Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Vilmund Jacobsen At stama er eitt talubrek, sum kann mennast til ein sam­skiftis­trupulleika. Stam­ ing byrjar ofta í 2-5 ára aldri, og sagt verður, at eini 4-5% av øll­um børnum stama í styttri ella longri tíð. Flestu børn, sum byrja at stama, halda uppat aftur av sær sjálvum, men nøkur børn halda fram við at stama. Millum 0,7 og 1% av vaksna fólkinum stama, og stam­ing rakar nógv fleiri menn enn kvinnur. Orsøkin til staming er ikki kend, men viðgerðarar og granskarar eru samdir um, at staming bæði er arvalig, bio­logisk og at ymiskir tali­ máls­ligir og psykososialir fak­torar eru partur av stam­ ing­ini. Ytra og innara Stamieyðkenni kunnu býtast upp í eina ytru staming og eina innaru staming: Ytra stamingin er • hoyribar stamieyðkenni, eitt nú sum endurtøkur, leingingar og blokeringar av orðum • sjónlig stamieyðkenni, sum eitt nú stríð fyri at snakka og rørslur í andliti og kroppi, tá tosað verður Innara staming kann eitt nú vera • ótti fyri at stama tú roynir at umgangast stami­orð, ávís fólk ella ávísar støður • tú ert smæðin, forarg­að­ ur og hevur eina kenslu av minnivirði Nøkur góð ráð Hvat kunnu vit so gera, tá barnið er byrjað at stama? Jú, vit eiga at geva barn­ inum góða tíð at tosa, og vit eiga at vísa barninum áhuga fyri tí, tað hevur at siga. Vit eiga ikki at órógva, ørkymla ella geva barninum góð ráð undir prátinum. Tað er heldur ikki skila­ gott, tá staming er vorðin ein trupulleiki hjá barninum, at spyrja ov nógvar óum­ hugsaðar spurningar. Vit eiga at hava góða eygna­kontakt við barnið og eiga at tosa náttúrliga um stam­ingina. Tú eigur at vísa barninum, at tær dámar at tosa við tað, hóast barnið stríðist við orðini. Vit eiga í aðrar mátar at vera ein góð talufyrimynd sum merkir, at vit tosa hóvliga, stutt og beinleiðis og brúka einfaldar setningar. Skilagott er eisini at minka um styrkina á røddini, tá tosað verður við barn, ið hevur stami-trupulleikar. Onnur ráð eru at minka um krøvini, tá barnið stamar illa. Vit eiga at læra barnið at hava tol, eitt nú tá spøl verða spæld sum krevja, at spælt verður eftir tørni. Vit eiga ikki at tosa við barnið, sum um tað er til próvtøku, og tá tosað verður um innihald í barnabókum, eiga vit at tosa út frá tí, sum barnið sjálvt kemur við og soleiðis lata vit barnið sjálvt seta treytirnar. Fakta um staming Í fakta um staming kunnu vit lesa, at umleið 80% av børn­unum, sum stama, halda uppat aftur. Samanumtikið verður sagt, at umleið 1% av fólk­ inum stama, og tað eru um­ leið fýra ferðir so nógvir menn sum kvinnur, ið stama. Hevur tú hug at vita meira um staming, er ymiskt at lesa á www.davs.dk vilmund@sosialurin.fo Í hesi greinini verður sagt eitt sindur um staming, og her eru eisini nøkur góð ráð um, hvussu foreldur kunnu hjálpa børnum sum stama Hví stama vit? Tú eigur at vísa barninum, at tær dámar at tosa við tað, hóast barnið stríðist við orðini