mánadagur 29. juni 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 6
I
29. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Hann sigur seg vera bangnan bangin fyri,
at tað er nokk so generelt fyri allar flokkar,
at spurnartekin ikki verður sett við, um
skattgjaldarans pengar verða brúktir rætt, og
nevnir í hesum sambandi, at Føroyar í bestu
tíðum koyra við halli á fíggjarlógini.
– Eitt postivt dømi, har tað er handlað, er
avtøkan av Landsbankanum. Landsbankin gav
ikki meining og átti tí at veri avtikin fyri árum
síðan – men dett uppstandilsi, ið varð, tá tað
so bleiv »handlað«, sum Joel tekur til.
– Eg kundi nevnt afturvendandi málið um
kommunusamanleggingar, har roynt verður
at samla kommunurnar saman í størri eindir,
men at tað bara ikki verður gjørt ordiligt
allíkavæl. Og so verður eldraøkið lagt út til
kommunurnar at umsita. Tá skuldi verið
náttúrligt, at nú kundi nógv verið spart aftur í
almennu umsitingini, men tað er kanska ikki
tað, sum hendir.
Joel sigur seg eisini sakna meira
»forrætningshugsan« og spyr, hví vit í
Føroyum ikki heldur eru ambitiøs og fáa eitt
gott sjúkrahúsverk við nøkrum spennandi
spesialum, har onnur lond vilja senda sjúk
lingar hendanvegin og á tann hátt gera tingini
sjálvfíggjandi.
– Tað sama er við Fróðskaparsetrinum,
heldur hann.
Ikki fyri lønir
Nú vit eru inni á hesum við »logiska sans
inum« hjá Joel undir Leitinum, slepst ikki
undan at spyrja, hvussu hann so hevur tað, tá
hann hyggur at síni egnu fyritøku:
– Jú eg fekk øgiliga ilt í eyguni, tá eg
byrjaði á Posta, nú fái eg bara eitt sindur ilt,
flennir hann, men verður beinanvegin álvar
samur aftur.
– Vit hava lagt eina strategi og henni
fylgja vit, tí felagið koyrdi við rakstrarhalli,
tá eg byrjaði, so tá var ikki nokk til allar
lønarkostnaðirnar. Bleiv ikki okkurt øgiliga
drastiskt gjørt, var felagið ikki til, men nú
hava vit spart yvir eina millión krónur í løn
um mánaðin við umleggingum, so vit nú
gera tingini øðrvísi. Gjørdu vit ikki hetta, so
var felagið ikki til í dag. Og so mást tú eisini
minnast til, at haraftrat er tað eitt krav frá
eigaranum, at felagið skal kasta pengar av
sær, so tí er tað eitt álit frá skattgjaldarunum,
at vit arbeiða rætt.
Hann vísir eisini á, at Posta sambært kon
sessiónina hevur skyldu til at veita eina góða
tænastu kring alt landið, og tað fær hann at
hugsa nøkur ár aftur, tá hann sat í einum av
teimum mongu arbeiðsbólkunum, sum vóru
í sambandi við Visjón 2015. Tá var hann í
einum bólki, sum arbeiddi við føroyska infra
kervinum.
– Endamálið var, at Føroyar skuldu vera
besta landið í heiminum hjá øllum at liva í.
Og í dag kann eg siga, at Posta so avgjørt er
við til at skapa fortreytirnar fyri, at tað ikki
skal vera munur á, um tú býrt í Havn, Sumba
ella á Viðareiði, tí vit røkka hvønn krók í
landinum hvønn dag fyri sama prís. Tað er
eingin prísmunur á, alt eftir hvar tú býrt, tí
posturin kostar allastaðni tað sama, sigur Joel.
– Tí kunnu vit eisini fylgja við í menning
ini, ið eitt nú merkir, at ein vaksandi
nethandil er í dag. Vit eru við til at skapa
fortreytir fyri, at tað ber til hjá øllum at keypa
á netinum, tí tað er stórt sæð eingin munur á,
nær tú fært vøruna, óansæð hvar í landinum,
tú ert. Hetta er ein týðandi samfelagsskylda,
vit hava, men vit røkja hana so mikið væl,
at vit í grundini hava framt okkara part av
Visjón 2015, tí vit gera tað líka liviligt hjá
øllum, tá talan er um postin.
Her leggur Joel aftrat, at tá tú situr í
einum leiðandi starvi sum stjóri, leiðari ella
politikari, mást tú sum tað minsta vita, hvat
tú vilt og hvagar tú vilt, samstundis sum tú
hevur eitt kvalifiserað boð uppá, hvussu tú
kemur hagar.
Eru við upp á tað
Í dagliga starvi sínum sum stjóri í Posta, er
Joel undir Leitinum undirlagdur nevndini
í felagnum, og ein fortreyt fyri, at alt skal
hepnast sum best, er eitt gott samspæl
millum nevnd og leiðslu.
– Grundarlagið undir øllum tí arbeiði,
sum eg geri, er tað, ið vit saman hava gjørt í
nevndini, har sett verður út í kortið, hvussu
vit skulu flyta okkum. Nevndin hevur
ein strategiskan leiklut, tí hon skal leggja
ætlanirnar og skapa visjónirnar, og so er tað
mín uppgáva sum stjóri at fáa tað framt í
verki, sigur hann og letur væl at, hvussu tað
samspælið virkar.
