Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 Veronica Samuelsen Nú haldi eg, at tíðin er komin at deila ein tanka við tykkum um mína tíð her í Føroyum. Við vón um at atburðurin hjá føroyingum kann broyt­ast ímóti okkum út­lend­ing­um. At vit kunnu fáa út­lend­inga­ ræðslu­na burtur. Eg havi verið búsitandi í før­oyum í fýra ár nú, or­ søk­in hví eg kom til landið er helst tann sama sum hjá teim­um flestu útlendingum, tað var at byggja mær eina familju í einum tryggum og friðar­ligum umhvørvi, har ið eg kann síggja børn míni vaksa, fáa eitt arbeiði, og liva eitt gott lív. Ein føroyingur stjól mítt hjar­ta og fekk meg at flyta til hettar landið, og frá tí fyrstu stund eg setti ein fót á hett­ ar land, stjól landið mína sál. Øll hesi vøkru tinguni, ið Før­oyar hava at bjóða, havið, æla­bog­in, regnið, húsuni við fla­taki, tann føroyski dans­ ur­in og kvæðini, tann fríski mat­ur­in og tann serligi lukt­ ur­in av vátum græsið og seyði. Men tað ið ger meg kedda er, at tað ikki hevur ver­ið møguligt hjá mær at fáa eitt arbeiði, ið ikki var tíðar­av­ mark­að. Eg havi ikki fingið møgu­leikan at fáa góða frá­ læru í føroyskum, tó havi eg havt møguleikan at læra før­oyskt á kvøldskúla her í klaks­víkar kommunu, men støðið hevur verið for lágt, og tísskil hjálpir tað mær ikki. Eg føli tað soleiðis, at tað virkar sum um tann før­oys­ ka útlendingaskipanin ikki ger sítt arbeiði nøktandi, tí at vit fáa ikki bjóðað nakr­an møguleika at útbúgva okk­ um ella at læra føroyskt so sum vit kunnu tillaga okkum bet­ur í hesum samfelagnum. – Okkurt sum er vert at hugsa um er, at hvussu mun­ ur verður gjørdur á okkum í Norðoyggjum í mun til tey í Tórs­havn. Útlendingar bú­sit­ andi í Tórshavn hava fingið betur undirvísing á hægri støði enn hvat vit hava fingið í Norðoyggum, man skuldi trúð, at man ikki kundi gera mis­mun á nøkrum, tá ið land­ið er so lítið, men tað sær út til at henda alíkavæl. Eg eins og nógvir av útlend­inginum havi longu eina útbúgving, (eg havi eina bachol­or í List, sniðgeving og kommunikation). Og tá ið eg havi havt møguleikan at arbeitt við list á einum tíðar­av­markaðum starvi, fekk eg eina viðmerking, ið var heldur skelkandi, tað var at mítt listarverk ikki var gott, tí at eg ikki var ein før­oyingur og ein onnur viðmerking, ið eg fekk frá ein­um øðrum kunda var, at tey kundu ikki gjalda tann prís­in, ið vit avtalaðu, tí at eg var ikki føroyingur. Um hettar ikki er út­ lending­a­hatur, hvat er tað so? Tað, ið eg hoyri oftast, tá ið eg havi tosað um, hvussu tungt tað er at byrja eitt nýtt lív í einum nýggjum landi, og hvussu torført tað er at fáa hjálp fra myndugleikanum í einum nýggjum landi er, at eg skuldi bara farið heim aft­ ur, og tey sum hugsa akkurat tað, ímeðan tey lesa hetta, fáa hetta svar: »Klaksvík er og fer altíð at vera mítt nýggja heim«, at Føroyar er mítt nýggja land, og eg fari ongan veg, eg vil ikki gevast at stríðast, bara tí at tað blívur torført til tíðir. Eg ynski at kempa fyri at hjálpa út­lendingum at kunna fáa eina betur útbúgving og at læra málið, so at vit kunnu intrigrera betur í hesum sam­felagi­num. Tá ið vit hava tosað við politikarar um okkara trupul­leikar, sær tað út sum um, at teir bert halda okk­ um grenja og møsna, men veru­leikin er tann, at tað eru teir, ið gloyma at vit búgva í hesum landi, at vit eru borgarar her og tað er okkara rættur at fáa hjálp, og tey sum halda øðrvísi, hygg í grund­lógina kapitul 8! Vit útlendingar ynskja ikki nógv, tey flestu av