Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heðin Mortensen borgarstjóri Áhugaverd grein á in.fo tann 28. juni 2015, har ein út­ lendsk kvinna, sum er flutt til Føroya og hevur fingið familju her, greiðir frá sínum møgu­leikum at sleppa inn á før­oyska arbeiðsmarknaðin. Høvuðs­forðing hennara er, at "tað gongst so striltið at slep­pa at læra seg føroyskt!" Hon greiðir frá, at "tað hev­ur ikki borið til at fáa góða frálæru í føroyskum" og at skipanin ikki er nøkt­andi, tí vantandi frálæra í før­ oyskum er ein beinleiðis forð­ ing fyri atgongd hennara og ann­ara til arbeiðsmarknaðin. Tað, sum eg serliga hefti meg við í hesum sambandi er, at hon hevur havt møguleika at læra føroyskt á kvøldskúla í Klaksvíkar kommunu, "men støð­ið hevur verið ov lágt og tí­skil hjálpir tað ikki henni!" Síðan greiðir hon frá, at "útlendingar, sum búg­ va í Havn, hava fingið betri undirvísing á hægri støði, enn vit hava fingið í Norð­ oyggj­um", tí metir hon, at mis­mun­ur verður gjørdur á fólki í Før­oyum. Kvøldskúlin fyri øll Tað er púra rætt, at ov lítið er gjørt fyri at skúla út­ lendingar, so teir sum skjót­ ast sleppa inn á arbeiðs­ mark­nað­in og í mestan mun fáa arbeiði, ið svara til teirra útbúgvingar og royndir. Men í einum gev­andi samstarvi millum Tórs­havn­ ar Kvøldskúla, ALS, Tórs­ havn­ar kommunu og Menta­ mála­ráð­ið, hevur borið til at veita eina útbúgving, sum er í skjótari menning. Fyrstu næmingarnir fin­ gu prógv í mars í ár, og longu í farnu viku handaðu vit prógv­ini til næsta flokkin. Og eftir ætlan verður upp­ tøku­roynd í heyst til eitt fram­halds­skeið upp á 400 tím­ar. Fyri mær er ongin ivi um, at Føroya størsti skúli er tann best skikkaði til hesa frá­læru. Við fleiri enn 135 lærarum, góðum royndum og góðum umstøðum, so hevur hepn­ast Kvøldskúlanum at taka hond um eina rúgvu av okkara nýggju borgarum, har­av mong eisini aftur og aftur hava sýnt gleði og nøgdsemi fyri hetta høvið. 
 Eg kenni ikki til undir­ vís­ingar­støðið í Klaksvík og fari tí ikki at úttala meg um tað. Men eg kann ikki endur­ taka nóg ofta, at okk­ara Kvøldskúli er ikki bert fyri havnarborgarar. Øll roynd­ ar­fyrireikandi undir­vís­ing, undirvísing í før­oysk­um máli og mentan og fremm­anda­ máli, er fyri øll. Kvøldskúlin er í hesum høpi ikki ein lokal­skúli í Havn, tí 5,5% (137) av næm­ing­unum koma frá øðr­um kommunum. Vert er eisini at nevna, at undirvísingin - eisini kom­ andi framhaldstilboðið - er skip­að soleiðis, at til ber at koma til Havnar um morg­ un­in og heimaftur tíðliga sein­na­partin. Lykilin til samfelagið Við royndunum hjá Kvøld­ skúla­num hava vit staðfest, at okkara mál er lykilin til okkara mentan, og kunnleiki til mentanina er lykilin til sam­felagið. Hetta staðfesta næm­ingar í stórum tali. Dyr verða latnar upp fyri næm­ ing­unum, sum í størri mun fáa brúkt sínar út­búgv­ing­ar og í størri mun kenna hetta at hoyra til og vera partur av eini heild. Vert er at nevna, at kom­ andi kvøldskúlaár eru fleiri spenn­andi skeið, har