– Tú skuldi kanska heldur spurt nevndar
formannin, men eg haldi, at tað virkar væl,
og í øllum førum ber til at staðfesta, at tað
arbeiðið, vit saman hava gjørt higartil, er
eydnast.
Luturin hjá Joel í stjórasessinum er at
føra Posta ígjøgnum tær mongu avbjóðingar,
ið eru, og við umleggingum og broytingum
slepst ikki undan, at avgerðirnar kunnu hava
stóra ávirkan á starvsfólkini, ið skulu laga seg
til nýggjar og øðrvísi umstøður, so hvørt sum
arbeiðsplássið og mannagongdir broytast.
– Har kann eg ikki siga annað, enn at
starvsfólkini á Posta hava verið positiv mót
vegis teimum broytingum, sum eru gjørdar.
Teoribøkurnar fortelja, at tá tú gert eina
stóra umlegging, soleiðis sum vit hava gjørt
tað, kanst tú gott uppliva, at fleiri av starvs
fólkunum verða sjúk og sjúkramelda seg, ella
at fólk beinleiðis sabotera tað arbeiði, sum tú
gert. Men einki av hesum hava vit upplivað,
sigur stjórin, ið saman við starvsfólkunum
hevur fingið vent gongdini á Posta, so felagið
í fjør fyri skatt hevði fýra milliónir krónur í
avlopi.
– Tvørturímóti hava fólk verið øgiliga
spent og við upp á tað, so vit hava fingið ein
»business-kultur« á Posta. Øll í felagnum vita,
at tað, sum tey gera, skal geva meining, og
at tað eisini skal geva avkast. Men vit skulu
eisini hava tað stuttligt og trívast, og tað
er eydnast so mikið væl, at fyritøkan hevur
fingið júst tað »drive«, sum eg segði meg
sakna, tá eg fyrstu ferð steig inn um gáttina
og setti meg í stjórastólin á Posta.
Joel undir Leitinum ásannar, at tær stóru
broytingarnar sjálvandi heldur ikki hava
verið framdar, uttan at tað fyri summi hevur
merkt, at tey eru farin aðrar staðir at leita sær
avbjóðingar.
– Um tú skalt fremja tað, sum krevst, so er
eisini øgiliga umráðandi, at tú hevur tey røttu
fólkini aftur at tær, og tí hevur eisini verið
stór útskifting í leiðsluni hesi fýra árini. Tað
eru øgiliga fáir leiðarar eftir av teimum, sum
vóru her í mai mánaði í 2011, tá eg byrjaði,
sigur hann og vísir á ein av ensku »boss-
setningunum«, sum er »it’s all about the right
people«.
– Men av tí at mín uppgáva er at gera tað,
sum nevnd og stjórn seta út í kortið, havi eg
eisini verið noyddur at »headhuntað« fólk,
ið kunnu gera mun. Tí er støðan hjá okkum
soleiðis í dag, at fleiri av leiðarunum og
teimum, ið sita í lyklastørvum í Posta, eru
útvald til størvini, tí vit hava hildið tey verið
»serliga egnað«. Higartil er tað so eydnast
okkum at lyfta so mikið væl í felag, at tølini á
botnlinjuni eru vend, og tað hevði heldur ikki
borið til, uttan at vit vóru so mong, ið lyftu í
felag.
hilmarjan@sosialurin.fo
Vinnuvangin: Joel undir Leitinum
Starvsleiðin
Joel undir Leitinum fór eftir fólkaskúlan
til Havnar at ganga í Studentaskúlanum
í Hoydølum, har valið fall á samfelags-
matematiska deild. Síðani lá leiðin til
Kjøpinhavn, har hann fekk tók cand.
merc. í fígging og roknskapi á Copenhagen
Business School í 1998.
– At tað júst bleiv henda útbúgvingin,
botnaði í hesum áhuganum fyri at vilja
frameftir, at hava eitt »drive«. Eg sá øgiliga
stórar møguleikar í hesi útbúgvingin, og
tað er nokk eisini ein orsøk til, at eg havi
arbeitt nokk so breitt, eftir at eg var liðugur,
sigur hann.
– Fyrst arbeiddi eg í eitt hálvt ár í
Onglandi innan oljuvinnu, áðrenn eg kom
heim til Føroya og arbeiddi á Fiskasøluni í
trý ár. Har seldi eg fisk, men fekst eisini eitt
sindur við tað, sum hevði við framleiðslu
av laksi at gera, og tað gav mær eitt øgiliga
gott innlit í fiskivinnuna, sigur hann.
Síðani fekk Joel bjóðað starv á
Eimskipum sum sølu- og marknaðarleiðari,
har hann var í trý ár, til Eimskip keypti
FaroeShip. Tá stóð honum í boði at starta
Samskip upp í Føroyum, har hann var stjóri
í seks ár, áðrenn hann var í BankNordik
í eitt hálvt ár. Síðani var tað, at kjansurin
kom at fáa stjórasessin í Posta í mai 2011, og
har hevur hann starvast síðani.
Eitt postivt dømi,
har tað er handlað, er avtøkan
av Landsbankanum
Mynd: Álvur Haraldsen