okk­ um ynskja bert at fáa fra­ læru í føryskum, so at vit kunnu fáa viðurkenning og klára okkum betur á ar­ beiðs­marknaðinum, so at vit kunnu klára at intrigrera okk­um bettur. Eg vóni alt tað besta, at henda greinin hjálpir lesara­ num at skilja hvørja støðu vit útlendingar eru í og at tað møguliga broytur onkran atburð summi hava til okkum til tað betra, møguliga sær onkur politikari hettar eisini og heldur, at tíðin er kom­in til at raðfesta okkum út­lendingar, ið búgva her í Føroyum líka høgt sum onn­ ur og hjálpa okkum at náa okkara mál, ið er so simpult sum tað kann vera – at læra før­oyskt! Heðin Mortensen formaður Vegna Kommunu­ felagið Kommunufelagið hevur á borgarstjórafundi við­gjørt ætlanirnar hjá lands­stýris­ kvinnuni í kom_munu­mál­ um at skerja rættindi hjá borgarstjórum at taka sæti í løgtinginum. Kom­munu­ felagið kann á ongan hátt góð­taka, at lands­stýris­ kvinn­an stutt undan einum løg­tings­vali og uttan neyvari við­gerð - og helst eisini uttan nakra politiska undirtøku -borð­reið­ir vil tílíkum. Borgarstjórar og veljari skulu av­markast Sambært miðlunum ætlar lands­stýriskvinnan sær at leggja uppskot fyri løg­tingið á Ólavsøku um at broyta kom­munulógina so­leið­is, at tað ikki fer at bera til at vera borgar­stjóri og løg­tings­ limur. Hóast fólk hava valt ein per­són í eitt kommunustýri, sum síðan hevur fingið álit frá øðrum fólkavaldum í kommunustýrinum til at gerast borgarstjóri, um­ framt at veljararnir hava valt viðkomandi á ting, so ætl­ar landsstýriskvinnan í kom­munumálum at til­ einkis­gera hesa álitis­váttan við eini lógarbroyting. Spyrj­ ast kann tí av røttum, um landsstýriskvinnan í kom­ munu­málum ikki hevur álit á kommunustýrum ella kom­ munu­stýrislimum sum heild, ella bara ikki hevur álit á, at velj­arin velur tann rætta. Kommunufelagið er sera iva­samt í mun til ætlaðu broyt­ing­ina. Ikki tí - tað kann lætt grundgevast fyri, at støð­ur kunnu koma í, har einstaklingur fær trupult við at leggja fulla orku í báðar sessirnar um somu tíð. Kortini met­ir Kom­munu­ felag­ið, at tað av ymiskum orsøk­um er óheppið, at lands­stýris­kvinnan ætlar at broyta hesar reglur, bæði sum heild, men eisini orsak- að av løtuni, nú beint upp und­ir eitt løgtingsval. Fyrst er at siga, at tað sum heild er ivasamt, hvus­ su skilagott tað er at leggja fólka­ræðisligu spæli­regl­ur­ nar í so trongar karmar, sum ætlaða lógarbroytingin ber boð um. Frægari er at hava so mik­ið av áliti á veljarunum, at teir sjálvir duga at skyna á, hvørja ætlan eitt valevni hev­ur við sessinum, og hvørt við­komandi valevni man fara at megna at røkja sessin. Í okkara grannalondum tekur veljarin sjálvur avgerð í hes­um spurningum, heldur enn, at lóggávuvaldið “hjálp­ir” veljaranum í so stóran mun, at hann enntá ikki sleppur at velja sama per­són til tveir ymiskar fólka­ræðis­ligar sessir. Har finna hesi viðurskifti sína natúrligu legu eftir politisk­ um siðvenjum (t.d. í Íslandi, Norra og Danmark), heldur enn við løgfrøðiligum av­ mark­ingar. Í Føroyum er harumframt mangan trupult at fáa dugnalig fólk at stilla upp, og tað er ein royndur lutur, at mong valevni til løgtingið frammanu­ndan hava fingið sínar politisku royndir í kom­munala geiranum. At tað skal vera skilagott at  útiloka nøkur av frægastu val­evnunum frá kommunala geira­num vegna tað, at við­ kom­andi samstundis eru borgar­stjórar, er ilt at síggja. Broytingar av týðandi lóggávu Enn meira týðandi er, at løg­ tingsvallógin og ásetingar í øðr­um lógum, sum § 6, stk. 2, í kommunustýrislógini, ið leggja støðið undir grund­ leggj­andi demokratisku spæli­reglurnar, í mongum fremmand­um skipanum er partur av grundlógini og  tí ikki kunnu broytast uttan eft­ir serliga væl umhugsaða og neyva viðgerð. Vit síggja líkn­andi fólkaræðisliga ásann­an í § 5, stk. 1 í sjálv­ ari kom­munu­stýris­lóg­ini, har ásett verður, at sam­tykt ella broyting av kom­munu­ stýris­skipan skulu hava tvær við­gerð­ir við í minsta lagi 14 daga millumbili.   