til­flyt­ ar­ar undirvísa. Tórs­havn­ar kommuna hevur eisini skip­ að so fyri, at Kvøldskúlin hev­ur kunnað leigað Pæsa­ stovu, sum nú stendur ístand­gjørd og hugnalig. Út­ lends­ku næmingarnir kunnu so í samráð við Kvøldskúlan gera brúk av hesum tilboði, sum økir sosialu samveruna og lættir um og ger gerand­is­ dag­in hugaligari. So fyri at taka samanum, so eru hesi skeiðini hjá Kvøld­skúlanum í høvuðs­ stað­num galdandi fyri øll, og næmingar úr øllum landi­ num eru so hjartaliga væl­ komn­ir til Havnar. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur býráðslimur Fegnist um, at tað eydnaðist fólka­flokkinum at sannføra meiri­lutasamgonguna í Klaks­víkar Kommunu at lækka skattaprosentið aft­ur. Tey hækkaðu skatta­pro­cent­ ið fyri umleið 6 mánaðum síðani. Fólkaflokkurin vísti ferð eftir ferðá, bæði í talu og skrift, at tað var skeivt at hækka skattaprosentið. Hetta var veruliga ikki neyðugt við teimum met­ høgu inntøkunum hjá kom­ mu­n­uni. Men meirilutin stóð fast­ur og samdur um skatta­ hækk­ingina. So seint sum 1. Juni 2015 legði fólkaflokkurin upp­ skot fram um at lækka skattaprosentið hjá komm­ ununi. Við troyskni og áhaldni eydnaðist at sann­ føra sjálvstýri, tjóð­veldi og javn­að­ar­flokkin á tað skeiva í at hækka skattaprocentið. Nú verður skatta­pro­sent­ ið lækkað aftur, og so­leið­is fáa skattaborgarnir ágóð­an. Teir fáa ágóðan av, at inn­ tøkurnar hjá kom­mun­uni hava verið so góðar. Okkara grundleggjandi greiða áskoðan er, at borg­ ar­nir sjálvir skulu avgera, hvussu teirra hart vunnu krón­ur verða brúktar. Tann, sum sjálvur hevur arbeitt fyri peningin, dugir best sjálv­ur at umsita hann. Meirilutin førdi har­ aftur­ímóti fram, at tey vístu ábyrgd við at hækka skatta­ procentið. Tey vildu føra ein varnan, skynsaman og tryggan fíggjarpolitik og tí var neyðugt við skatta­hækk­ ing. Tað var tryggari at taka meir pening frá borgarunum. Tey førdu fram, at tað var í góðum tíðum, at skatta­ pro­centið skuldi hækkast. Vit hava fram­veg­is góð­ar tíðir, men nú knapp­liga, sum snar­ljós frá klárum himni, er meiri­lutin sinnaður at lækka skatta­procentið. Hetta er ikki rættuliga í samsvar við tað sum var meirilutin førdi fram tá, men vit fegnast sjálv­andi stórliga. Eftirtíðin hevur víst, at fólkaflokkurin í Klaks­ vík­ar Býráð hevði rætt í sínum metingum, sum vit gjørdu tá. Fegnist um, at okkara sannføring fyri uml. 7 mánaðum, nú endi­liga er ging­in upp fyri meiri­luta­ sam­gongu­ni. Skattalækkingin hevur stóran týdning fyri okkara skatta­borgarar og fyri okkara kapp­ing­arføri við aðrar býir, tá tað kemur til at gjalda skatt. Við fólka­ flokki­num á odda var skatta­ pro­cent­ið ongan­tíð blivið hækk­að. Uttan áhald­andi trýst frá fólka­flokki­num var tað heldur ikki blivið lækka aftur nú. Loksins sóu tey ljósið Føroyskt fyri allar útlendingar í Føroyum kjak Heðin Mortensen, borgarstjóri, saman við Børn Kalsø, mentamálaráðharra, og Jógvan Sørin Hansen, stjóra á Tórshavnar Kvøldskúla, til prógvhandan á Reinsarínum.