týsdagur 30. juni 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er ein heilt serlig samanrenning av gamlari og nýggjari mentan, vit kunnu uppliva um
vikuskiftið. At Kirkjubøur, sum eitt av mest søguríku plássum í Tórshavnar kommunu, kann
vera karmur um nakað av tí besta av føroyskum tónleiki í nýggjari tíð, er í sjálvum sær
einastandandi.
Her ber til at fara eftir gomlum gøtum og uppliva ein tíðarlumma í føroyskari mentan. Og
nú boðið verður til tónleika- og mentanarfestival í náttúruvakra og søguliga umhvørvinum
í Kirkjubø, so verður Kirkjubøur – sum fyrireikararnir siga – enn einaferð Føroya
mentanarmiðdepil!
Kirkjubøur er ein aldargamal mentanarligur depil, vit øll vilja hjúkla um. Persónliga hevur
mær altíð dámt at koma heim til Kirkjubøar við mong høvi, veri tað seg til fremmandar
vitjanar ella til høgtíðir. Hátíðarligi hugnin er altíð tann sami, men serliga hevur mær dámt at
vitja um jóltíðir.
Men nú er so eitt nýtt høvi. Tíðirnar eru nógv broyttar, men enn standa Múrurin, Ólavskirkjan
og Roykstovan. Og Kirkjubøur er framvegis tann mentanarligi depilin í okkara kommunu,
sum flestu ferðafólk vitja. Skjótt verða fornminnini her kanska skrásett sum mentanarligur
heimsarvur, ið skal hava serliga vernd, og tá kemur bygdin til heiður og æru um allan heim!
Hesar tríggjar dagarnar fara vit at hoyra og síggja nakað av tí besta, sum føroysk mentan og
føroyskt tónleikalív hevur at bjóða. Hetta er tað heilt serstaka við hesum festivalinum, at alt
er føroyskt, og at vit ikki bara tosa um tónleik, men at høvið eisini verður hjá øllum at royna
tað besta av føroyskum vørum, mati og mentan.
Meira føroyskt verður tað ikki. Og tí kanska tað hóskar serliga væl til umhvørvið. Og eisini er
tað sera stuttligt, at vit kunnu fáa heilt serlig upplivilsi – sum t.d. at hoyra sumbingar kvøða
inni í Kirkjubømúrinum.
Skráin er umfatandi og spennandi. Og hvørt
einasta navn slær fast, at hetta verður føroyski
festivalurin burturav! Eg fari sum borgarstjóri
at ynskja tykkum allarbestu eydnu við øllum
tiltakinum.
Vit síggjast í Kirkjubø!
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
Vælkomin á
festival í Kirkjubø!
torshavn.fo
Vit eru við Múrin!