hósdagur 25. juni 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
Dorit Hansen
ilt tú ikki hava okkurt at eta, er tað
fyrsta Birgir Enni spyr meg, tá eg
stingi høvdið niður í lugarið á Norð
lýsinum.
Hann stendur inni í lítlu galluni,
har ein grýta við eplum kókar á ká
bússuni. Við borðið sita tveir menn og hyggja svangir
at spikinum og turra fiskinum, sum bíða eftir eplunum.
Eg sleppi mær niður eftir bratta leytaranum og seti
meg á stól, sum stendur tungt og trygt á dúrkinum í
fjálga rúminum.
– Hesir báðir eru durkdrivnir maskinmenn. Eg eri
stuðul hjá teimum, og so hjálpa teir mær við maskinuni
við hvørt, sigur Birgir og blakar gaflar og knívar á
borðið.
– Annar er hvalbingur, men tað kan hann ikki gera
við, og hin er sambandsmaður, og tað er tað eingin,
sum skilir, heldur hann fram, meðan hann setir eplini
á borðið.
Tað er leygardagur. Hann sigur storm, og túrurin,
sum Norðlýsið skuldi gera út á Borðuna, er avlýstur.
So Birgir Enni – skiparin, kokkurin og matfestivalsam
skiparin – hevur sett tíð av at práta við Mentan eina
løtu.
– Sjálvandi eri eg sambandsmaður, sigur yngri
maðurin við borðendan, meðan hann sker spikið. Vit
hava ongantíð havt so lágt arbeiðsloysi, so landið má
vera rætt stýrt.
Birgir Enni ristir við høvdinum.
– Tað er Jóannesi Eidesgaard fyri at takka, at vit
hava havt Kaj Leo sum løgmann í átta ár. Tað var hann,
sum vildi hava hann framat, og nú vil fólkaflokkurin
ikki av við hann.
– Bíða nú, letur í gamla hvalbinginum. Nú verður
hann valdur til FIFA forseta, so fáa vit nýggjan løg
mann.
Birgir setir seg og fær sær eisini upp á tallerkin. Eg
spyrji, hvussu hann fekk hugskotið til tiltakið Ein dagur
á grynnuni, sum hevði upp móti 5000 vitjandi í mai.
– Skalt tú skriva eina grein, spyr sambandsmaðurin.
– Ja, hon arbeiðir umborð á Sosialinum, svarar
skiparin.
Hetta er mín matstova
Tá útlendskir ráðharrar og týðandi handilsfólk vitja
Føroyar, vilja tey umborð á Norðlýsið at eta. Tá danskur
tónleikur skal sýnast fram úti í heimi, verður Birgir
Enni biðin um at gera matin. Og tá størsti føroyski mat
festivalurin fer av bakkastokki, er tað sjálvandi eisini
skiparin á Norðlýsinum, sum stendur á brúnni.
V
...Framhald á næstu síðu
Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen
»Tað er so óendaliga
fjølbroytt og stórt. Og
so arbeiðið at fáa tað
at smakka. Tað er ein
kunstur og fantastiska
spennandi«