týsdagur 30. juni 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Sunnudagin verða aftur blómutyssi
løgd út fyri at minnast tey, ið lótu
lív á føroysku vegunum. Ein vakur
siður, ið Ingi Gunnarsson úr Havn
hevur tikið stig til og røkt síðstu 15
árini.
Í hvørjari vanlukku eru lagnur,
men í hvørjari vanlukku eru eisini
nógvir ósvaraðir spurningar:
– Hvat hendi, hví hendi tað, og
kundi nakað verið gjørt øðrvísi?
Í okkara grannalondum taka fak
fólk sær av at svara hesum spurn
ingum, hvørja ferð ein álvarsom
vanlukka hevur verið. Á sama hátt
sum skaðanevndir lýsa vanlukkur á
sjógvi og í luftini, so lýsir ein skaða
nevnd vanlukkur í ferðsluni.
Síðstu 12 árini hava ikki færri
enn tvey álit eftirlýst, at vit eisini
í Føroyum fáa eina skaðanevnd til
ferðsluvanlukkur.
Harumframt
hevur
løgtingið
samtykt at seta nullhugsjónina inn
í ferðslulógina.
Flestu eru samd um, at síðstu ár
ini eru ábøtur gjørdar. Vegirnir og
bilarnir eru tryggari, og eisini verður
nógv gjørt fyri at upplýsa um vand
ar í ferðsluni. Men hvussu kunnu
vit røkka nullhugsjónini, at eingin
skal doyggja ella koma álvarsliga til
skaða í ferðsluni, tá vit ikki vita út
í æsir orsøkirnar til ferðsluvanlukk
ur?
Tá vit ikki vilja fáa til vega nýggja
vitan, sum kann brúkast til at bøta
um ferðslutrygdina og fyribyrgja
vanlukkur á vegunum.
Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan
kravdi mannalív á Varmakeldueiði
í 1928 eru 281 fólk deyð í ferðsluni á
føroysku vegunum – 202 menn og 79
kvinnur – síðani seinasta minningar
dagin fyri einum ári síðani er tíbetur
eingin deyður. Men harumframt
koma allar tær vanlukkur gjøgnum
árini, ið hava havt við sær álvarsam
an fólkaskaða.
Heilt afturi í 2003 vísti álitið
»Ávegis
til
Nullhugsjónina«,
at
ferðsluvanlukkur og óhapp kostaðu
samfelagnum 193 millónir krónur –
um árið!
Aftur at køldu tølunum koma so
lagnurnar og djúpu, menniskjaligu
sárini.
Vit vita væl, at orsøkin til eina
ferðsluvanlukku mangan er eitt
persónligt mistak. Menniskju gera
mistøk. Men tá vit ikki vilja kanna
niður í smálutir, hvør orsøkin var til
ferðsluvanlukkuna, so gerst vegurin
móti nullhugsjónini óneyðuga lang
ur.
Tað er ein raðfesting, um vit vilja
hava eina skaðanevnd at kanna
ferðsluvanlukkur. Tann viljin hevur
so ikki verið til staðar enn.
Og tað er tíverri beinleiðis í and
søgn við løgtingssamtyktina frá apr
íl 2006, tá null hugsjónin varð sett
inn í ferðslu lógina.
281 fólk eru deyð í før
oysku ferðsluni síðani 1928
vitan kann forða vanlukku
Før
oyskt fyri
allar út
lendingar
Heðin Mortensen
Kjak síða 14
Loks
ins sóu
tey ljósið
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttir
kjakSíða 14
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Sunnudagin 5. juli
er dagurin, har vit
steðga á og minnast
tey, sum doyðu í
ferðsluni og tey, sum
liva við missinum.
Síðani Minningar
dagin í fjør er eingin
deyður
sambært
skrásetingunum hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
– Í 2014 doyðu fýra í ferðsl
uni, ein kvinna og tríggir
menn, skrivar Ferðslutrygd.
Verður samanborið við
okkara grannalond seinastu
árini, eru flest deyð í ferðsl
uni í Føroyum í mun til
fólkatalið. Í Danmark, Nor
egi og Svøríki eru umleið
3-3,7 deyð seinastu árini fyri
hvørjar 100.000 íbúgvar. Hjá
okkum er talið fyri 2014 gott
8 deyð pr. 100.000.
Higartil eru 281 føroyingar
deyðir á føroysku vegunum.
