Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dýrasta innflutningsvøran hjá Føroyum tey mongu sein­astu árini, er olja og ben­ sin. Í 2014 innfluttu vit olju og oljuúrdráttir fyri eina millj­ ard. Tað var ein fim­ting­ur av saml­aða inn­flutn­ing­inum. Hesin staðfesti veruleiki er ein av orsøkunum til, at før­oyskir myndugleikar ar­ beiða við ferð fyri at um­ leggja orkuveitingina í Før­ oy­um, so hon kann koma meira frá el enn frá olju. Føroya Løgting hevur havt eitt aðalorðaskifti um el­orku. Orðaskiftið bygdi á eina frágreiðing, sum ein ar­ beiðs­bólkur, umboðandi vin­ nu­mála­ráðið, Jarðfeingi, SEV og so tvey umboð frá Dansk Energi. Arbeiðsbólkurin var sett­ ur í 2012. Hann hevði ein arbeiðs­setning, sum ljóðaði soleið­is: ”At gera eina tekniska og fíggjarliga kanning av møgu­leik­um at menna el­ orku­net­ið, -framleiðsluna og -nýtsluna. Yvirskipaði mál­setn­ing­urin er skjótast gjør­ligt og í mest møguligan mun at nýta varandi orku í før­oysku orkuskipanini”. Tað er vinnumálaráðið, sum umsitur orkumál – og tað var eisini vinnu­mála­ráð­ ið, sum setti arbeiðsbólkin. Elorka Gjøgnumgangandi mælir arbeiðs­bólkurin til, at før­ oyska samfelagið sum heild fer yvir til at brúka meira el­ orku. Fyrst eigur upphiting av húsum og bústaðum at leggj­ast um til el og seinni skal ferðslan so eisini um­ leggjast til el. Hetta fer sjálvandi at hava við sær, at eftirspurningurin eftir el fer at økjast munandi. Tí verður tað eisini ein av­ bjóð­ing at tryggja at pro­sent­ part­urin av elorkuni fer at koma frá varandi orku­keld­ um og ikki frá innfluttari olju. Arbeiðsbólkurin ger vart við, at mongdin av var­andi orku í føroysku orku­skipan­ ini er nakað, sum politisk at­ lit eiga at verða tikin til. Termisk verk – tað vil siga orku­verk, sum verða rikin við olju – hava verið bulurin í føroysku elframleiðsluni. Tað verða tey helst framyvir eisini, men við øktari vind- og vatnorku vísir tað seg, at olju­fram­leiddur streymur er mink­andi. Í fjør hevði SEV fleiri dag­ ar har so at siga allur streym­ ur var framleiddur av vatni og vindi, men ein dag sum í gjár var støðan øðrvísi. Tá stóðu termisku verkini fyri tveim­um triðingum av el­ fram­leiðsluni. Nýggjasta framstigið eru vindmyllurnar, sum eru settar upp í Húshaga oman­ fyri Tórshavn. Har eru til­ sam­ans 13 vindmyllur, sum veita streym inn á elnetið – nógv ella lítið – alt eftir hvussu nógvur vindur er. Samlaða nýtslan av streymi í Føroyum var sam­ bært nýggjastu hagtølunum hjá SEV 291.000 Gwh. Av samlaðu nøgdini komu 100.000 Gwh frá vatni, 11.000 frá vindi og restin frá olju­ riknu verkunum. Tølini eru broytt rímuliga nógv í seinastuni, har vind­ ur og vatn eru vorðin størri partur av samlaðu fram­ leiðsluni. Framtíðin Framtíðin við føroyskari or­ ku eigur at verða meira el. Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum gjørdi frágreiðingina, sum var grundarlag undir aðal­orða­skiftinum um el­ orku í Føroyum. Elorkan skal framleiðast, og sum longu nevnt eru fleiri mátar at gera tað upp­ á. Í nógv meira enn hálva øld hevur vatnorka ver­ið ein stór­ur partur av orku­fram­ leiðslu­ni í Før­oy­um. Seinnu árini er vindorka kom­in afturat, men tað gekk held­ur seint, tí SEV upp­runa­ liga ikki tók undir við tanka­ num um vindorku. Hetta er broytt, sam­ stundis sum menningin av vind­myllum hevur gjørt tær bet­ur egnaðar til føroyska veðurlagið. Nú er vindmyllulundin oman­fyri Havnina, saman við myllunum í Nes haga, ein stór­ur spælari í elveitingini. Arbeitt verður við øðrum loysn­um eisini. Fyrst og fremst felagið Røkt, sum hevur trýst á fyri at fáa alternativa orku, hevur æt­lan­ir um at framleiða orku á ann­an hátt. Pumped storage kallast ein skipan, har vindorka verð­ur brúkt at pumpa vatn nið­an í byrgingar, sum so verð­ur leitt oman til turb­in­ ur, sum framleiða el. Hetta er eitt slag av ævin­ ligum gonguverki, har vind­ orka verður brúkt tá ið hon er til taks, men hon verð­ur so brúkt til at pumpa vatn í byrgingar. Tað vil siga, at hetta er ein háttur at goyma orkuna uppá, so hon kann brúk­ast meira javnt og er til taks, tá ið brúk er fyri henni. Í løtuni er tað soleiðis, at vindorkan verður nýtt í sama sekundi hon verður fram­ leidd, men Pumped Storage og so tann skipan, sum SEV ar­beiðir við í Húshaganum, skal gera framleiðsluna meira fleksibla – ella gera, at hon kann brúkast, tá ið tørv­ ur er á henni. SEV er í samstarvi við út­ lendskar framleiðarar, sum arbeiða við einari battarí­ skip­an, sum skal goy­ma streym­in, sum vind­myll­ur­ nar framleiðåa. Síðan kann streymurin latast út á netið, tá ið tørvur er á honum. Stórar íløgur Arbeiðsbólkurin hevur hugt eitt sindur longur fram fyri at vita, hvussu oljurokningin kann gerast uppaftur minni. Til tess krevjast stórar íløgur. Í eitt 10 ára skeið fara íløgur at verða gjørdar innan el­orku fyri umleið tríggjar milljardir krónur. Tað skulu eisini gerast aðr­ar skipanir, sum fáa okk­ um sum brúkarar at leggja um frá olju til elorku. Hetta er bæði galdandi, tá ið tað snýr seg um upphiting, men so sanniliga eisini tá ið tað snýr seg um flutning – ella bilar. Broytingar Fyri at tað kann bera til at koma longur fram á leið við at elektrifisera Føroyar, so er neyðugt við nøkrum broyt­ ingum. Umboðini hjá Jarðfeingi og landsstýrinum mæla til, at elnetið verður skilt út í eitt felag fyri seg, so tann part­urin hevur sjálv­støðuga leiðs­lu. Tey halda eisini, at land­ið eig­ur at yvirtaka SEV frá kommununum og at virk­semið hjá SEV verður lagt í parta­felagsform. Hesum taka umboðini fyri SEV og kommunurnar ikki undir við, tí tey ikki hal­ da, at grundgedvingarnar fyri hesum eru nóg góðar. Í løtuni verður arbeitt við í vinnumálaráðnum, hvør skal hava rætt til at brúka vatn­ið í føroysku áunum. SEV hevði einkarrættin til hetta, men hann er gingin út. Ein nýggj áseting um hetta er væntað seinast í hesi viku­ni. Ein áseting, sum møguliga fer at geva privatum loyvi at brúka vatnið til framleiðslu av orku. Føroyar skulu gerast eitt samfelag, rikið av elorku Stórar broytingar henda við orkunýtslu í Føroyum og ætlandi verða tríggjar milljardir brúktar til umlegging komandi 10 árini 217.000 tons brúktu vit í 2014 Vindmyllulundin omanfyri Havnina er fyrsta nýggja tekin um nýhugsan í interkommunala felagsskapinum SEV Vatnorka hevur verið partur av elframleiðsluni hjá SEV í mong, mong ár