mánadagur 29. juni 2015síða 40
Tekstur á síðuni
16
nr. 6
I
29. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Terji Nielsen
F
akfelagssamstarvið umfatar tey
fimm fakfeløgini, Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya
Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag,
Havnar Arbeiðskvinnufelag og
Starvsmannafelagið.
Endamálið við ráðgevarastarv
inum er at leggja lunnar undir eitt
tættari samstarv ímillum tey fimm
feløgini, ið tilsamans hava einar 6.000 løn
takarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Sjey umsøkjarar vóru til verkætlanar
starvið, sum í fyrstu syftu er ætlað sum eitt
fulltíðarstarv í eitt hálvt ár.
Regin Berg er útbúgvin stjórnmálafrøð
ingur frá lærda háskúlanum í Aberdeen og
leggur í løtuni seinastu hond á útbúgving sum
master í lóg á Føroya Fróðskaparsetri.
Hann hevur royndir sum blaðmaður, eitt
nú sum blaðstjóri á blaðnum Fjølnir. Eisini
hevur hann verið virkin í studentapolitikki og
hevur verið formaður í Meginfelag Føroyskra
Studenta.
Arbeiðið hjá Ráðgevaranum verður at
greina samfelagsmál, sum hava týdning fyri
fakfelagsrørsluna og løntakaran.
Ætlanin er eisini, at hann og leiðslurnar
í feløgunum, skulu nágreina, hvørji mál,
tey fimm feløgini kunnu vera saman um og
hvussu hetta kann vera gjørt.
S
kráseting Føroya hevur í farnu
viku skrásett, at Jaspur Langgaard
er nýggjur stjóri á fyritøkuni Krea
í Saltangará.
Jaspur Langgaard starvaðist
frammanundan í fyritøkuni, og
hann avloysir Kajsten Højgaard í
stjórastarvinum.
Nøvn í vinnuni
Regin Berg skal
ráðgeva fakfeløgum
Jaspur nýggjur
stjóri á Krea
Nýggjur vinnu-
og mentanar
samskipari
Fakfelagssamstarvið hevur sett 26 ára gamla
Regin Berg í starv sum ráðgevara hjá teimum
fimm fakfeløgini, ið eru í samstarvinum
Skráseting Føroya hevur í farnu viku skrásett, at
Jaspur Langgaard er nýggjur stjóri á fyritøkuni Krea
T
alan er um eitt nýtt starv, ið
er sett á stovn í kommununi,
og arbeiðsuppgávurnar fevna í
høvuðsheitinum um at samskipa
arbeiðið innan vinnu og mentan í
Eysturkommunu.
Fríði Nielsen er útbúgvin innan
stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetur
Føroya, og hann hevur eitt nú
starvast í Fótbóltssambandi Føroya í átta ár,
harav fleiri ár sum varaleiðari, og harumframt
hevur hann eisini verið verkætlanarsettur
fulltrúi í Kappingareftirlitinum.
23 umsóknir vóru til starvið.
Tann 1. Juni byrjaði 41 ára gamli havnarmaðurin
Fríði Nielsen í starvinum sum vinnu- og
mentanarsamskipari í Eysturkommunu
Regin Berg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá lærda háskúlanum
Jaspur Langgaard er nýggjur stjóri á Krea
Fríði Nielsen er nýggjur vinnu- og
mentanarsamskipari í Eysturkommunu