Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 nr. 6 I 29. juni 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Jákup Mørk V akstrarætlanin hjá Gist & Vist tykist bera góðan ávøkst. Felagið hevur júst latið úr hondum rokn­skapin fyri 2014, og hesin vísir eitt ársúrslit, sum táttar í fimm milliónir. Fyrstu árini hevði felagið annars ikki stórvegis rakstrar­ úrslit at reypa av, men stór­ rakstrar­fyri­munir­nir tykjast eyðsýndir, tá hugt verður at roknskapinum seinnu árini. Felagið rekur í dag tey trý hotellini, Føroyar, Tórshavn og Vágar. Hartil eru eitt nú Etika og Áarstova á matstovulistanum, og um ikki alt ov langa tíð letur samtakið upp eitt steak­house í Vágsbotni, har tey eisini hava úti­café um summarið. 145 starvsfólk Vøksturin í aktivitetinum endurspeglast fyrst og fremst í bruttovinninginum, sum sein­astu fimm árini er meira enn tvífaldaður. Harnæst sæst hetta eisini aftur í talinum av starvs­ fólkum, sum í tíðarskeiðnum er økt úr 88 upp í 145. Útreiðslurnar fyri somu starvsfólk eru eisini øktar tilsvarandi, men týdningarmest er, at meðan vøksturin í bruttovinninum er oman­fyri 26 mió kr., so eru samlaðu starvs­ fólka­útreiðslurnar “bara” øktar góðar 17 mió kr. Við øðrum orðum tykjast stórrakstrar­fyri­ munirnir saman við einum vøkstri í ferða­ vinn­uni og matstovuvinnuni generelt at hava verið munandi størri enn tær útreiðslur, sum eru tengdar at vøkstrinum. Hetta prógvar fyrst og fremst, at við røttu strategisku avgerðunum, so kann tað løna seg við tolsemi. Felagið hevur í eitt nú Tryggingar­felagnum havt ein sterkan bakk, ið hevur agerað sum tolin íleggjari, tá raksturin ikki hekk serliga væl saman fyrstu árini. Hetta verður afturlønt, nú tølini eru bæði svørt og vøkur á at líta. Seinastu trý árini hevur úrslitini verið rættiliga støðugt, og við sólar­myrking­ini í mars mánaði í mentu er eingin orsøk at halda, at umsetningurin og botn­linjan hjá føroysku ferðavinnuni verður minni í ár, enn hon hevur verið undanfarin ár. Glaðir íleggjarar Meira týdningarmikið enn ein einstøk sólar­ myrking er tó, at fíggjarliga støðufestið hjá felagnum er gott, og her gongur við stórum fetum rætta vegin. Góðu úrslitini seinnu árini hava verið við til at konsolidera felagið, sum við árslok 2014 hevði eitt trygdarevni á 39. Við øðrum orðum er eginpeningurin nú 39% av samlaðu ognunum, og tað vitnar um eitt hampuliga gott mótstøðuføri. Avkastið upp á eginognina hevur eisini verið nakað langt omanfyri tað, sum kann kallast vanlig marknaðarrenta, og heldur tann gongdin fram, er eingin sum helst orsøk at óttast fyri, at íleggjarar skulu rýma. Gist & Vist, sum er samtakið handan trý hotel og hópin av matstovum hevur arbeitt seg upp til støðuna sum størsti og sterkasti aktørur innan ferðavinnu á landi Mett og væl sett Gist & Vist Savnsmyndir