsýning er verd allan fram
tíðar eftirsmakk.
Í blaðnum hava vit samrøðu við listakonurnar og kuratorarnar handan fram
sýninga, Cooper & Gorfer. Eisini er prát við Birgir Enni, skipara á Norðlýsinum,
sum er vorðin ímynd av føroyskari ferðavinnu og føroyskum sjómatsfjølbroytni.
Hetta at troyta møguleikarnar sum liggja í okkara egna landi og í okkara egna til
feingi er eisini evni í greinum hjá Katrini Petersen, samskipara á grønu vakstrar
ætlanini fyri Sandoynna.
So eg fari at ynskja tær eina feriu – heimliga ella altjóða – við so mikið góðum
kvaliteti, at hon gevur tær ein passaligan eftirsmakk av longsli og ónøgd. Tí so
fer hon uttan iva at vera gróðrarbotnur fyri framtíðar menning.
ritstjóri
Dorit Hansen
Eftirsmakkur av longsli
– Eg sleppi ikki undan at hugsa um Hugo og Shakespeare.
Vit eru øll menniskju við brekum og dygdum, kristin,
jødar, muslimar og fólk uttan átrúna. Men náðin sum
hugtak, finst hon í átrúnanum hjá ISIS og Khomeini
ayatollah? Um ikki, hevur islam brúk fyri henni. Mær
kemur til hugs, at hvørki í Queen´s Theatre ella The Globe
haldi eg meg hava sæð nakran muslim. Ganga hesi fólk
ikki í teatur?
Hanus Kamban í
ferðafrásøgn úr London:
“Rættvísi og miskunn”
s. 4-5
– Bøndur úr Sandoynni hava verið á kunningarferð,
stuðlaðir av Vinnuframa, júst at fáa hugskot til, hvussu
framleiðslan kann økjast og lønsemi á gørðunum sam
stundis fáast betri, og hava vitjað í Røros í Noregi og í
Hetlandi.
– Tað er nú, tit skulu gera hetta, tí tað er nú, for
brúkarin spyr eftir hesum, vóru ráðini frá Kristin
Bendixvold, stjóra í Røros-mat.
Katrin Petersen í grein um grønar
vakstrarætlanir í Sandoynni:
“Vit vilja hava mat,
sum ikki hevur ferðast”
s. 8-10
– Meðan eg standi og hyggi at hesum sólbrendu monnum,
leita tankarnir aftur í tíðina, og felagsnevnarin gerst
sterkari. Hesir agnluktandi uppiløgstu pensiónistar vóru
eftirkomarar av baskiskum fiskimonnum, sum í øldir
fiskaðu tosk við skonnartum og dorium á Norðurhøvum
og á Grand Bank. Bondini runnu saman, tá føroyingar fyri
skjótt 150 árum síðani fóru at fiska sama tosk við slupp
undir Íslandi, í Grønlandi og seinni á Flemish Kap, saltaðu
hann og fluttu hann sum klippfisk, fyrst og fremst á
spanska marknaðin.
Helgi Jacobsen í
“Saltfiskahugleiðing úr einum
sponskum egningarskúri”
s. 18-21
brellbitar
oddagrein