Tað er vanlukkuligt at missa
fólk í ferðsluni fyri eitt
samfelag – og í einum lítlum
samfelagi
sum
Føroyar,
verða øll ávirkað. Fyri at fáa
broytt gongdina krevst, at
allir viðkomandi partar eru
tilvitaðir og raðfesta sín leik
lut í ferðslutrygdini.
Tíðliga sunnumorgunin
fara sjálvboðin, teirra mill
um limir í felagnum Føroya
Ellisakfør, runt at leggja
blómutyssi út, har ferðslu
vanlukkur, sum hava kravt
mannalív, hendu. Í kirkjum
og samkomum verður evnið
stundum tikið upp hendan
dag.
Endamálið við tiltakinum
er í fyrra lagi at fyribyrgja
ferðsluvanlukkum og í øðr
um lagi at fáa okkum øll at
steðga á eina løtu og hugsa
um tey, vit hava mist og tey,
sum sita eftir.
Tiltakið er stuðlað av Ráð
num fyri Ferðslutrygd, fyri
tøkum og einstaklingum. Tað
var Ingi Gunnarsson, sum
fyrstu ferð í 2000 tók stig til
at leggja út blómutyssi fyri
á stillføran hátt at minnast
tey, ið lótu lív á føroysku
vegunum. Hann samskipar
framhaldandi tiltakið í sam
starvi við sjálvbodna ar
beiðsmegi.
Minnast tey deyðu í
ferðsluni sunnudagin
Tá ið onkur sær eina grind,
hava tey skyldu at boða
myndugleikunum frá.
Tað
staðfestir
Andras
Kristiansen, deildarstjóri í
Fiskimálaráðnum.
Týsdagin skrivaði in.fo,
hvussu Sea Shepherd royndi
at ræða útlendsk ferðafólk.
Felagsskapurin sigur, at eftir
nýggju
grindalógini
kann
tann, sum sær eina grind, utt
an at boða frá tí, verða settur
fastur í tvey ár og fáa 25.000
krónur í bót.
Andras Kristiansen stað
festir, at øll, sum síggja eina
grind, hava skyldu at boða frá.
Tað stendur beinleiðis í
grein trý í nýggju grindalógini.
Har stendur:
Tá grind ella aðrir smá
hvalir, sum lógliga kunnu
avlívast, eru funnin á sjóum
veldinum ella innari, skulu
grindaboð beinanvegin boðast
sýslumanni, uttan mun til um
grindin er sædd av fólki á báti
ella skipi, í tyrlu ella flogfari
ella fólki á landi.
Sjóøkið kring grindina er at
rokna sum grindarakstrarøki
ein fjórðing í allar ættir, og er
undir løgdømi hjá sýslumanni
num og grindaformonnunum.
Men Andras Kristiansen
staðfestir, at tað stóð eisini í
kunngerðini um grind, at øll,
sum sóu eina grind, høvdu
skyldu til at boða frá.
– Sostatt hevur tað verið
soleiðis í nógv ár, at tann, sum
sær eina grind, hevur skyldu
at boða frá, sigur hann.
Hetta er sostatt eisini gald
andi fyri útlendsk ferðafólk
– og fyri limirnar í Sea Shep
herd, sum standa tað mesta
av sólarkringinum og hyggja
og kika út í havsbrúnna.
Andras Kristiansen sigur,
at tað einasta, sum er nýtt í
nýggju grindalógini er, at nú
hava eisini tey skyldu at rópa
grindaboð, sum síggja eina
grind úr luftini, ella úr tyrlu
ella úr flogfarið.
Men samstundis er tað eis
ini nýtt, at nú er ein beinleiðis
revsing nevnd í grindalógini
fyri, hvussu brot á lógina
skulu revsast.
Víst verður á í grindalógini,
at mesta vanliga revsingin fyri
at bróta hana, verður ein bót,
men í serstøkum førum, har
skerpandi umstøður gera seg
galdandi, kann revsingin herð
ast til fongsul í upp til tvey ár.
Og tað stendur eisini, at
eitt brot, sum kann revsast, er
at síggja eina grind, uttan at
boða frá tí.
Og vinnunevndin hjá løg
tinginum staðfestir í sínum
áliti, at minsta bótin eigur
at vera 25.000 krónur, og tað
hevur Løgtingið samtykt.
Tað hevur ikki eydnast
at fáa eina viðmerking frá
ákæruvaldinum, sum eru tey
hjá løgregluvaldinum, sum
svara spurningum um grind
alógina.
Sea Shepherd-fólk skulu boða frá
grind ella fáa tey 25.000 kr í bót