týsdagur 30. juni 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bæði foreldur míni vórðu borin í
heim fyri hundrað árum síðani í
1915. Pápi andaðist í 2005, 90 ára
gamalur, og mamma andaðist
2003, 88 ára gomul. Í pápasa
familju vóru tey seks systkin, tveir
beiggjar og fýra systrar. Foreldrini
vóru Martin (Leyna-Martin) og
Sofía Magnussen í Sørvági. Hjá
mammu vóru tvey systkin, hon og
ein beiggi. Foreldur hennara búðu
í Hejls, Danmark.
Sum ungur fór pápi mín, sum
flest allir dreingir tá, til skips. Og á
einum íslandstúri varð hann um
vendur, 21 ára gamalur. Um hann
longu tá setti sær fyri at læra til
prest, veit eg ikki. Í 1939 fer hann
til Danmarkar á Haslev Udvidede
Højskole. Hann arbeiðir á bónda
gørðum at forvinna sær til lívsins
uppihald. Orsaka av krígnum
sleppur hann ikki heim aftur til
Føroyar. Tekur so eitt semestur
afturat á háskúlanum í Haslev. Á
hesum skeiðinum hittir hann so
mammu.
Tey bæði, Ida og Jákup, giftast í
1942 og búgva inni hjá foreldrunum
hjá mammu í Hejls, sunnan fyri
Vejle. Har eru vit tríggjar systr
arnar føddar: Jytta (1943), Sonja
(1944) og Asta (1947). Mær er
fortalt, at pápi var til próvtøku í
eingilskum til realeksamiu, tann
dagin eg varð fødd. Hann var eitt
sindur skuffaður yvir at triðja
barnið eisini var ein genta, hann
ynskti sær sjálvandi ein drong.
Hetta er nakað, eg havi fingið at
vita frá øðrum, seint í lívinum.
Nú hevði pápi so arbeitt
seg fram til eina realeksamiu,
so tað næsta var at fáa eitt
studentsprógv, skuldi hann á eitt
universitet at lesa. Hann fór á
Rønde Kursus, har hann kundi
fáa prógvið eftir tveimum árum.
Hesa tíðina búði hann í Rønde og
familjan í Hejls. Um vikuskiftini
súkklaði
hann
javnan
langa
teinin millum Rønde og Hejls (um
120 km), fyri at vera saman við
familjuni. Tá so hesi tvey árini
vóru umliðin, kundi pápi eins og
hini, sum saman við honum høvdu
fingið hvíta húgvu á høvdið, koyra
gjøgnum Rønde í hestavogni. Tó
var tað bert hann, sum hevði 3
smágentur við sær í vogninum!
Pápi var nú blivin 34 ára
gamalur. Tá í tíðini var ein
reglugerð, sum segði, at skuldi ein
vígast til prest, var evstamarkið
40 ár. So tá eg var tvey ára
gomul, fluttu vit frá Hejls til
Århus at búgva. Við hjálp frá
mammubeiggjanum,
eydnaðist
tað mammu og pápa at keypa eini
lítil nýbygd hús í einum deilig
um villakvarteri í norðara parti
num av Århus. Hetta var ein per
la hjá okkum gentum at vaksa
upp í. Tær eldru gingu í skúla og
á frítíðarheimi, eg í barnagarði.
Mamma arbeiddi sum heimahjálp
og pápi læs og undirvísti í fólka
skúlanum síðuleypandi. Tað verð
ur ofta tikið til, at føroyingar eru
í flest øllum londum. Húsini hjá
okkum lógu við ein gangigøtu,
millum tveir størri vegir, og beint
yvirav okkum, búði ein føroysk
kona, gift donskum manni. Hetta
var Mourentsa Poulsen, Skopun.
Tey áttu 3 børn, tveir dreingir og
eina gentu, javngomul við meg,
so vit gjørdust vinkonur, og hava
samband enn í dag. Hetta var ein
deilig tíð í Århus.
Í 1955 var pápi liðugur at lesa
gudfrøði á Århus Universiteti. Eg
var tá átta ár og gekk í 2. flokki.
Pápi hevur altíð ætlað sær aftur
til Føroya, men akkurat tá var
einki embæti leyst í Føroyum.
Hann fekk starv á Lolland-Falster,
og varð vígdur í dómkirkjuni í
Maribo, áðrenn hann fylti 41 ár.
Vit búðu tó ikki leingi á Lollandi.
9 mánaðir seinni fingu vit børn at
vita, at vit skuldu flyta til Føroya.
Hetta var í apríl 1957.
Mamma
og
vit
systrarnar
høvdu ikki verið í Føroyum fyrr,
so ein kann ímynda sær, ta stóru
broytingina tað var fyri okkum, og
serstakliga fyri mammu, at koma
til Viðareiðis í 1957. Tað vóru bert
tey fimm húsini á Bakkanum, sum
høvdu elektrisitet tá. Menninir
skiftust um at seta motorin í
gongd, tá tað varð myrkt, og
so steðga hann aftur kl. 23 um
kvøldið.
Elsta systirin Jytta var tá 13
ára gomul og var hon bert eitt
hálvt ár í Føroyum, so fór hon
niður at ganga í skúla. Sonja var
hálvtannað ár á Viðareiði, so
niður at ganga í skúla. Sjálv búði
eg fýra og eitt hálvt ár á Viðareiði.
