týsdagur 30. juni 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Gamli vatnmeistarin í Tórshavnar
Kommunu Janus Sørensen fylti 80
ár 17. juni.
Janus sum í veruleikanum er
doyptur Jens Sigmund, flutti til
Havnar sum ungur. Hann er føddur
í Trongisvági, har hann av summum
bleiv kallaður Lítli Janus, tí pápin
var Janus hjá postmanninum, ella
Janus á postbátinum. Mamman æt
Sigrid Sørensen, doypt Lindberg.
Ikki langt eftir konfirmatiónina
flutti hann til Havnar at læra til
rør- og blikksmið á Rør- og sanitet.
Janus arbeiddi nøkur ár hjá Mariu
Poulsen P/F. Tá ið stórarbeiði við
at leggja vatnleiðing í millum
Havnardal og Havnina var hann
útleigaður til Tórshavnar Kommu
nu, og har bleiv hann verandi. Í 1972
varð hann settur sum vatnmeistari í
Tórshavnar Kommunu. Hetta hava
verið mennandi ár innan vatn í
Føroyum. Tórshavn er nógv vaksin,
og krøv til betri vatn hava alsamt
voksið sum matvøruframleiðsla
og annað hevur mentst her á landi.
Í 2004 fór Janus frá sum vatn
meistari vegna aldur, men var
knýttur at vatnverkinum ½ tíð
fram til 2007.
Vit kenna Janus sum tað ey
kenniligu myndina av Harmoni
orkestrinum
GHM,
har
hann
spældi helikon, hendan bassin sum
snúði seg um kroppin og var so ey
kenniligur í Havnar gøtum. Í heilig
49 ár var hann virkin í orkestrinum,
og er óiva tann sum hevur spælt
longst í GHM nakrantíð.
Summi kenna hann frá Old
boysliðinum hjá Havnar fimleikara
felag, svimjihylinum ella gangandi
ein tú í náttúruni.
Janus hevði seks systkin, og
búðu tveir aðrir beiggar í Havnini,
Hans og Amandus, teir eru ikki í
millum okkara longur. Teir áttu bát
í felag og vóru í sannan forstand
miklir innløgumenn, skutu harur,
veiddu fugl, vóru í grind og á floti.
Ofta síggja vit Janus ganga oman
til bátin í Vágsbotni við snellunum.
Janus helt dagin saman við
konuni Michaelu og børnum í
Mallorca. Tey eiga fýra børn, Jan
Sørensen (lívfrøðingur og stjóri á
Biofar), Majken Sørensen (sjúkra
systur og búsitandi í Fraklandi),
Leif Sørensen (kokkur), og Anni
Joensen (kontórkvinna hjá Løg
tinginum). Abbabørnini hjá Janus
eru 12 og langabba børnini eru 2.
Tú møtur altíð Janus heilsandi
og smílandi, hann virðist bæði birg
ur, stinnur og glaður. Ynskt verður
honum alt gott í framtíðini, og
tillukku við teimum 80.
Janus Sørensen 80 ár
Hósdagin, 2. juli, fyllir Óli bróðir,
Óli hjá Hilmu úr Fuglafirði, 70 ár.
Foreldur okkara vóru Hilma,
sum var ættað úr Leirvík, og
Meinhard Jacobsen, skipari úr
Fuglafirði.
Vit vóru 5 systkin, og Óli er nr. 4
í røðini. Hann er føddur 2. juli 1945,
beint eftir krígslok, og vaks upp
saman við okkum systkjunum í
einum góðum og tryggum heimi.
Óli hevur altíð verið nakað ser
ligt, og heilt frá smádreingi av var
hann ein bygdarmynd, sum allir
fuglfirðingar kendu. Vit minnast,
hvussu væl hann kendi skip, ja,
hvørt einasta skip í Føroyum, og
á sama hátt nummarpláturnar á
øllum bilum.
Og tá tað kemur til skip, so var
Gulldrangur, FD 12, nakað heilt
serligt fyri Óla. Tá ið Gulldrangur
kom undan Enni, kom ordiligt lív í
Óla, og so fór hann rennandi norð
á kajina, rópandi: “Gulldrangur,
høy!” Og tað var einki undarligt
í, at hann var spentur, tí pápi var
umborð á Gulldrangi – hann førdi
jú Gulldrang í heili 15 ár, frá 1947-
1962, øll barnaárini hjá Óla.
Fyrstu ferð, vit vóru saman um
borð á skipi, var í 1961, tá ið eg var
við Ólavi Halga. Óli kom tá ein túr
niður til Grimsby við okkum at
selja. Tað var eitt stórt upplivilsi
fyri hann.