Hetta er prógv um, at broyting av grund­leggj­andi reglum um val, sum henni í  § 6, stk. 2, í kom­munu­ stýris­lógini, er at samanbera við eina stýrisskipanarliga broyt­ing, ið ikki eigur at skrumblast í gjøgnum stutt upp undir løgtingsval, men eig­ur at fáa serliga drúgva og gjøl­liga viðgerð.   Tá uppskotið til kom­ munu­stýrislóg varð lagt fyri løgtingið í 2000, fevn­di tað um eitt serligt og vítt­ gangandi krav, har borgar­ stjórar skuldu leggja alt sítt borgar­liga yrki til viks fyri at røkja borgarstjórastarvið til lítar. Slíkt krav er ikki van­ligt og ikki kent í t.d. Dan­mark, har føroyska kom­munu­lóggávan hevur sína greiðu fyrimynd og annars er avritað frá. Henda víttgangandi áseting stavaði frá álitinum og tilmælinum hjá kommmununevndini, sum tá uttan nakrar serligar við­merk­ingar mælti til, at borgarstjórar løgdu frá sær vanliga starvið og øll álitis­størv, sum ikki bein­ leiðis høvdu við starvið sum borgarstjóri at gera. Í upp­skoti­num til endaligu kom­munustýrislógina varð hetta linkað eitt vet, við tað at kravið varð avmarkað til borgar­stjórar í fullum starvi og kommunustýrini fingu heimild at loyva borgarstjóra at taka við t.d. løgtingssessi og fólkatingssessi. Kravið um at leggja borgar­liga starvið frá sær var tá grundað við, at borgarstjórastarvið í stóru kom­mununum gjørdist full­tíð­ar­starv. Tað vóru tí­ skil ikki stýrisskipanarlig iva­mál, ið reis­tu spurningin, hvørt tað ber til at røkja eitt borgar­stjóra­starv og ein løg­ tings­sess um somu tíð. Kommunufelagið heldur ikki, at tað er rætt at herða kommunu­lógávuna hesum við­víkjandi, tí verður hugt at hesi serreglu, sum er í § 6, stk. 2, 4. pkt., so er í so máta eins nógv, sum talar fyri at taka hetta serliga og víðgongda kravið heilt burtur. At lóggeva beint uppundir val Kommunufelagið metir tað heldur ikki vera rætt at hava serreglur og av­ mark­ing­ar fyri ávísar sam­ felags­bólkar og rætt teirra at verða valdar ella at taka við vali til løgtingið. Slík grund­leggjandi viðurskifti eiga at vera skipað eftir eini heildarmeting fyri all­ ar samfelagsbólkar og øll yrki, um aðrar reglur skulu til enn tær, sum longu er í vallóggávuni. Tíverri eru vit í Føroyum alt ov illa roynd av, at politik­ ar­ar ikki virða tað, sum í øðrum londum verð­ur mett at hoyra til van­ligar  fólka_ ræðis­ligar man­na­gongd­ir, eitt nú at grund­leggj­andi spæli­reglur ikki skulu broyt­ ast í evsta tíma upp undir val. Dømi um hetta var ikki minst í 2007, tá landið var skipað sum eitt valdømi beint upp undir val, uttan ta gjølligu við­gerð og útgreinan, sum slík um­fatandi broyting sjálvsagt átti at fingið. Kommununfelagið fer tí at heita á landsstýrið um at sleppa ætlaninum um at broyta kommunulógávuna nú beint áðrenn løgtingsval verð­ur útskrivað, og í stað­ in taka upp samskifti við kommunurnar um møgu­lig­ ar broytingar í lóggávuni. Ein útlendingatanki kjak Skerjir rættindi hjá borgarstjórum Landsstýriskvinnan í kommunumálum ætlar at skerja demokratisku rættindi hjá borgarstjórum