Eg fall skjótt til, fylti 10 ár stutt
eftir, at vit vóru flutt. Ongin av
okkum dugdi eitt føroyskt orð, tá
vit fluttu til Føroyar. Vegna mín
unga aldur, kom eg rættiliga skjótt
eftir tí føroyska. Eg var ongantíð
happað, tí eg ikki dugdi málið. Tað
skulu børnini á Viðareiði hava alt
rós fyri. Kanska kom respektin
av, tá vit skuldu lesa danskt hart í
skúlanum. Eg krympaði tærnar, tí
at lesa danskt ”rætt” helt eg ljóðaði
so platt í mun til gøtudanskt, sum
hini børnini lósu. Eg kenni tað sum
eri eg vaksin upp á Viðareiði, mær
dámdi ótrúliga væl. Her var so frítt
og markleyst.
Jytta og Sonja búðu og gingu
í skúla í Danmark hjá familju og
vinfólki. Tá eg var konfirmerað,
fór eisini eg á skúlabonk. Eg fór á
Rønde Kursus, sum pápi jú kendi
væl til.
Mamma
og
pápi
vóru
prestafólk á Viðareiði frá apríl
1957 til árskiftið 1963/64. Tey
fluttu til Danmarkar vegna tað, at
mamma hevði fingið konstaterað
sjúkuna sclerosu. Mett varð, at
betri hjálp var at fáa í Danmark.
Tey fóru aftur til Århus, har pápi
fekk starv í St. Johannes kirke.
Vit systrar vóru nú vaksnar og
fingu okkara útbúgvingar í Århus.
Jytta sum sjúkrasystur, Sonja sum
laborantur og eg sum pedagogur.
Lagnur okkara eru líka so
ymiskar sum tað, at ongin líkist
heilt í útsjónd.
Eitt er víst, bæði mamma og
pápi stríddust nógv, fyri at hann
kundi fáa sítt ynski, um at blíva
prestur, uppfylt. Hetta var eitt
kall, hann hevði fingið, tí trúgvi eg
eisini, at tá hann aktaði kallinum,
legði Guð tingini til rættis fyri tey,
at tað eydnaðist. Tað at tey bæði
vóru trúgvandi, bar tey gjøgnum
nógvar høgar sjógvar.
Vit hava hug at spyrja hví
mamma skuldi blíva sjúk, tá tey
vóru í besta blóma? Men svar fáa
vit ikki, fyrr enn hetta lívið er yvir
staðið. Mamma hevði eitt fantast
iskt lyndi. Nær tú spurdi hana
hvussu hon hevði tað, fekst tú eitt
smíl og eitt svar:”Jamen, jeg har
det da gott!” Tí var hon altíð deilig
at vera saman við. Mamma skilti
føroyskt, men tað danska kendist
hon tryggast við. Seinni í lívinum,
tá hon noyddist at sita í rullistóli
og alt ikki var so ljósareytt, fekst
tú sama svar.
Aftaná 7 ár í Århus, og tað vísti
seg, at hjálp var ikki so nógv at
fáa, ynskti pápi at koma aftur til
Føroyar. Tað var í lagi frá mammu
sa síðu. Tey vóru glað fyri at
verða aftur í Føroyum. Tey vóru
prestafólk ymsastaðni og endaðu
í Kvívík, har pápi fór frá sum 70
ára gamalur í 1985. Tey bygdu sær
hús í Kvívík og trivust sera væl
har. Vegna sjúkuna hjá mammu,
høvdu tey heimahjálp øll árini, og
skulu tær hava stóra tøkk fyri gott
arbeiði.
Pápi
var
tríggjar
ferðir
í
Israel, aftaná hann fór frá sum
prestur. Hetta var til stóra gleði
fyri honum, at uppliva landið har
Jesus, sum hann boðaði alt sítt
vaksna lív, hevði gingið.
Tey giftust av kærleika, og tey
livdu í hjúnarlagi í 62 ár, í upp- og
niðurgangstíðum, vóru tey saman.
Í dag eru tey saman hjá Jesusi, sum
tey settu sítt fulla álit á.
Tey seinastu árini búðu mamma
og pápi í einari íbúð í Klaksvík.Tey
liggja grivin í kirkjugarðinum í
Klaksvík. Á gravsteininum stendur
fyri uttan nøvnini hjá teimum :
”Hann er upprisin!” vísandi til, at
hetta er gleðiboðskapurin, tey boð
aðu, meðan tey livdu!
Klaksvík, juni 2015,
Asta Beck
nøvn
Minni og hugleiðingar
um míni foreldur
Ida og Jákup Magnussen
Gullbrúdleyp
13. juli eru 50 ár síðani vit gingu
saman í hjúnalag. 18. juli verður
dagurin hátíðarhildin á Føroya
studentaskúla frá kl. 19. Tey, ið
vilja halda dagin saman við okkum,
verða vinarliga biðin um at siga frá
á tlf. 315156 ella 215156 áðrenn 1. juli.
Elsa og Johnhard
Silvurbrúdleyp
1. august eru 25 ár síðan vit gingu
saman í hjúnalag. Dagurin verður
hildin sama dag í Róðrarneystinum
á Argjum frá 12-18. Tey, ið ynskja
at hátíðarhalda dagin saman við
okkum verða biðin um at siga frá
áðrenn 3. juli á tlf. 210992 ella 226025
Inga og Martin
Diamantbrúdleyp
Hósdagin 9. juli hava vit verið gift í
60 ár! Dagurin verður hildin heima
millum kl 16 og 22. Tað hevði glett
okkum at sæð familju, vinir og
kenningar. Hjartaliga vælkomin.
Ása og Róald Norðberg
Toftalíð 9
Gullbrúdleyp
3. juli hava vit verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin uttanlands
saman við familjuni.
Kirsten og Eilev
Gullbrúðleyp
Fríggjadagin 3 juli hava Eyðgerð
og Jákup Olaf Joensen, Kvívík
gullbrúðleyp.
Dagurin
verður
hildin saman við børnunum og
familjum teirra.