Í 1962 fór Óli til Danmarkar og
var niðri í fimm ár. Óli var orð
blindur og gekk í skúla í Nakskov,
og har fekk hann sera góða hjálp.
Eg var fleiri ferðir og vitjaði hann
hesa tíðina, og tað var stuttligt at
síggja, hvussu hann mentist har.
Í 1970 var Óli við Gulldrangi, og
tá vóru Jákup Egholm og Jákup
Petur Jacobsen skiparar, ávikavist
við snellu og við línu eftir svart
kalva.
Í 1972 kom Óli við Peter Most úr
Svendborg, sum eg var skipari á.
Har umborð var hann í 7 mánaðir
sum ungmaður. Óli var ikki so
sterkur likamliga, men hann var
altíð framúr ágrýtin og trúfastur
– ja, sanniliga ein álitismaður í
øllum lutum.
Eftir
tað
arbeiddi
Óli
á
flakavirki. Hann mundi vera á
Handils- og Frystivirkinum í
Fuglafirði eini 10-12 ár, har hann
arbeiddi saman við so mongum
fuglfirðingum.
Ein dagin kom Jákup Oluf
á Lakjuni, sum var góði vinur
pápa og granni okkara, og spurdi
Óla, um hann ikki kundi koma
við einum av Cuba-trolarunum.
Óli bleiv sera spentur og játtaði
beinanvegin. Og tað bleiv so ikki
bara hesin eini túrurin! Nei, í heili
15 ár var Óli við Cubatrolarunum
– einamest við Skúgvi. So har
treivst hann so sera væl umborð,
og hevur hann javnan eitt gott
prát við fleiri teirra, hann sigldi
saman við.
Í 1998 flutti Óli til Havnar at
búgva, og hevur hann nú í 17 ár
búð hjá systurdóttur okkara,
Hildigunn, og manni hennara,
Agnari Poulsen, har hann hevur
havt tað sera gott, ja, sum um tað
var heima hjá honum sjálvum.
Og tað vil eg so hjartaliga takka
tykkum báðum fyri, Hildigunn og
Agnar, at tit hava verið so góð við
Óla.
Góði Óli. Eg fari at takka tær
fyri allar túrarnar, vit hava verið
saman. Frá 1999 til 2010 vóru vit
báðir eina ella tvær ferðir um
árið niðri á Kreta ella á Kanarisku
oyggjunum – ja, einar 16 túrar
munnu vit hava verið tilsamans.
Og serliga takki eg tær fyri, at
tú hesi seinastu 25 árini hevur
vitjað okkum í Danmark einar
tvær ferðir um árið – seinast í mai í
ár. Tað eru vit serstakliga glað fyri.
Nú sunnudagin, 5. juli, hátíð
arheldur tú føðingardagin í Báta
felagshúsinum í Vágsbotni frá
kl 11 til 17, har øll eru hjartaliga
vælkomin at heilsa upp á teg. Tað
gleða vit okkum til!
Hjartaliga tillukku, góði Óli.
Bróðir tín
Óli hjá Hilmu sjeyti
75 ára føðingardagur
Týsdagin 7. juli verður Arnhold
Fjallstein 75 ár. Dagurin verður
hildin í Oasuni 11. juli frá kl. 13. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Heðin Ó. Jacobsen,
Skopun, 60 ár
Hetta deiliga lívsstykki fyllir 60
ár 6. juli, og tað fara vit sjálvandi
at hátíðarhalda. Tað hevði glett
okkum at sæð familju, vinir og
kenningar til ein góðan bita í
Samljóð í Skopun leygarkvøldið 4
juli kl 19.00.
Vinarliga sigið frá um tit koma
áðrenn týsdagin 30. juni á tlf 274643
ella 277466.
90 ára føðingardagur
30. juni fyllur Kristina Simonsen, búsitandi í Tórshavn, 90 ár. Í tí
sambandi verður opið hús í kjallaranum í Adventista kirkjuni frá
kl. 16:00 - 20:00. Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda henda
dag saman við Kristinu og familju hennara.
80 ára føðingardagur
30. juni verður Olfert Debes,
Oyri, 80 ár. Dagurin verður hildin
í Eydnuni frá kl. 16-21. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur.
Mánadagin tann 06 juli,verður
Mina Jacobsen Tórshavn,búsitandi
á Tjarnagarði 90 ár. Tey í vilja
heilsa uppá Minu,eru vælkomin
til
ein
kaffimunn,Sunnudagin
05 juli millum kl 15.00 og 18.00 á
Tjarnagarði,inngongd frá Stoffalág.